25.8.11

Føroyska sjónin

Eg stilli upp fyri Tjóðveldið – tað er greitt, og tí stilli eg eisini upp fyri ta loysingarhugsjónina, sum er skjaldramerki flokksins. Ongin, sum kennur meg, ivast í at tað somuleiðis er mítt hjartamál.

Men samstundis stilli eg upp til løgtingsvalið við mínum egnu sjónum. Og tað er ein fram um alt føroysk sjón.

Lat flokkspolitikk vera flokkspolitikk, men latið okkum fremst av øllum fáa ein føroyskan politikk.


Eg stilli tí upp við einari sjón um Føroyar, sum vit øll kunnu savnast um – uttan mun til flokkslit – bert vit eru samd um at Føroyar skulu framá.

Í frysta umfari er leiðin heldur ikki avgerandi – men málið, ella málini sjálvi.

Fólkatalið

Stígur komin í fólkatalið, og eftir øllum sólarmerkjum at døma fer fólkatalið at minka um ikki so nógv ár. Hetta er eindømi í norðurlondum, og sjáldsamt millum lond yvirhøvur.

Hetta má setast millum ovstu málini hjá tjóðini at viðgera og at finna loysnir á. Uttan mun til flokkslit eru vit samd um, at ovast á politisku skránni í Føroyum er málið um at gera alt fyri at forða fyri minking, og at seta okkum sum stavnhald at fáa fólkatalið av vaxa.
Vælferð og úrtøka
Eftir øllum at døma er búskaparliga úrtøkan fyri hvønn íbúgva í Føroyum væl minni enn í hinum norðurlondum. Av tí sama er vælferðin minni.

Tað má vera eitt landspolitiskt mál, at fáa úrtøkuna og vælferðina hjá føroyingum at vera so munadygga sum til ber – helst javnbjóðis hinum norðurlondum.

At kanna hvussu støðan er, at kann orsakirnar til hví støðan er so, og at finna politisk ráð til at bøta um støðuna, má vera eitt mál fyri alla tjóðina – uttan mun til flokkslit.

Tjóðarmál

Her vóru tvey stórmál, sum krevja eitt heilt arsenal av loysnum, sum fevna um vinnumál, fíggjarmál, mentamál, undirvísingar- og granskingarmál, og fleiri aðrar streingir, sum harpan skal spæla.

Eg havi mínar egnu meiningar um hví støðan er so galin og hvussu okkurt av hesum kann bøtast. Men fyrsta málið, eg seti mær, er at fáa lyft tey upp (kanska saman við øðrum málum) – upp um partapolitiska keglið, og fram til at vera tjóðarmál hjá øllum føroyingum.

No comments:

Post a Comment