24.10.16

Nýggj byrjan í 2018

Myndin er tikin av heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum
Soljóðandi skriv sendu vit báðir, Jóannes, landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í farnu viku. Vit hildu ikki at uppskotið frá bólkinum sum landsstýrismaðurin setti, skuldi vera einasta íkastið. Eftir okkara tykki er neyðugt at myndugleikarnir í minsta lagi fáa eitt tilmæli, grundað á búskaparfrøðilig atlit eina.

Alternativt uppskot um fiskirættindamarknað fyri Føroyar

Inngangur

Varandi undirtøka fyri eini fiskivinnuskipan í Føroyum fæst bert, um tann breiði meirilutin av fólkinum heldur hana vera rættvísa. Gamla skipanin er eyðsýniliga órættvís, tí at hon letur einum úrvaldum liði av einstaklingum framíhjárætt fram um øll onnur í landinum til at reka fiskivinnu, og letur teimum framíhjárætt fram um øll onnur at fáa latið upp í hendurnar alt hitt felags ríkidømi, sum havið goymir.
Til at bøta um hetta eyðsýniliga órættvísi, hevur fiskivinnan verðið fjøtrað av darvandi avmarkingum, soleiðis at vinnurekandi ikki sleppa at leggja raksturin mest skynsamiliga til rættis. Úrslitið verður tí, at feløgini og vinnan sum heild ikki verða so effektiv, sum tey kundu verið, og at íkastið hjá fiskivinnuni til samfelagsliga menning ikki er so gott, sum tað kundi verið.
Í Føroyum – fram um øll onnur lond heimsins – er búskaparliga virðið av hesum náttúrugivna tilfeingið so stórt í mun til búskapin allan, at tað kann fíggja stóran part av árligu felags vælferðarútreiðslunum. Metingar hjá Búskaparráðnum hava víst, at varandi tilfeingisrentan av teimum fiskirættindum, Føroya Løgting ræður yvir, í dagsins virði táttar í eina heila miljard krónur, sum er upp ímóti ein triðingur av inntøkum landsins í beinleiðis skatti, ella ájavnt við árliga kostnaðin av øllum heilsuverkinum.
Ein fiskivinnunýskipan má tí eftir okkara tykki tryggja:
  1. At Føroya fólk, sum av røttum eigur alt tilfeingi í havinum, fær alla tilfeingisrentuna, ið er sjálvt virðið av framíhjárættinum og atgongdini til at troyta eitt lívfrøðiliga avmarkað tilfeingi.
  2. At allir føroyingar hava niðursetufrælsi at royna fiskiskap sum vinnuveg undir jøvnum kappingartreytum.
  3. At fiskivinna varandi kann rekast sum lønandi vinna, og at virðisvøksturin verður so stórur sum til ber.
Ein fiskivinnuskipan, sum ikki er grundað á hesi trý høvuðsendamál, fer eftir okkara tykki ongantíð at fáa varandi undirtøku í føroyska fólkinum. Vit halda, at tey bæði uppskotini í nýliga kunngjørda álitinum frá fiskivinnunýskipanarbólkinum um eina ‘nýggja og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar’ eru ikki nóg væl grundaði á hesi trý høvuðsendamál.
Meginbrekini við uppskotinum hjá bólkinum, landsstýrið setti, tykjast hava røtur í fløkjaligu prioriteringunum, sum bólkurin setti sær sjálvum fyri átakið. Tað er so mangt, sum ein slík fyriskipan ikki skal gera, men alneyðugt er at hava endamálini greitt fyri stavn. Har er einki endamál um at miða eftir at fáa alla tilfeingisrentuna til høldar hjá eigaranum, Føroya fólki, men ein veikari orðing um, at skipanin “hevur við sær inntøkur til tað almenna”. Og einki endamál er um so lætta og ótarnaða atgongd at kappast um rættindini, sum gjørligt. Ístaðin er sett sum eitt sera óhóskandi aðalmál við fyriskipanini, at hon “ikki darvar íløguvirkseminum í vinnuni”.
At landsstýrið setti drúgva umboðan frá verandi reiðarum í bólkin, hevur eisini havt við sær, at stórur partur av ritinum er verjutala fyri at gera teimum til vildar, sum hava rættindini um hendi frammanundan.
Úrslitið er tí eisini eitt uppskot um marknaðargrundaða fiskivinnuskipan, sum í alt ov lítlan mun roynir at tryggja Føroya fólki størst møguligan part av tilfeingisrentuni, og sum í alt ov lítlan mun roynir at tryggja, at nýggir aktørar sleppa sum lættast inn í vinnuna at kappast við verandi reiðarí um rættindini til at fiska.
Vit geva tí her eitt, eftir okkara tykki betri, boð upp á eina marknaðargrundaða fiskirættindaskipan, sum er grundað á omanfyri nevndu høvuðsendamál og sum tryggjar fría atgongd at royna fiskiskap sum vinnuveg, effektivitet og lønsemi í fiskiskapi, og at ognarrættur og avkast kemur øllum Føroya fólki til góðar.

