27.10.13

So einfalt, so rætt og so skilagott

Allur fiskiflotin hevur siglt við undirskoti alla mína tíð – hvussu skulu vit trúgva at man kann toga eina hálva miljard burtur úr flotanum, uttan at alt fer á heysin?”
Soleiðis er vanliga (og skilliga) undrandi viðmerkingin, tá søla av fiskidøgum og fiskikvotum kemur upp á tal.
Men fyri tað fyrsta er tað slett ikki rætt. Tað hevur altíð verið ein fittur partur av flotanum, sum hevur havt avlop sína tíð – uppsjóvarflotin, rækjuflotin, toskatrolararnir eystanfyri osfr. Og einaferð tjentu trolararnir pengar undir Føroyum. Línuskipini hava havt síni ár eisini.
Men tað er annars rætt – flotin sum heild hevur ikki havt nakað at reypa av sum vinnugrein í samfelagsligum høpi.
Og høvuðsorsøkin er nettupp tann politiska skipan, vit hava valt at reka fiskiskap undir.
Fyri at gera eina fløkta søgu styttri, so er skipanin tann, at tað eru git og útrokningar í fyrisitingini, frígging til fiskimálaráðharran og dysturin millum veiðihættirnar, sum avger hvussu nógv skip og hvussu nógvar manningar troyta føroysku grunnarnar og tey føroysku rættindi, sum eru á fremmandum leiðum.
Og hetta slær konsekvent feil!

Tað verða aloftast ov nógv um boðið, og so gongur galið.
Soleiðis hevur allar dagar verið á Føroyagrunninum, og soleiðis er tað ofta endað við rættindunum á fremmandum leiðum. Onkuntíð hevur tað eydnast hjá einstøkum reiðaríum at fáa einkarrætt ella í minsta lagið heilt gott býtið, og tá kunnu tey skora profitt nøkur ár.
Tað einfalda, vit í staðin vísa á, er ein vanlig keypsskipan, sum annars tykist virka væl í øllum øðrum vinnum. Tú keypir fiskidagarnar í kapping við aðrar. So einfalt er tað.
Men so verða tað nógvir, sum ongar fiskidagar fáa!”
Ja, nettupp – og tað er sjálvt poengið!
Tá fær hann fiskidagarnar og fiskikvoturnar, sum fær besta raksturin í akkurát tað fiskaríið akkurát ta tíðina á árinum og á akkurát teimum leiðunum við tí manningini og tí skiparanum.
So einfalt. So rætt. So skilagott.
Oman á tað heila, so fær rætti eigarin – Føroya fólk – ikki bara inntøku, men rætta prísin fyri sína tjóðarogn – fiskin í sjónum.
Reiðaríini fáa sín profitt – hann verður bara betur fordeildur, fiskimenn sína hýru – teir vera bara færri, og eigarin, Føroya fólk, fær sína rættvísu inntøku.

(Kanska størsti vinningurin við tí heila var, at so hevði fiskaríið horvi úr Løgtinginum – og hvør halda tit tá ikki hevði tíma at sitið har?)

No comments:

Post a Comment