Góða uppskriftin

Fremsta uppgávan hjá privata kapitalistinum í fiskivinnuni er sjálvsagt at fáa íløguna at kasta sum mest av sær, og at reka virksemið soleiðis, at íløgan heldur fram at geva honum nøktandi vinning. Sum hjá øðrum kapitalistum.

Týdningarmesta uppgávan hjá tí almenna er harafturímóti meira sosial, nemliga fólksins vegna at umsita havøkið og fiskastovnarnar. Eins og privati kapitalisturin skal hann tryggja eigaranum – Føroya fólki – at ognin kastar sum mest av sær nú og komandi tíðir. Myndugleikarnir skulu ansa eftir lívfrøðiliga meinginum og búskaparliga feinginum, so at tað ikki forferst, men kemur samfelagnum øllum til góðar.

Uppgávan hjá tí almenna er ikki at syrgja fyri at vinnuraksturin hjá einstøku reiðaríunum gevur avlop. Hvussu virksemið hilnast hjá einstøku fyritøkunum, er teirra egna søk. Hjá summum gongst væl og hjá øðrum minni væl – so sum tað er í flestu vinnum.
Men so øvugt vendur veruleikin, at tú skuldi trúð at tað eru reiðararnir, sum ráða yvir Fiskimálaráðnum, Landsstýrinum og Løgtinginum øllum. Og ikki Føroya fólk.
Skráin á fiskivinnutinginum 2012 snúði seg um reiðaravirksemi – ikki ábyrgdina hjá myndugleikinum fyri Føroya fólki.
Spurningarnir, sum ein miðal stórur herur av pengafólki og reiðarum røddi um vóru: Hvussu fáa vit mannað skipini? Hvussu kunnu vit “vinna pening”? Hvussu gera vit íløgur?
Alt spurningar, sum skilagóði reiðarin skal seta sær, men slett ikki spurningar, sum landsstýri og Løgting eiga at seta sær. Og ikki upp á nakran máta málsetningar fyri tilfeingisrøktini og tilfeingisumsitingini í landinum.
Spurningarnir vit eiga at seta okkum – veljarin og politikarin í felag – eru hesir báðir:
  • Hvussu fáa vit frægastu varandi inntøkuna burtur úr tilfeinginum til felagsnýtsluna?
  • Hvussu tryggja vit, at vinnuraksturin í fiskiskapi verður so effektivur, sum gjørligt, og krevur minst møguligt brúk av kapitali og arbeiðskraft?
Tann einfalda og kortini krevjandi loysnin er at vit – samfelagið av føroyingum – selur vinnurekandi einstaklingum atgongd til fiskiskap á uppboð, í fríari kapping hvør við annan.
Hetta er ikki loysnin upp á annan av omanfyri nevndu spurningum. Hetta er loysnin upp á báðar tveir! Tí undir slíkum treytum fær tilfeingiseigarin – Føroya fólk – frægastu varandi úrtøkuna úr tilfeinginum, samstundis sum vinnuraksturin verður tann mest effektivi.
Soleiðis komu Føroyar framá. Genialt, ikki sannheit?

16 comments:

  1. Eri samdur í tí mesta, men tá tú sigur "minst møguligt brúk av arbeiðskraft", skilji eg ikki heilt.
    Um vit taka eitt dømi, har 15 manns eru mynstraðir við einum nótabáti, og tá árið er farið, hava teir vunnið 2 mill. krónir í part. Hevði tað ikki verið betrið fyri samfelagið og møguleikarnar hjá fólki at búleikast her, um tað í staðir vóru 60 manns sum vóru knýttir at bátinum, og at hesir vunnu 500.000 kr. ?

    ReplyDelete
    Replies
    1. Minst møguligt brúk av arbeiðskraft merkir ikki at nakar myndugleiki ella politikari skal leggja teimum lag á, men heldur er hetta meint soleiðis at lata vit feløg og fólk fáa frið at laga seg til viðurskiftini, so skuldi úrslitið helst verið, at feløgini vóru so effektivt rikin sum gjørligt. Og tá brúka tey minst møguligt at kapitali og arbeiðskraft.
      Men um tey velja tvey skifti vakt á virkjunum ella tríggjar manningar við bátunum skuldi ikki verið so avgerandi. Eg sigi sum maðurin, tað ger so mær tað sama.