Marknaðargrundað skipan

Upprunaliga høvdu allir føroyingar rætt til at reka fiskiskap. Men so hvørt veiðutrýstið øktist og leiðirnar trongdust, gjørdist fiskur eitt avmarkað tilfeingi. Frá yvirskipan í hagum kenna føroyingar til avleiðingarnar av at loyva óavmarkaða roynd av einum avmarkaðum tilfeingi. Úrslitið er at øll fáa minni, enn um seyðaskipanin var avmarkað í mun til tilfeingið. Soleiðis er eisini við fiskiskapi. Veiðutrýstið má avmarkast eftir tilfeinginum, til tess at fáa sum frægast burturúr búskaparliga. Tískil eru avmarkingarnar serliga til gagns fyri tey, ið sleppa at troyta tilfeingið framíhjá, og harvið fáa meira burturúr, enn um talan var um frían fiskiskap.
Hvør skal so sleppa at troyta tilfeingið í havinum? Í § 2, stk. 1, í lógini um vinnuligan fiskiskap, er longu ásett, at “Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks”. Uppskotið um Stjórnarskipan Føroya, sum allir flokkar tykjast taka undir við, staðfestir eisini at “Margfeldið á landi og á havleiðum landsins . . . er tilfeingi og ogn fólksins”.
Hóast rættindini sostatt eru felags ogn hjá okkum øllum, so vóru hesi rættindi av søguligum orsøkum latin teimum, ið virkaðu í vinnuni, tá lógin var sett í gildi í 1994, fyri 10 ár í senn. Síðani Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap kom í gildi í 1994, hevur politiski og embætisverkligi myndugleikin á henda hátt býtt hendan virðismikla rætt til úrvaldar einstaklingar.
Søla av fiskiførum við hesum avmarkaða framíhjárætti til fiskiskap hevur púra greitt víst Føroya fólki, at øgiliga stór búskaparlig virði úr felags tilfeingi okkara falla í lut teirra, sum tessvegna fingu hendan framíhjárætt frá politiska myndugleikanum.
Hesa støðu hevur Løgtingið síðani 2007 hildið vera so órættvísa, at øll fiskirættindi vórðu uppsøgd, frá 1.januar 2018 at galda, so at Løgtingið Føroya fólks vegna kundi skipa reglurnar av nýggjum, sum skulu tryggja at javnrættur fer at vera galdandi niðursetuna í fiskivinnu, og sum skal tryggja, at virðismikla tilfeingisrentan kemur øllum borgarum landsins til góða.
Umframt at vera mett órættvíst, so tryggjar býti grundað á “søgulig rættindi” ikki av sær sjálvum størsta samfelagsliga avkastið av tilfeinginum í havinum. Eins og galdandi er fyri flest øll onnur avmarkaði tilfeingi, fæst størst trygd fyri, at sum mest fæst burturúr náttúrutilfeingi, um rættindini at gagnnýta tey kunnu handlast á einum marknaði, tí hetta økir sannlíkindini fyri, at tann, ið vinnuliga er mest effektivur, verður tann, ið nýtir rættindini. Fyri at røkka endamálinum um, at virðisvøksturin í einum lønsomum fiskiskapi varandi kann gerast so stórur sum til ber, er tí neyðugt við eini marknaðargrundaðari skipan.
Men til tess at fáa eina marknaðargrundaða skipan, sum røkkur øllum trimum høvuðsendamálunum, so er neyðugt á skilagóðan hátt at áseta, hvør kann keypa, hvat ið seljast og keypast kann, og hvussu seljast skal.

