2.5.14

Latið alla skuld koma til okkara

Í tíðindunum er komið fram, at málið um svik í Eik grunninum og bankanum skal ikki granskast meira og lýsast betur. Uttan mun til hvat ið fyrisitingarligir stovnar hava gjørt í hesum málinum, so eru tað landsstýrið og Løgtingið, sum hava tikið avgerðirar og tí standa við ábyrgdini.
Meirilutin á Løgtingi, samgongan - og tí eisini landsstýrið - hava beinleiðis steðgað kanningini við at nokta henni fígging.

Føroyar eru tíverri ikki einasta landið, sum letur menn í fínum klædningum sleppa órevsaðar undan grovasta fíggjarsviki. Ísland og Danmark hava revsað nakrar av svikarunum, men sum vant verða fíggjarlig brotsverk ikki revsað eins hart og onnur brotsverk.
Sjálvur havi eg einki persónligt ynski um at akkurát hesir persónarnir skulu revsast, og eg fylgi ikki so frægt við at eg veit hvørjir teir eru.
Men eg veit at vit hava gjørt hetta fyrr. Og eg veit at hetta javnan hendir.
Vit fóru frá samfelagsligu oyðileggingini í 1990 árunum uttan at revsa nakran. Politikarar, sum sitið høvdu og beinleiðis stýrt okkum inn í kreppuna, sluppu snikkaleysir. Bankastjórar, advokatar, grannskoðarar, embætismenn – alt slapp undan ákæru.
Vit ikki so frægt sum kannaðu málini um svik í politisku fyrisitingini, bankunum, reiðaríunum, millum advokatar og grannskoðarar.
Og her spældi Løgtingið aftur trumfin – fólksins vegna: Løgtingið skrivaði sjálvt eina ússaliga frágreiðing um nøkur av málunum. Uttan innlit. Uttan fakligan kunnleika. Uttan avleiðingar av nøkrum sum helst slagi.
Tá eitt fólk kollektivt letur ríkar og ráðaríkar svikarar sleppa órevsaðar at ræna samfelagið, átekur hetta fólk sær í veruleikanum skuldina teirra vegna.
Tá eitt fólk fleiri ferðir í hvørjum ættarliði letur fíggjarsvik og politisk svik sleppa undan kanning, ákæru, dóm og revsing, hevur tað avsagt sjálva maktfunksjónina í demokratinum.
Eitt slíkt fólk gevur fíggjarsvikarum og politiskum svikarum tað lyftið, at brotsverk av tí slagnum verða ikki revsað, um tú hevur rætta litin og rætta merkið.

Eitt slíkt fólk er dømt sjálvt at dragsa tungu órevsaðu skuldina aftan á sær í allar ævir.

5 comments:

  1. "Vit ikki so frægt sum kannaðu málini um svik í politisku fyrisitingini, bankunum, reiðaríunum, millum advokatar og grannskoðarar."

    http://www.vp.fo/pages/posts/nyggj-bok---ta-politiid-tomdi-hvorja-skuffu-og-hvort-skap-5240.php

    ReplyDelete
    Replies
    1. Eg skuldi sjálvandi havt verið meira nágreiniligur í skrivingini. Jú, løgreglan kannaði onkur einstøk mál - eitt nú Heygadrang og Skálafjall - men vit sum samfelag, sum tjóð, gjørdu onga uppgerð. Hvørki rættsliga ella politiska. Eftir at ákærin slepti øllum málum, tí politiski myndugleikin var uppi í sjálvum svikinum, lótu vit øll brotsverkini aftur.

      Delete
    2. http://aktuelt.fo/eikmalid+fyrireikandi+raettarfundur+17+januar.html

      Delete
    3. My point exactly!

      Tað er mest danska ákæruvaldið og danskir myndugleikar, sum gera onkran vørr. Ikki okkara egnu. Ikki vit sjálvi. Og eitt samfelag kann bara reinsa seg sjálvt.

      Delete
    4. Ákæruvaldið og dómsvaldið ER danskt í okkara samfelag.

      Delete