18.6.13

Hús ríkisins


Umsett eftir grein Jóns Steinssonar, kennara í búskaparfrøði við Columbia University

Nú er tað so, at ríkið eigur hús sum tað ikki sjálvt hevur brúk fyri í løtuni. Húsiini eru vorðin tjóðarogn og tí sleppur landið ikki at selja tey. Ríkið ætlar sær tí at leiga onkrum húsini. Men heldur enn at leiga tey til tann prís, sum fæst á fría marknaðinum, avger ráðharrin at leiga teimum húsini, sum guldu fyri valstríð stjórnarflokkanna, og tað fyri eina leigu sum bara er fimtiparturin av tí, sum hevði fingist á fría marknaðinum – 10 milj.kr heldur enn 56 milj.kr.
Tá tað frættist um hesa avgerð, halda nøkur hetta at vera eina gølu. Tey siga at ráðharrin eigur at tryggja ríkinum fult marknaðarvirði fyri húsini.

Ráðharrin svarar uttan at blunka, at í veruleikanum fer hesin avsláttur í húsaleiguni at økja inntøkurnar hjá ríkinum, tí nýggju leigararnir fara at gera fleiri íløgur og skapa fleiri størv. Flestu skilja at hetta er skilaleys tala og spyrja tí ráðharran: Hvat er tað serstaka við hesum leigarunum, sum rættvísger avsláttur í leiguni? Við hasum undanførslum átti ríkið at givið øllum virksemi í landinum studning.
Tá svarar ráðharrin at lága leigan er neyðug av tí at einstakir av leigarunum – serliga teir, sum tóku risastór lán til ørligar íløgur áðrenn kreppan kom – orka ikki at bera fulla marknaðarleigu og høvdu tí farið á húsagang, um teir vórðu noyddir at gjalda fult virði. Almenningurin hyggur undrandi at ráðharranum og spyr: hví skulu vit halda gangandi fyritøkur sum ikki megna at gjalda tann prís fríi marknaðurin ásetur? Fleiri onnur høvdu smekkað til, um tey sluppu framat.
Nú órógvast ráðharrin, men fær kortini eitt frálíkt hugskot. Hann sigur: Hendan leigan er ikki annað enn skattur, og skattur er av tí ónda og teir eiga tí at vera lítlir, og hví skulu hesir leigarar gjalda serstakan skatt, og tey sum vilja áleggja teimum serstakan skatt eru ikki annað enn ramastu kommunistar. Almenningurin klórar sær í nakkanum. Er maðurin í ørviti? Eyðvitað er tað slett ikki tað sama krevja leigu sum tað er at krevja skatt.
Ráðharrin ressast: hvat vita tit við tykkara Excel ørkum um hvør ið rætta leigan er fyri hesi hús? Almenningurin má viðganga, at tað er ikki so eyðsýnt hvør marknaðarleigan fyri hetta tiltikna hús man vera. Men almenningurin minnir ráðharran á, at tað er so einfalt at finna fram til tað við at halda uppboð. Tá melur fyri ráðharranum. NEI!!! Tá verður ruðulleiki!! Ruðulleiki!! Ruðulleiki!!
Tá søgan er komin higar fer almenningurin at ivast í um ráðharrin er heilt sannorðaður. Men av onkrari orsøk ger almenningurin ikki meira við málið og loyvir ráðharranum framhaldandi at hjúkla um húsaleigararnar. Tá komið verður fram at næsta vali er grunnur stjórnarflokkana aftur fullur.

No comments:

Post a Comment