Hvør kann keypa

Allir føroyskir borgarar og føroyskar fyritøkur eiga at fáa høvið at bjóða seg fram til at reka fiskiskap í marknaðarligari kapping um hesi felags rættindi, og ongin eigur at fáa fyrimun fram um onnur, og ongin skal vera tarnaður meira enn onnur.
Til at lúka hesar fortreytir er rættast at skipa ein so frítt atkomuligan marknað, sum til ber, og at skipa søluna á slíkan hátt, at flest møgulig kunnu bjóða seg fram. Ongi serlig atlit skulu takast fyri at bøta um fortreytirnar hjá úrvaldum pørtum av borgarum.
Tí verður skotið upp, at onki krav verður sett um at keyparin frammanundan eigur skip at fiska við, soleiðis at tann ið bjóðar seg fram kann leiga sær skip ella á annan hátt syrgja fyri at keypti rætturin verður brúktur.

Hvat skal seljast

Á hvørjum ári skal á lívfrøðiligum grundarlag verða ásett, hvussu stór nøgd av fiski kann veiðast úr hvørjum stovni sær. Teimum stovnum, sum Føroyar einsamallar ráða yvir, skulu myndugleikarnir á lívfrøðiligari grund áseta mest loyvdu veiðuna, meðan felags ferðandi fiskastovnar og fiskirættindi í fremmandum sjógvi verða ásett sambært sátt við aðrar partar. Hesar heildarkvotur mynda sjálva avmarkingina í tilfeinginum, og eru í sjálvum sær grundarlagið undir vinnuliga rakstrinum á hvørjum ári.
Fiskirættindi verða hereftir keypti rætturin at fiska eina ávísa nøgd av ávísum fiskaslag í ávísum tíðarskeiði. Nøgdin og fiskaslagið eru partur av ásettu hámarksveiðuni, sum ásett er fyri árið. Tíðarskeiðið, rættindini eru galdandi, kann t.d. vera ein ársfjórðingur ella eitt hálvár. Rætturin at fiska ásettu nøgdina av fiskaslagnum kann brúkast nær tað skal vera í ásetta tíðarskeiðinum. Verður hesin rættur ikki nýttur, dettur hann burtur, tá tíðarskeiðið er runnið. Eru fiskirættindini ikki brúkt í tíðarskeiðinum, detta tey burtur uttan nakað endurgjald. Hinvegin er møguleiki hjá teimum, ið hava keypt fiskirættindi, ið tørvur ikki er á, og sum ikki eru dottin burtur, at selja øðrum hesi rættindi umvegis almenna marknaðin, sum so kunnu brúka rættindini í tíðarskeiðinum, tey eru galdandi.
Fyri at skipanin í best møguligan mun skal tæna teimum settu endamálunum, er neyðugt at skeiðini, rættindini eru galdandi, eru ikki ov long, og at seldir verða passaliga smáir lutir av fiskirættindum. Henda niðurstøðan er helst mest umstríddi parturin av okkara uppskoti, og grundgeva vit tí nærri fyri henni niðanfyri – men í stuttum er argumentið, at tað skal vera so lætt at koma inn í fiskivinnuna, sum til ber. Partvíst tænir tað beinleiðis sjálvum stavnhaldinum í skipanini, at allir føroyskir borgarar skulu hava javnbjóðis niðurseturætt í fiskiskapi, partvíst er hetta til gagns fyri kappingina í vinnuni, og at enda fer hetta at tryggja tilfeingiseigaranum frægasta marknaðarprísin fyri rættindini.

