22.1.14

Vexur ella minkar fólkatalið?

Á løgmannsskrivstovuni hava tey hvørki skil fyri hagfrøði ella búskaparfrøði. Í løgmannsskrivstovuni hava tey hinvegin stóran tørv á at tykjast og at látast. Politiska leiðslan á sjeynda ári hevur tørv á at tykjast málsøkin og at látast sigursæl.

Men grundarlagið er pappírstunt.

Okkara samfelag er á rættari kós. Fólkatalið veksur aftur . . . Okkara búskapur stendur á tryggari grund.” Soleiðis skriva tey á Løgmannsskrivstovuni í einum epistli hin 16.januar.
Hagstovan gav í fjør út hina fyrstu fólkatalsframskrivingina í nógv ár, og yvirskriftin ljóðar soleiðis: “Nýggj framrokning vísir minkandi fólkatal”.

Er nøkur orsøk til at ivast í hvør ið hevur rætt? Hagstovan, sum hevur roknað seg fram til at fólkatalið stendur í minking, ella løgmannsskrivstovan, sum sigur at fólkatalið vexur aftur? Nei, tað er tað ikki, men lat meg forklára hví, og fyri at seta tingini í perspektiv, lat meg so taka eitt dømi

Um nú mátað verður, at miðalhitin í vetur var lægri enn hann var í fjør, merkir tað so at nú minkar hitin á jørðini aftur? Merkir tað so at “global warming” er avlýst?

Nei, sjálvandi ikki. Eins lítið og at vøxtur í fólkatalinum millum ein dato og ein annan avlýsir minkingina í fólkatalinum. Tí minkingin í fólkatalinum er ikki bara ein observasjón, men eitt roknað komandi úrslit av givnum fortreytum, sum til dømis kyns- og aldurssamanseting og sannlíkindum fyri broytingum í grundleggjandi demografiskum faktorum.

Vøxturin í fólkatalinum millum tveir ávísar dagar er tilvild, meðan gongdin í fólkatalinum er ein sonevndur trendur, ella rák, sum onkur sigur nú á døgum. Heilt eins og at miðalhitin ein einstakan vetur er tilvild, meðan áhaldandi upphitingin av jørðini er ein trendur.

Niðurstøðan er tí at tvørtur ímóti tí løgmannsskrivstovan kunngerð, so stendur fólkatalið í minking.

Stendur búskapurin á tryggari grund?

Íðan, stendur so búskapurin á tryggari grund? Er samfelagið á rættari kós?
Hesir eru meira ivasamir setningar, sum kunnu merkja bæði eitt og annað. Men samantvinnaðir við uppáhaldið at fólkatalið vexur, er týðiligur samanhangur, tí minkar fólkatalið, ja so stendur búskapurin ikki á tryggari grund, og tá er samfelagið ikki á beinari kós.

Og tað er júst hendan avbjóðingin, sum stendur fyri framman, tí framskrivingin hjá Hagstovuni sigur okkum eisini at talið á gomlum fólki vexur so nógv í mun til yngru ættarliðini, at tað fer at sansa álvarsliga at á arbeiðsmarknaðinum og í fíggingini av almennu vælgerðaskipanunum um ikki so øgiliga nógv ár. Í løtuni eru vit um leið fimm fólk millum 16 og 66 fyri hvønn pensjónist. Um stívliga 10 ár vera vit sannlíkt bara trý.

Tá verður ikki bara skattabyrðan tung, tí skattgjaldararnir vera færri. Tá verður trupult at manna tær vælferðatænastur, sum skulu til vaxandi talið av gomlum.

Verða ongar stórar broytingar í onkrum av hesum viðurskiftum, og ”kósin”, løgmannsskrivstovan rósar sær av, stendur við – so møtir fyrr ella seinni. Tí ber ikki til at siga samfelagið vera á beinari kós og búskapin at standa á tryggari grund.

Bjartskygni skal valdast

Tað nyttar lítið at rósa sær av at vera bjartskygdur og so halda kósina til tað møtir. Ert tú bjartskygdur til sinnis og ræður á skútuni, so mást tú alliera teg við góða og væl útbúna manning, sum dugir at ýta av og at sigla millum sker.

At vera bjartskygdur er ikki at fornokta avbjóðingarnar. At vera bjartskygdur er at síggja møguleikar hóast tú ásannar avbjóðingarnar.

No comments:

Post a Comment