1.2.12

Hvør skal hava náttúrugávuna?


Fiskiskapur á flestu av heimsins høvum er komin í rasshaft av tveimum ávum:
  • At stovnarnir eru hóttir ella oyddir av m.a. trároynd
  • At fiskiskapur er órentabul og ikki effektiv vinna
Fyrra trupulleikan hava vit eftir mínum tykki ikki loyst enn. Eg veit, at reiðarar og politikarar, sum trumfaðu fiskidagaskipanina ígjøgnum, pástanda at dagaskipanin í ivaleysa góðan mun gevur myndugleikanum amboð í hendurnar at ansa eftir fiskastovnunum.
Eg haldi ikki at hetta er rætt – men lat tað fara.
Seinna trupulleikan veit eg eitt sindur um, og tí kann eg siga nakað um tað málið.

Á høvum og fiskileiðum har tað ikki í dag er loyvt einum og hvørjum borgara at fara undir fiskiskap, eru flestu loyvi at fiska antin latin ella seld einum úrvaldum skara av fyritøkum, einstaklingum ella skipum.
Hetta hevur í allarflestu førum ført til at fiskiflotin er alt ov stórur, og at hann gerst bara størri fyri hvørt ár sum fer. Vexur flotin, íðani? Nei, tað ger hann nokk ikki, men veiðihættir, skip, leititøkni og fiskitøkni gerast alt meira framkomin, og tí økist fiskiorkan í mun til tilfeingið, sum undir er.
Støðan er tí tann, at fiskiflotar kring allan henda váta knøttin eru alt ov stórir – ov lítið er í part – og stórur partur ekur við reyvini í vatnskorpuni fíggjarliga.
Samstundis eru politiskt smíðaðu skipanirnar, eins og okkara lóg um vinnuligan fiskiskap, í øgiliga stóran mun fastlæstar í einum eljustríði millum politikarar, skipabólkar, reiðarafeløg, manningarfeløg, landspartar og onnur við fíggjarligum áhuga.
Leiðirnar burtur úr hesum sklerotiska tilstandinum eru bara tvær:
  • Antin geva vit fiskirættindini burtur sum ogn, so at reiðarínini kunnu selja tey sínamillum, við tí úrsliti at bara fá stór reiðarí eru eftir, sum fara at ansa væl eftir stovnsrøkt og fara at verða effektiv vinna
  • Ella varðveitur landið ognarrættin og selur á uppboð longri og styttri varandi fiskiloyvi, so at frægastu reiðarínini á hvørjum ári keypa loyvini, og á tann hátt gerast ein effektivur væl rikin fiskifloti
Báðir hesir hættir at regulera atgongdina føra á eitt brúkiligt mál tá um ræður effektivitet og búskaparligt avkast.
Munurin teirra millum er næstan bara at avlopið – tað sum frammanundan hvarv í ovurnýtslu av stáli, olju og manning – tað avlopið fellur í hvør sínar hendur.
Í fyrru loysnini – tá vit lata rættindini ókeypis til eitt úrvalt lið av landsmonnum – tá endar avlopið í lummanum á nøkrum fáum, eins og hent er í Íslandi.
Í seinnu loysnini – tá vit selja rættindini á hvørjum ári – tá endar avlopið sum vælferð hjá øllum borgarum landsins.
Men legg merki til hetta – úrslitið fyri sjálvan raksturin av fiskiskapinum er akkurát tað sama. Tað vera færri skip, minni oljunýtsla og minni manning. Vinnuraksturin sjálvur verður eins effektivur og vinnan verður lønandi vinna í báðum førum. Munurin er bara hesin eini – hvar ið tilfeingisvirðið sjálvt endar.

3 comments:

  1. This comment has been removed by the author.

    ReplyDelete
  2. Herman, tú nevnir minni manning. Tað er fyrio so vítt í lagi, men í løtuni verða milliarda virði blakaði út aftur, t´a fiskurin verður reinsaður. Í 2001 varð ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Har helt ein norskur vinnulívsmaður fyrilestur. Tað sum hann livdi av, vóru innvølir í fiski. Okkara egni Hóraldur hevur tosað um tvær milliardir árliga í søluvirði fyri urdráttir úr livur. Sjálvur havi eg verið við til at flutt turkaðar sundmagar úr Ný Foundlandi til Portugals. Ongin av hesum rávørum verður brúkt í Føroyum. Sanniliga er fiskivinnan ineffektiv.
    Sum eitt kuriosum kann nevnast, at Høvdavirkið í Lrovík í dag útflytir turkaði høvd og fiskalsógv, minnist meg rætt fyri úti við 100 milliónir árliga. Áðuar varð slógvið knúst og fryst í plátur fyri at verða útflutt fyri upphæddina, sum flutningurin kostaði.
    Eg brúkti annars grein, eftir Røgnvaldi Hannisson sum grundarlag fyri uppgávu, eg skarivaði í sambandi við hægri lestur. Greinin hjá Røgnvaldi viðgerð júst evnið um hvussu peningur verður drenaður úr íslendsku fiskivinnuni.

    ReplyDelete
  3. Ja, eg eri púra samdur við teg um at virðini í fiskinum eru størri enn tey, vit í dag fása til høldar. Men longur røkkur mín kunnleiki ikki. Hatta er eitt mál, sum fiskimenn, reiðarar, lívfrøðingar og aðrir teknikarar vita nakað um og helst duga at greina.

    ReplyDelete