Smáir rættindalutir og stutt gildistíð ein fyrimunur

Tað er ikki av tilvild, at vit mæla til at definera fiskirættindini at vera smáir rættindalutir, sum bert galda í eitt stutt tíðarskeið. Ein av trupulleikunum við uppskotinum hjá fiskivinnu-nýskipanarbólkinum um marknaðargrundaða skipan við fiskirættindum er, at fiskirættindini undir hesi skipan eru galdandi í upp til 10 ár í senn ella longur. Tvørturímóti tí, sum sipað verður til í álitinum hjá fiskivinnunýskipanarbólkinum, so økist óvissan við longdini av fiskirættindunum, tá rindast skal fyri tey. Og hetta uttan mun til, hvørt tað eru privat ella landskassin, ið selja tey. Orsøkin er, at sera trupult er at meta um búskaparligu útlitini fyri fiskiskapi so langt fram. Virðið á fiskirættindum – eins og á øllum øðrum tílíkum rættindum – er nútíðarvirðið av tí væntaða avkasti, ið hesin rættur gevur ta tíð, hann er galdandi. Væntaða avkastið er aftur tengt at vánunum fyri fiskiskap, prísum, manningarsáttmálum, rentum, tøkniligari menning í fiskivinnuni, kappingarstøðu osfr.
Tí er ógjørligt við rímiligari vissu at meta um, hvat nútíðarvirðið - og harvið rætti prísurin - er, um hyggjast skal langt fram í tíðina. At selja langtíðarrættindi og so royna at bøta um henda trupulleika við tekniskari, bureaukratiskari regulering fyri ymisk viðurskifti kann ongantíð røkka á mál, tí tað er ógjørligt í dag á skilagóðan bureaukratiskan hátt at taka atlit til øll vinnulig viðurskifti, sum kunnu broytast nógv og fleiri ferðir 6, 8 ella 10 ár frammi í tíðini. Og eitt átti søgan at havt lært okkum: at øll teknisk og bureaukratisk uppílegging í vinnuligu fortreytirnar endar fyrr ella seinni sum politiskt mál, sum aloftast hevur sáað spillu í fiskivinnuna, og tikið ta kraft úr henni, sum hon eigur undir hóskandi marknaðarkorum.
Við smáum fiskirættindalutum, ið bert galda eitt avmarkað tíðarskeið, verður spekulatiónselementið og kapitalkravið munandi minni hjá teimum, sum vilja sleppa at royna seg í vinnuni. Jú minni nøgdir tú ert noyddur at keypa og tess styttri tíðarskeið, ið neyðugt er at keypa fyri í senn, jú minni óvissa, tí prísurin á fiskirættindum fer altíð at hækka og lækka alt eftir, hvussu búskaparligu umstøðurnar í fiskivinnuni eru. Sostatt verður tað í størri mun seljarin, t.e. landskassin, ið fer at bera fíggjarliga váðan, og ikki keyparin.

Fígging til at keypa fiskirættindi

Hesin leistur fer at gera tað lættari heldur enn truplari hjá fyritøkum at fáa fígging til sítt virksemið. Eins væl og framleiðsluvirkir á landi verða fíggjað, uttan at rávøran er keypt frammanundan, ella trygd er fyri tøkari rávøru í allari framtíð, so ber eisini til at fíggja skip, uttan at eigarin hevur trygd fyri fiskirættindum 10 ár fram í tíðina. Tað, sum er altavgerandi, er, at á marknaðinum fyri fiskirættindi er vissa fyri støðugum útboði (sum tó kann hækka og lækka alt eftir lívfrøðiliga grundaðu ásetingini av fiskirættindum), og at tað er frí atgongd til henda marknað.
Avgerandi fyri um eitt skip kann fáa fígging verður tá – eins og fyri onnur virki í øðrum vinnum – hvørt tann vinnurekandi verður mett/ur at vera kappingarførur í kappingini við onnur vinnurekandi á marknaðinum fyri fiskirættindini. Um einstøku lutirnir av fiskirættindum, ið verða seldir, eru nóg smáir og gildistíðin nóg stutt, kann keyp av rættindum fíggjast yvir vanliga raksturin eins og aðrar rakstrarútreiðslur – til dømis keyp av provianti og olju, heldur enn fíggjast sum ein íløga, ið krevur stórt gjaldføri, sum kann vera trupult hjá nýggjum vinnurekandi at fáa atgongd til.

Frælsari at royna fiskivinnu sum vinnuveg

Øll byrjan er trupul, eisini sum vinnurekandi í fiskivinnu. Eingir vinnuligir karmar kunnu gera nakað við tað, men fyriskipanin eigur ikki gera gáttina inn í vinnuna hægri enn neyðugt. Við at selja fiskirættindi í smáum lutum galdandi fyri eitt stutt tíðarskeið, vera krøvini til kapital at fara undir fiskivinnu minni, enn um rættindini vera seld í stórum lutum galdandi fyri eitt langt tíðarskeið, tí neyðugt er ikki at leggja sera stórar upphæddir á borðið til tess at keypa fiskirættindi.
Tá kapitalkrøvini at bjóða seg fram í kappingini um fiskirættindini eru so lítil sum gjørligt, so missir stórt gjaldføri týdning sum kappingarparametur. Ístaðin verður avgerandi, hvørji vinnurekandi gjøgnum effektivan dagligan rakstur eru kappingarfør, so peningur verður til at keypa fiskirættindi, so hvørt tørvur er á tí. Hetta er við til at tryggja, at tað altíð eru tey effektivastu, sum eru í vinnuni, so at virðisvøksturin í fiskivinnuni verður so stórur sum til ber.
Og fáa vinnurekandi ikki raksturin at bera seg, eru tapini munandi minni, enn um viðkomandi umframt skip eisini skuldi keypt fiskirættindi, sum eru galdandi langt tíðarskeið. Tað verður tí frælsari og minni váðið at royna fiskiskap sum vinnuveg. Hetta tryggjar, so væl sum til ber, kapping og neyðuga útskifting, so skipanin ikki kemur at virka monopoliserandi og ineffektiv sum frá líður. Harvið verður høvuðsendamálið um, at allir føroyingar hava niðursetufrælsi at royna fiskiskap sum vinnuveg undir jøvnum kappingartreytum, eisini kjølfest á best møguligan hátt.