      Delete
  2. Also má líka sigast at ongin nevnir nakað um øll tey sum arbeiða umborð á bátinum (í fiskivinnuni)..? tað kann ikki vera eitt serliga stabilt arbeiðspláss hjá øllum monnunum umborð, um teir hvørt tað einasta ár kunnu risikera at missa arbeiði tí at ein nýggju maður hevur keypt teirra “arbeiðspláss” og tað kann ikki vera serliga lætt hjá sjómonnum at fáa lán til at fíggja hús og alt annað frá bankanum við hesum vandanum fyri at gerast arbeiðsleysur hvørt tað einasta ár. Tað virkar sum um at tað er reiðarinir í móti landinum, men tað er hóast alt okkara størsta vinna og har arbeiða nógv fólk sum eri í vanda fyri at fáa sera vánaligar arbeiðsumstøður. (sum teir í heila tikið hava í forvegin).
    Og nú vit eru ígongd við at útbjóða loyvini, skulu laksa loyvi so eisini á uppboðssølu hvørt ár? Og allar buss avtalurnar og alt alt lat annað privat reka fyri landi?

    ReplyDelete
    Replies
    1. Nú eri eg so heppin at hava klára meg sum ófaklærdur maður í fimmtan ár, áðrenn eg fór at lesa búskaparfrøði, og tey árini arbeiddi eg ongantíð hjá nøkrum arbeiðsgevara, sum hevði tryggjað arbeiði fyri framman. Tað verið seg tá eg koyrdi maskinur, smíðaði ella var við skipi. Tað hendi seg meira enn so at eg varð útskeiðaður, og tað hendi eisini onkuntíð at feløgini fóru á húsagang. Men soleiðis er lívið.
      Meinar tú so at hesi feløgini skulu hava tryggjað arbeiði?

      Delete
    2. Hatta er eitt vánaligt svar. Nei man hevur aldrin 100% tryggja arbeiði tað veit eg væl, men fólk ganga also ikki og "frýgta" fyri at missa arbeiði hvørt tað einast ár!

      Delete
    3. Ein væl skipað uppboðssøla merkir ikki, at flotin er dupult so stórur sum neyðugt, og skipini fiska annaðhvørt á, og helvtin av fiskimonnum tí eru arbeiðsleysir annaðhvørt ár. Tað er ikki grundarlag fyri so stórum flota. Í javnvág verður flotin eitt sindur størri enn neyðugt til ta fiskanøgd sum er (í dag er flotin hinvegin tríggjar ferðir ov stórur). Hesin yvirkapacitetur tryggjar, at kapping er. So tey best riknu skipini keypa kvotu til so nógv tey klára at fiska. Tey minni væl riknu fáa minni. Soleiðis verða tey minst effektivu leypandi trokað út av teimum meira effektivu. Tá færri eru eftir, linkar kappingin, og tí vilja nýggir aktørar eisini av og á koma inn.

      Í fiskiskapi voru 1642 løntakarar í 2011:
      http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/tema/Fiskiskapur

      Tá eitt skip fer av knóranum, eru onnur sum hava vunnið marknaðarpart. Tey vilja tá hava brúk fyri meira arbeiðsmegi. Men í longdini er brúk fyri støðugt minni arbeiðsmegi í fiskivinnuni. Tað skyldast ikki kappingina (hon framskundar bara processina) men at tilfeingið er avmarkað og arbeiðskraftproduktiviteturin í framleiðsluni blívur støðugt hægri.

      Delete
  3. Og hvussu ætlar tú at tað gongur fyri seg hendan dagin uppboðssølan er?? Tú snakkar um økonomiska teori sum ein vællærdur maður, men also skulu men liggja inni vit skipum sum kosta milliónir og “hopa” uppá at teir bjóða mest næsta ár??? Ella ferð flotin at liggja stillur meðan teir nýggju “eigarinir” tilreiðar gera seg at fara av stað? so er onki vunnið? Nei eg haldi ikki hetta er hugsa longur enn økonomiska teori.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Tá tú gert skipa talið so "lítið" sum møðuligt missa vit eisini nógv arbeiðs pláss. Er tað pláss fyri øllum teimum á landi?

      Delete
  4. Her eru so nógvir mátar at skrúva uppboðssøluna saman uppá, at tað er eingin orsøk at stúra fyri tí frammanundan. Men tær kunnu saktans skrúvast soleiðis saman, at long tíð gongur ikki ímillum søluumførini, og at flest møgulg fáa tjansin so ofta sum gjørligt. Tí skuldi ikki verið neyðugt at ligið óvirkin serliga leingi. Men annars er endamálið nemliga at fáa kapitalin (skipatalið) at vera so lítlan sum gjørligt, so húsagangir fara heilt vist at vera. Arbeiðsplássini fara heilt vist at minka í tali. Men ikki soleiðis at orka fer til spillis kortini.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Tá tú gert skipa talið so "lítið" sum møðuligt missa vit eisini nógv arbeiðs pláss. Er tað pláss fyri øllum teimum á landi?

