5.3.12

Steðgið søluni av fiskiloyvum!


At selja fiskiloyvi saman við skipum, er brot á ognarrættin hjá føroyska fólkinum til alt fiskatilfeingið. At reiðararnir sleppa at stinga hundraðtals miljónir í egnan lumma frá sølu av fiskiloyvum er heilt einfalt rán.

Undir páskotinum um at veita tryggleika fremur Løgtingið brot á ognarrættin hjá føroyska fólkinum til fiskiríkidømið, tí reiðarar í hesum myrkaspælinum at stinga hundraðtals miljónir í egnar lummar, tá teir selja almenn fiskirættindi.
Og myrkaspæl er hetta, tí sitandi løgtingslimir vita fullvæl av, at reiðarar selja fiskirættindini hjá landinum saman við skipunum fyri upphæddir, sum aloftast eru fleiri ferðirnar skipavirðið.
Longu nú hava fleiri av stóru reiðarunum sníkt seg út úr vinnuni við hundraðtals miljónum á bankabók, meðan skuldin í vinnuni bara økist.

Myrkaspæl er tað eisini tí at løgtingslimir vita væl av, at fiskiloyvini í alt størri mun fara á útlendskar hendur. Ikki bara enda tey á alt færri hondum, men útlendskur kapitalur er í vaxandi mun uppi í spælinum, hóast hann ikki sæst á skjølunum. Hann sæst ikki í keypsskjølunum og hann sæst illa í roknskapinum. Men hann er har.
Risaupphæddirnar, sum goldnar verða fyri fiskiloyvini, eru ikki annað enn stuldur av teimum hundraðtals miljónum, sum áttu at farið í almenna ogn. Men nú fara tær allar í privatar lummar.
Verður hesin nyttuleysi dansurin um gullkálvin ikki steðgað, situr Føroya fólk eftir við ongum, og Løgtingið missur allar møguleikar av hondum at reka skilagóðan fiskivinnupolitikk. Verður ørskapurin ikki steðgaður, er vandi fyri umfatandi samfelagskreppu, tá øll fiskivinnan fer á heysin næstu ferð tað lotar av hanakjafti.
At bankarnir skunda undir øra dansin um gullkálvin, er einki at ivast í. Bankum líkt tevja teir roykin av vinningi tá virði verða skrúvað upp í loftið. Heimsumfatandi fíggjarkreppan stendst akkurát av tí sama – av ørliga uppskúvaðum fastognarvirðum, sum ikki hava fast undir føti.
Løgtingið kann bjarga sær æruni við at steðga øllum handli við fiskiloyvum í stundini. Ikki hevur Løgtingið nógv at breggja sær av, tá um ræður lógina um vinnuligan fiskiskap, men enn stendur ringasti skaðin at bjarga.
Sjálvandi skal Løgtingið smíða nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap, men tað kann taka drúgva tíð at finna neyðugu semjurnar um málið. Og tá er ikki óvanligt at lóggevandi ting seta bráðfeingis tiltøk í verk, fyri at ikki størri skaði skal standast av.
Og nú er bera eitt at gera – at steðga allari sølu av fiskiloyvum.

No comments:

Post a Comment