Hvussu skal seljast

Vit hugsa okkum, at fiskirættindamarknaðurin bjóðar út fiskirættindi til sølu loypandi, eitt nú ein fastan dag í hvørjum mánaði. Við loypandi sølu verður lættari hjá keyparum at laga keypið til tørvin, alt eftir árstíð, veðri, fiskiskapi v.m., so fiskirættindi ikki verða keypt uttan at koma í nýtslu.
Uppboðssølan fer fram á sama hátt sum á ‘afturlatnu’ royndaruppboðssøluni í summar. Allir keyparar fáa fiskirættindini til sama prís, sum verður ásettur á uppboðnum. Tey skip, einstaklingar ella virkir, ið ynskja at keypa fiskirættindi, lata inn eitt boð, áljóðandi ein prís pr. kilo og hvussu nógv kilo, ið ynskt verður at keypa til henda prísin. Tá øll boðini eru komin inn, verður talt saman hvør eftirspurningur er til hvønn prís. Prísurin verður ásettur soleiðis, at eftirspurningurin júst svarar til útboðið.
Undir hesum uppboðssøluháttinum verða øll vinnurekandi eggjað til at bjóða júst so nógv fyri fiskirættindini, at útreiðslurnar av at fiska keypta kvotu (íroknað avskrivingar av vinnutólum, “normalavkast” av ílagda peninginum og útreiðslur til kvotukeyp) svara til inntøkurnar av at fiska kvotuna. Tað vil siga, at um hesin prísur verður galdandi á uppboðnum, fær tann vinnurekandi “normalavkast”, men onki “yvirnormalt avkast”. Er prísurin lægri, fær tann vinnurekandi hinvegin meir enn “normalavkast” av ílagda peninginum.
Lat okkum í einum einfaldum dømi hugsa okkum, at prísurin fyri hvørt kilo á einum uppboði verður 7 krónur fyri kilo. Tað merkir, at tey vinnurekandi, ið hava boðið júst 7 krónur fyri kilo, hava samsvar millum inntøkur og útreiðslur av kvotunum til hendan prísin. Ein vinnurekandi, sum hevur boðið t.d. 8,50 krónur fyri kilo, fær sostatt vinningin millum 8,50 krónur og 7 krónur í egnan part sum “yvirnormalt avkast”, tí hesin er meira effektivur enn tey, ið buððu 7 krónur fyri kilo.
Tað, sum hendir, er, at við prísi upp á 7 kr. er útbodna nøgdin av fiskirættindum seld sum ætlað. Tey skipini, ið fáa fiskirættindi eru tey, sum fáa “normalavkast” ella “yvirnormalt avkast” við at gjalda 7 krónur fyri kilo fyri fiskirættindini. Skip, sum ikki kunnu fáa “normalavkast” ella “yvirnormalt avkast”, tá prísurin er 7 krónur fyri kilo, fáa eingi fiskirættindi. Tey høvdu jú fingið undirskot – ella í hvussu so er ikki fingið eitt “normalavkast” av keypinum - um tey rindaðu 7 krónur fyri kilo.
Sostatt verður útbodna nøgdin av fiskirættindum á hesi uppboðssøluni troytt av teimum mest effektivu skipunum, og seljarin fær samstundis rætta søluprísin fyri fiskirættindini, nevniliga nútíðarvirðið av tí væntaða avkasti, ið rættindini geva yvir ta tíð, tey eru galdandi. Hesin uppboðssøluleistur tryggjar tí, at eitt av høvuðsendamálunum verður rokkið: at tilfeingisrentan skal koma Føroya fólki til góða.

Tórshavn, 17. oktober 2016

 Hermann Oskarsson Jóannes Jacobsen  

No comments:

Post a Comment