9.11.16

Løgmaður og fólkatalið



Eg hoyrdi av óvart Løgmann, Aksel Johannesen, siga at gongdin í fólkatalinum hevði gjørt øllum teimum svartskygdu spádómunum til skammar.


Eg tími ikki at eftirkanna hvat hann í veruleikanum segði, tí hetta havi eg hoyrt endurtikið sum gleðistíðindi og eitt slag av avlýsing av hóttandi demografisku gongdini.
Men er nakað skil í tí hann sigur?

At fólkatalið vexur, eru góð tíðindi, tí fyri hvønn teirra sum legst aftrat her á klettunum, er ein meira at hitta og at práta við. Ein meira at vera arbeiðsfelagi við ella at ganga í flokki við. Ein meira at keypa í handlinum hjá tær, og ein meira til at finna upp á okkurt nýtt. Ein aftrat á vegnum og ein aftrat í svimjihylinum.
Ein aftrat.
Men hvussu stór tíðindi eru tað?
Fólkatalið í sjálvum sær er einki serliga áhugavert, annað enn tað at granarnar á vegnum vera fleiri, um tær so sita aftanvert bilrút ella eru til at heilsa upp á úti á vegnum.
Munandi meira áhugaverd er samansetingin av fólkatalinum.
Eitt dømi:
Longu tá næsta Løgtingsval verður, í 2020, vera vit 250 fleiri í landinum, um tað gongur sum Hagstovan hevur spáað. Og tað kunnu vit so fegnast um, tí tá vera 250 fleiri at hitta í gøtunum, og til at byggja samfelagið saman við okkum.
Men samstundis er ein onnur meira óheppin gongd farin fram. Tað er hon at vit hóast alla frøðina vera færri at arbeiða og til at gjalda skattirnar. Tá vera nemliga um leið 400 færri skattgjaldarar til at halda vælferðatænastunum uppi. Og tær verða ikki lættari at bera, tí tá vera nemliga eisini meira enn 500 av okkara borgarum farnir um tey 75 árini.
Minkingin av borgarum í arbeiðsførum aldri til at gjalda skattirnar fer at minka áhaldandi, eins og talið av borgarum í eldra endanum fer at vaxa skjótast av øllum aldursflokkum.
Um 12 ár - ella tá trý Løgtingsval hava verið aftrat – tá eru skattgjaldararnir vorðnir 5% færri og talið av fólki oman fyri 75 ára aldur eru 50% fleiri.
Men fólkatalið er eisini vaxið eitt vet tá. Sambært forsagnunum vera vit eini 300 fleiri eisini tá. Men verður tað so nógv at fegnast um?

Tilfeingið og vælferðin

Avbjóðingin er ikki minkandi fólkatal, men fækkandi tal av fólki til arbeiðis og vaxandi tal av gomlum fólki. Uttan mun til hvussu røsk vit vera at arbeiða langt upp í árini, og uttan mun til hvussu frísk vit vera á ellisárum, so verður avbjóðingin tvífald og tvíeggjað: Tunga skattabyrðan og minkandi vælferðatænasturnar.
Tað fer at vera tyngri at gjalda skattirnar fyri vælferðatænasturnar, og vandin er tí at yngru ættarliðini fara at hoykna undir okinum og fara at skarva av tænastunum.
Tá tænasturnar versna, verður otað undir lyndið til at flyta av landinum – tí er nakað, føroyingar eru kvikir til, so er tað at flyta tá tað sansar at vælferðini.
Saman um tikið er einki broytt við tí risastóru avbjóðing, sum stendur fyri framman.


Ráðini eru eittans: syrgið fyri at fáa fíggjað framtíðar vælferðina við at taka alla tað ríku tilfeingisognina til høldar í fiskiskapi og aling, sum fer at lætta munandi um okið, sum fer at tyngja herðarnar hjá yngru ættarliðunum komandi árini.

No comments:

Post a Comment