23.6.13

Váðaliga ferðin undir Tangafjørð


Mær ger tað ongan mun um nýggj farleið millum Havnina og Skálafjørðin verður undir privatum ella almennum ræði. Ja, mær ger eisini tað sama um nøkur nýggj farleið verður yvirhøvur. Eg fari ikki at gjalda nakað betýðiligt av henni kortini.
Men mær ger ikki tað sama um almennir myndugleikar í fávitsku binda meg og hinar skattgjaldararnar til at gjalda óneyðugar útreiðslur til pengasterkar einstaklingar. Og tað kann so lættliga henda í hesum føri, tá privati pengasterki fíggjarin hevur so góð kort á hondini í mun til ein illa mannaðan almennan mótpart.

Man kann hugsa sum soleiðis:  Um tað var púra vist, at ivaleyst av fólki fór at brúka tunnilin, so at fíggingin ongantíð kom í vanda, tá var tað so einfalt at gera nýggju farleiðina. Men verður roknað við einum ávísum váða, so kann avkastið til kapitalin gerast soltið – ella onki. Í minsta lagi eina tíð.
Lat so bara onkran pengasterkan part taka váðan – onkran, sum bara vil sleppa at plasera pengar í ein fart til eitt rímuligt avkast. Og í løtuni er ivaleyst til at tí slagnum.
Mær tað sama – um tað altso er tann pengasterki privati, sum tekur váðan á seg.
Og orðið ”rímuligt” er haraftrat rættuliga avgerandi, tí vit fara ikki at tryggja nøkrum pengasterkum privatum parti órímuliga stórt avkast í so drúgt áramál, ha?
Í veruleikanum vendur søgan soleiðis, at tað almenna biður ein privatan um at framleiða eina tænastu fyri seg, aftur fyri at sleppa at taka pengar fyri tænastuna. Tann privati skal framleiða eina tænastu og royna at selja hana. Hetta er tann einfaldi parturin av søguni. Tað, sum ikki er so einfalt er, hvussu stóran váða ið tann privati parturin av sonnum tekur á seg.
Verður honum tryggjað ein ávís inntøka (ella nýtsla av tænastuni) um árið, so hevur tann privati fingið flutt part av váðanum yvir á almenna partin.
Tað er oftast tað, sum er skrivað við smáum, sum er avgerandi. Og tá er at hopa at okkara illa útgjørdu almennu myndugleikar hava fingið sær óhefta búskaparfrøðiliga ráðgeving, so at teir ikki hava bundið komandi skattgjaldarar til óhepnar ella skaðiligar treytir.
Av røttum átti at havt verið kapping um at sleppa fram at at gera tunnilin. Var kapping millum fleiri partar, høvdu vit havt eina ávísa trygd (ella ábending) um at verkætlanin er skilagóð. Og haraftrat høvdu vit havt fingið ábendingar um prís – í fríari kappbjóðing – sum hevði havt givið okkum besta grundarlagið at taka avgerðina á.
Men skal man taka landsstýrismannin fyri fult, so hava myndugleikarnir vent sær til fleiri privatar partar, men so lítil áhugi var at finna, at bara tann eini var so frægt áhugaður at tosa við, at reellar samráðingar kundu fara fram.
Hetta er eitt keðiligt tekin, sum eg hevði tulkað sum ávaring um at steðga á. Ikki minst tí at pengar úr allari verðini leita norðureftir, sjálvt til heilt lítla rentu - tætt við null prosent avkast - bara fyri at sleppa frá ov stórum tapi.
Tað bendir í sjálvum sær á at váðin verður hildin at vera stórur og at landsstýrið kann hava átikið sær ov mikið av váðanum, fyri at fáa tann privata partin at koma upp í leikin.
Hetta er gitingar, gamaní, men gitingar við fleiri ára royndum av hvussu landsstýri hava húsast við felagsogn tjóðarinnar.

No comments:

Post a Comment