8.8.11

Sjálvandi er heimskreppan álvarslig !

Hvat er tað, sum er so fundamentalt galið í búskapinum, at vit hava sett hesa skelkandi kreppuna á rull?

Fyrst rakar kreppan amerikanska bústaðamarknaðin í 2006/2007, síðani amerikanskar og evropeiskar fyritøkur, við tí úrsliti at risafjøldir verða sendar til hús, arbeiðsleys. Síðani rakar hon bankar kring allan vesturheimin, sum hava pengar í klemmu í rapaða húsamarknaðinum og aðrastaðni, har berur sandbotnur var undir útlitunum um vinning. Næst at rapa vóru sjálvir ríkisbúskapirnir í Íslandi og Írlandi. Síðani Portugal og Grikkalandi. Italia og Spania rilla. Og nú - í síðstu viku - skalv ríki ríkja, USA.

Vit standa spyrjandi - hvat ilt hava vit gjørt, at plágurnar soleiðis oysa oman yvir okkum?
Vit hava livað betur enn gott var. Betur enn ráðini vóru til. Tað er nokk einfalda orsøkin.

Ikk tí at neyvt sama orsøk er til vanlukkunar í øllum raktum londum, men ymsu orsøkirnar stava í stóran mun frá einum einstøkum fyribrigdi: at í fleiri londum í vesturheiminum hevur nýtslan verið munandi størri enn framleiðslan.
Produktiviteturin og inntøkurnar hava ikki staðið mát við vælferðina, sum vit hava kravt, og íløgurnar hava ikki givið tað fold, sum væntað varð.

Hetta skal ikki skiljast sum at ongar aðrar orsakir eru, tí tað eru tað heilt víst. Og aðrir skeivleikar og trekleikar eru, sum gera støðuna verri.
At evropeisku londini í kreppu eru bundin til Evruna og ikki fáa skáan av fallandi gjaldoyravirði til styrk í útflutninginum, at amerikanska stjórnin av politiskum ávum ikki í røttum tíma fekk kyrra marknaðin, at grikkska skattaskipanin ikki er haldfør, at íslendsku bankarnir vóru ov stórir til pinkuríkið osfr.

********
Útvarpið setti mær í dag nakrar spurningar um hvat fer at at henda við fíggjarkreppuni her vestanfyri, nú Standard&Poors hevur givið amerikanska búskapinum verri skoðsmál enn AAA+.
Tað er eitt sindur torført at balansera eina samrøðu - sum tú ikki sjálvur hevur tamarhaldið á - so at hon gevur røttu heildarmyndina.

Í yvirskrift á heimasíðuni hjá Kringvarpinum kann man fáa ta fatan, at eg ikki helt støðuna vera so vandamikla. Tað er ikki heilt røtt mynd av samrøðuni. Eg sigi bara, at sjálv metingin hjá S&P ikki er humlan í sakini.
Metingin hjá S&P hevur ikki serstakt gildi í sjálvum sær, men øll órógv kann í løtuni fáa skipið at leggja seg meira út í borðið enn gott er.
Hvussu ógvuslig órógvin verður, veldst ikki um metingina hjá S&P, men um hvussu fundamentalt misálitið hjá marknaðinum frammanundan er - og ultimativt hvussu illa stendur til í USA, í Italia, Spania, og kanska eisini Fraklandi og Bretlandi, hvør veit?

No comments:

Post a Comment