4.3.12

Ótryggar karmar fyri tjóðina og búskapin


Landsstýrið veitir ikki fiskivinnuni tryggar karmar at virka undir. Tað, teir veita, er tvørtur ímóti tryggleika til nøkur fá navngivin vinnurekandi til at ræna grundarlagið undan vinnuni sum heild.

Tað eru tíverri ikki bara teir báðir seinastu landsstýrismenninir í fiskivinnumálum, sum hava roynt at billa tær inn, at teirra eina og reina hjartamál er at veita fiskivinnuni tryggar karmar at virka undir.
Men, kæri borgari – tað er kolsvørt lygn.


Tað, sum er undir uppsigling av politiskum ætlanum í løtuni, er akkurát sama uppskrift, sum sendi Føroya land so logandi á heysin í kreppuni fyri tjúgu árum síðan. Og hetta er sama uppskrift, sum rendi Ísland á heysin fyri trimum árum síðan.
Uppskriftin er at skapa tryggar karmar um vinnuraksturin hjá nøkrum fáum navngivnum persónum, til at ræna grundarlagið undan vinnurakstrinum hjá teimum, sum eftir skulu koma. Hesi fáu skulu hava landsins trygd til at veðseta og selja ognina hjá tær og mær, so at framhaldandi vinnurakstur snøgt sagt fer fyri bakka.
Hetta er beina kósin inn í eina vinnukreppu av tí slagnum, vit fóru ígjøgnum fyri tjúgu árum síðan.
Sannleikin er tíverri tann, at vit longu eru komin hálvan vegin inn í kreppuna.
Serliga loyvið, sum givið var úrvaldum reiðarum til at veðseta og selja okkara felags fiskirættindi, hevur skuldarbundið vinnuna sum heild so tungt, at rentukostnaðurin til pengalánararnar fleirfaldast meðan inntøkurnar standa í stað. Skuldarbinding við veð í ognini hjá øðrum – so ørt tað ljóðar!
Serliga umsorganin hjá Løgtingi og landsstýri fyri hesum navngivnu vinnufólkum, hevur eisini givið okkum tey úrslit, at fiskastovnarnir verða trároyndir, so at tað gerst uppaftur meira torført hjá vinnuni sum heild at fáa endarnar at røkka saman.
Hesin beista váðaligi politikkurin hevur longu latið nakrar fáar navngivnar reiðarar selja okkara felagsogn, fyri síðan at lata skuldina sita trygga eftir í vinnuni, meðan arvingarnir spæla ríkfólk við virðum, sum ongantíð vóru teirra av røttum.
Eg skal endurtaka:
- tað er kolsvørt lygn, tá politikararnir siga seg veita vinnuni tryggar karmar. Tað er eina og aleina tryggleika fyri órøttum vinningi í lummarnar á nøkrum fáum úrvaldum, teir tryggja. Vinnuraksturin sum heild gerst bara eitt, og tað er ótryggari fyri hvønn dag sum gongur við hesi vinnupolitisku undirgangskós.

No comments:

Post a Comment