Havið
kastar av sær virði fyri slakar tríggjar miljardir í nýggjum virði um árið. Tá
rímiligur kostnaður er drigin frá av at fáa fiskin upp úr sjónum og til lands,
kundi verið ein lítil miljard til avlops. Tann miljardin er avkastið av ognini
til Føroya fólk.
Náttúruvirði
Undir góðum viðurskiftum nørast fram marknaðarlig
virði fyri slakar tríggjar miljardir av fiski um ári, sum eru undir føroyskum
ræði. Antin tí at tey eru í føroyskum sjóøki, ella tí at tey koma undir
føroyskt ræði í millumtjóða sáttmálum.
Hetta er árliga avkastið av ogn Føroya fólks
úr havinum. Summi ár minni og summi ár meira, men lat okkum bara siga at hetta
runda talið er miðal úrslitið. Fara vit væl um fiskastovnarnar, kann
veiðiðvirðið saktans vera tríggjar miljardir.
Hesi virðini koma ikki úr ongum, tí tað er
havsins egna orkuverk og sólarorka, sum ala tað fram – gróður av plantuæti, av
djóraæti, av smáfiski, skeljadjórum og størri fiski og øðrum havdýrum.
Vinnuliga áhugaverdu dýrini, vit eru eftir,
eru fiskurin á føroyskum grunnum og fiskurin í fremmandum sjógvi, sum vit hava
rætt at fiska. Hetta eru virði, sum spretta úr náttúrunnar vátu fløtum, uttan
at mannahond kemur at.
Framleiðsluvirðið í fiskiskapi
Men eitt er virðið í sjónum, annað er virðið
av at taka fongin upp og umskapa hann frá villinni náttúru til sølubæra vøru.
At heinta fiskin upp úr sjónum, kryvja fiskin og føra hann til lands – tað er
tað, sum vit menniskju leggja aftrat náttúrunnar egna verki.
Og tað arbeiði hevur eitt egið virði, sum er virðið
í fiskiskapinum sjálvum. Hetta marknaðarliga virði kemur ikki til høldar uttan dugnaliga
manning, góða leiðslu og rættar íløgur.
Men púra greiður skilnaður er millum hesi bæði
virðini – virðið sum náttúran sjálv gevur í stovnsvøxtri og so virðið sum
fiskiskapurin sjálvur leggur aftrat, tá hann umskapar náttúrugávuna til
sølubæra vøru.
Náttúrugávuna – hana eiga allir føroyingar.
Árligi vøxturin í fiskastovnunum á hvørjum ári, er ogn Føroya fólks.
Fiskiskapin – hann eiga reiðarar og fiskimenn.
Virksemið, sum er at reka fiskiskap og at fáa fongin til høldar, er inntøka til
býtis millum reiðarar og fiskimenn.
Púra greiður skilnaður er millum hesi bæði:
náttúruríkidømið og framleiðsluvirðið.
Tá reiðarin Mortan Johannesen einaferð segði,
at tað var hann – reiðarin - og ikki Føroya fólk, sum átti fiskin, fór hann
skeivur. Fiskurin í sjónum er ikki, og hevur ongantíð verið, ogn hjá nøkrum
reiðara.
Fiskurin í sjónum og afturvendandi vøxturin í
hesum ríkidømi, er ogn hjá ongum. Og ogn hjá øllum. Tí sjálvandi kann eingin
eiga ein fisk, sum svimur so fríur og kymiligur hundrað favnar niðri í myrkum
sjó, har einki mannaeyga sær.
Men tí er hann eisini felagsogn.
Tvær einfaldar avgerðir
Eingin orsøk er at gera hetta málið meira
fløkt. Føroya fólk skal hava fulla virðið á fiskinum í sjónum og reiðarí og
fiskimenn fáa fulla avkastið av vinnuliga virkseminum.
Hetta er grundsemjan, sum Løgtingið eigur at
staðfesta.
Løgtingið hevur longu staðfest at fiskurin er
felagsogn, eins og alt annað tilfeingi landsins, sum ikki frammanundan er
privatogn.
Næsta semjan, sum eigur at vera eins
rimmarføst, er hon, at Føroya fólk skal hava fult virði fyri náttúrutilfeingið.
Hvussu vit gera tað, er so aftur ein onnur
søga, sum kann gerast meira fløkt.
Men halda vit fast í grundsemjuna í tveimum
einfaldum setningum
- at fiskatilfeingið er felagsogn føroyinga, og
- at Føroya fólk skal hava fult virði fyri tilfeingið,
tá er einki at fara skeivur av.
Roknistykkini tvey
Hvussu umsita vit so hesar tríggjar
miljardirnar í dag?
Hóast fiskiskapur er so ymiskur, har sumt
gongur væl og annað verri, so er samanlagda úrslitið av øllum roknskapunum um
leið soleiðis, at samanlagda tilfeingisognin fer í tveir partar – fyrst í
rakstrarkostnað fyri olju, reiðskap og annað og síðan fer restin til manningar
og reiðarí.
Søluvirði 3,0
miljardir
Framleiðslukostnaður 1,3 miljard
Hýra og profittur 1,7 miljard
Soleiðis sær miðalúrslitið út eitt gott
fiskiár, tá fiskaprísirnir eru rímiliga góðir og fiskastovnarnir í góðum
holdum.
Av søluvirðinum er einki til avlops til
felagsognina, sum er fiskatilfeingið. Øll inntøkan fer til at gjalda ein alt ov
dýran rakstur av fiskiskapinum og til avlop hjá teimum hepnu reiðarunum, sum
sita á besta tilfeinginum.
Soleiðis eigur tað ikki at vera.
Sum norski granskarin Ola Flåten vísti á
almennum fundi í Norðurlandahúsinum, so er fiskaríkidømi okkara so ovurstórt í
Føroyum, at tað er ført fyri at gjalda ein fittan part av vælferðini hjá
samfelagnum sum heild – væl at merkja uttan at tað skalar vinnuliga raksturin.
Hann verður tvørtur ímóti meira effektivur og gevur størri samfelagsligt avlop
enn áður.
Tað kallaði hann “double dividend” – tvífaldur
vinningur. Og tá kundi úrslitið sæð soleiðis út:
Søluvirði 3,0
miljardir
Framleiðslukostnaður 1,0 miljard
Hýra og profittur 1,0 miljard
Tilfeingisvirði 1,0 miljard
Umframt at júst sama nøgd av fiski kemur upp
úr sjónum við minni brúki av orku, fær felagskassin eina heila miljard burtur
úr umleggingini. Hendan miljardin kann so brúkast til at linka skattatrýstið,
sum so aftur gevur øllum borgarum ágóða av umleggingini.
Góðu tíðindini í niðurstøðuni eru tey, at fyri
framman stendur okkum í boði at fáa munandi meira burtur úr vinnuligum
fiskiskapi – bara við at broyta politiskan hugburð.
Og nýggi politiski hugburðurin er ikki so galin: endamálið er at tæna
tjóðini sum heild, vinnuni sum heild og fólkinum sum heild. Heldur enn at tæna
einstøkum navngivnum úrvalsliði.
No comments:
Post a Comment