Norski professarin í búskaparfrøði, Torbjørn Trondsen, helt í farnu viku fyrilestur í hátíðarsalinum í Háskóla Íslands í Reykjavík.Torbjørn Trondsen er væl kendur í búskaparfrøði, serstakliga viðvíkjandi virðisøking, marknaðar- og value-chain viðurskiftum í fiskivinnu.
Fyrilesturin í Reykjavík snúði seg um uppboðssølu av fiskirættindum, sum Trondsen eisini veit ein heilan hóp um, tí at hann hevur millum annað verið ráðgevi í Kili hesum viðvíkjandi.
Niðurstøðan av fyrilestrinum er í stuttum at uppboðssølurnar fara at loysa fleiri avbronglað viðurskifti, sum darva sjálvari fiskivinnuni eins og menningini av samfelagnum annars.