      Delete
    2. Tað er vánaligt arbeiðsskapandi tiltak at virka fyri at ein vinna er ineffektiv. So fæst meira fyri pengarnar, um tað almenna setir arbeiði í gongd. Minst til, at fiskivinnan framleiðis ikki meira við at vera minni effektiv, tað er natúrgivið, hvussu nógvur fiskur er. So onnur arbeiðsskapandi tiltøk kunnu skapa nýggja framleiðslu.

      Búskapurin vil tó skapa arbeiðspláss, so tað verður ikki varandi neyðugt við arbeiðsskapandi tiltøkum, um effektiviseringin av fiskivinnuni verður speedað upp.

      Delete
  5. Hermann, tú sigur at skipatalið skal verða so lítið sum gjørligt. Arbeiðsplássini fara heilt víst at minka í tali.
    Hermann, eg kann ikki verða meira ósamdur við tær. Hví? Jú eg skal royna skera tað út í papp.
    At føra fisk til lands at virka, er primitivt. Vit skulu heldur koppa allari fiskivinnuni á høvdi. Her verður bert hugsa um botnfiskaflotan - tann gloymda fiskivinnan.
    Men fyrst eitt sindur um hvussu flotin er uppbygdur.

    Vit taka eitt par (partrolarar)sum dømi.
    Tvey skip verða bygd eins - primitivt
    Skipini fiska, kryvja, ísa, og leggja fiskin á goymslu umborð – primitivt. Fiskurin verður gamal, og niðurklassaður
    Fiskurin liggur umborð 7-10 dagar – fiskurin lætnar 12-15%
    Fiskurin verður førdur til lands – óneyðugar útreiðslur olja CO2
    Landa og lagdur á goymslu - óneyðugar útreiðslur
    Fiskurin verður skorðin til ætlaða endamálið – ok, men er blivin 10 dagar gamal – (deiliga ræstur )
    Vøran verður løgd á frystigoymslu – óneiðugar útreiðslur
    Fiskurin verður førdur av landinum við skipið – óneyðugar útreiðslur.
    Hetta er sera primitivt.

    Framtíðar fiskivinnan.
    Fiska, framleiða og flutningar alt á einum kjøli.
    Vinningur
    Nógv arbeiðspláss
    Góð inntøka
    Topp dygd
    Alt kemur til høldar
    Eftirfarandi sporføri
    Minni oljunýtsla og harvið minni CO2 dálking
    Hetta er sjálvandi bara ein lítil partur av primitivitetinum, vit stríðast við.

    Fakta.
    Hetta er so einfalt, at vit skilja tað ikki.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Sakaris. Fyrst sigur tú at tú ert ósamdur við meg um at man skal brúka so lítla orku til at framleiða tað, man nú ætlar sær at framleiða. Men síðani veit eg ikki rættiliga hvat tú gert - tí tú sigur mær ikki hví tú ert ósamdur.
      Eg kann tí bara endurtaka at kapping má fáast so at minst møgulg orka verður brúkt til at framleiða eina givna nøgd. Og hetta er galdandi bankarnar og SEV eins væl og fiskiskip.

      Delete
    2. Eg lesi varið hjá Sakaris sum at hann vil reka fiskivinnu á ein annan hátt, enn tvangstankarnir hjá stóra meirilutanun eru um rakstur av tí partinum av fiskivinnuni, sum er at veiða botnfisk undir Føroyum. Sakaris sigur, at fiskurin skal frameliðast umborð og gerast heilt klárur til marknaðin. Hann skal slett ikki landast í Føroyum, men nærri við hjá endabrúkaranum. Til tess at fáa virðisketuna at virka meinar hann, at vit brúka talið av skipum og fólki, sum tørvur er á, til tess at fáa tilfeingi til høldar, sum liðugtvøra. Í mínari verð góður marknaðarbúskapur.

      Delete
    3. Jú, men tað er so gamaní. Støðan er bara tann at hvørki eg ella Sakaris eiga skip ella virki, og tí kunnu vit gita alt tað vit vilja um hvussu tey áttu at gjørt, sum nú einaferð eina skip og virki. Tað verða so altíð tey vinnurekandi, sum taka bestikk av støðuni, og bestemma seg til hvat tey leggja seg eftir.

      Delete