Kapitalisma er ikki at spæla við

Føroyar eru millum ríkastu lond heimsins, tí vit hava arvað norðurlendska brigdið av kapitalismu, sum passar okkum so avbera væl. Vit hava parað tað við opið demokrati og rímiliga trygging móti blóðfátækt á aftasta bonki.

Hendan er skipanin, sum norðurlond hava bygt sína vælferð á hesi seinastu hundrað árini.
Men kapitalisma er ikki at spæla við.

Ísland misrøkti arvin og skifti til eina alt meira oligarkiska skipan, sum breyt reglurnar um sokallaða rættvísið í kapitalismuni, bjóðaði demokratinum av og gloymdi tey á aftasta bonki. Hetta gjørdu íslendingar longu í 1985, tá teir góðu úrvalsliðnum fiskikvoturnar sum alment gávugóðs, og hetta gjørdu teir aftur, tá teir lótu bankarnar upp í hendurnar á útrásavíkingunum.
Hetta hava vit eisini gjørt. Partvíst, men nóg líkt íslendska sniðinum, til at neyðugt er at rópa varskó. Ísland fór á heysin, og eisini vit standa fyri hótti, tí vit halda ikki reglurnar.
Tað er ikki nóg mikið at tú kannst kalla skipanina kapitalistiska í norðurlendskum sniði – hon skal eisini vera tað í verki, og ikki bara av navni. Og tað er hon ikki, tá tú ert farin at friðhalga tey, sum hava fingið einkarrætt og serrættindi fram um onnur. Verður ikki kapping, so er tað ikki norðurlendska kapitalisman longur, men ríkmannaveldi – oligarkiskt veldi.
Tí tað var kappingin, sum syrgdi fyri nýmenningini, tað var opna demokratiið og brøðralagið, sum syrgdi fyri at frælsi tankin slapp at liva og at sprækla.
Køvandi veldi teirra fáu og ríku kann reka kapitalismuna fram sum í óðum verkum, men orkar onki sum frá líður.
Orsøkin til at nábleik eyðrænandi kapitalisma missur framdriftina er nettupp tørvandi kapping. Tá ríkmaðurin onga kapping fær, dovnar hann. Tá ríkmaðurin sær størri fong í at amast uppi á politikarum og embætisverkinum, enn hann sær í vinnuliga rakstrinum sjálvum – tá kódnar framdriftin.
Sær hin ungi og framfúsi minni av møguleikum í hesum væl varda og stirvnaða marknaðinum, so gevst hann á hondum áðrenn hann byrjar.
Kapitalistisk framdrift í fiskivinnuni er langt síðani kódnað, og hevur smittað allar tær nærmasu vinnurnar við.
Bankarnir eru priviligerað monopol, sum høvdu havt fult ræði á árliga roknskapinum, var tað ikki fyri órógvandi marknaðirnar uttanlands. Her heima stýra teir púra ekkaleysir pengastreyminum bæði inn í kassan og úr kassanum.
Politikarar og embætisverkið í vinnumálum eigur at vita, at tað er ikki tryggleikin hjá vinnufyritøkunum, sum tryggjar framtíð landsins, men beint øvugt. Tað er nettupp ótryggleikin, sum heldur fyritøkurnar vaknar. Tað er ótryggleikin, sum er portrið hjá hinum unga virkisfúsa at smoyggja sær gjøgnum, og at taka kappingina upp við hitt gamla stirnaða liðið.

No comments:

Post a Comment