17.1.17

Blinda eygað á tjóðini


At fáa fisk upp úr sjónum er í flestu førum einføld uppgáva, sum kortini krevur rímiliga stórar íløgur og væl vant fólk. Nøkur granskingaruppgáva er tað so ikki. Vit droymdu einaferð um at vit skuldu sita hendur í favn og tjena pengar upp á at stór útlendsk oljufeløg pumpaðu olju úr undirgrundini, tí vit skuldu fáa gyltar krónur fyri hvønn litur, sum rann burtur úr hesum ótespiliga knossi hjá privatum fyritøkum.

Soleiðis skulu vit eisini hugsa um fiskivinnu. Fiskivinna og oljuvinna eru í hasum høpi púra eins.

Ongin spurdi um legitimitetin í oljuvinnuni. Ongin spyr um legitimitetin í byggivinnuni. Men nú vilja menn tosa um legitimitetin í fiskivinnuni.

Framíhjárættindini hjá reiðarafyritøkum eru fyrst og fremst fíggjarlig, tí tey hava í fleiri tíggjuár sogið stórar partar av føroysku vælferðini úr landskassanum. Tað gera tey enn, tí tær fáa um leið kostnaðin av øllum heilsuverkinum burtur úr landskassanum í gyltum gávugóðsi.

Men framíhjárættindini eru eisini politisk, tí reðararíini hava úrvalsrætt til politiska aparatið, og legitimitet til bæði uppílegging, órógv og hóttan mótvegis fólkaræði okkara.

Misfatanin hjá teimum í fyrisitingini, at reiðararnir onkusvegna skulu takast upp á ráð, eru ikki annað enn blinda eygað hjá tjóðini. Tað, sum hetta blinda liðið otar okkum fram ímóti, er at reiðararnir skulu fáa tilfeingið mest sum ókeypis, bara teir lata onkra hissini álmussu afturfyri.

Hóast hetta man smakka flestu politikarum væl, so fer Føroya fólk illa av hesi ráðagerð. Tí framtíð Føroya er í fullan mun treytað av at fult gjald fæst til samfelagið fyri øll tilfeingisrættindi.  


Er nakað sum helst torgreitt við fiskiskapi, so er tað samspælið millum fiskiáhuga, sjómannskap og innovativan hugburð um borð á skipinum og í fyritøkuni allari.

Men soleiðis er í flestu vinnum, og tí er fiskiskapur at meta sum vanlig framleiðsluvinna.

Tí er uppgávan at skipa fiskivinnupolitikkin heldur ikki serliga torgreidd

Føroyar eiga tilfeingi í sjónum, sum er tjóðini verd eina miljard um árið, ella har á leið (ongin veit rættuliga enn hvat ið marknaðurin heldur tað vera vert)

Uppgávuna at fáa tilfeingið upp úr sjónum duga privatar fyritøkur at loysa

Sel privatum rættindini at fiska, og ríka sdamfelagið við gjaldinum fyri rættindini

Problem solved – sum amerikanarar siga.


Hóskandi leist av sama slag áttu vit at gjørt fyri oljuvinnu og alivinnu: ríkið tjóðina við tí, sum hennara er, og lat privatar fyritøkur um at gera knossið.

Uppfatanin at Føroya fólk skal samráðast við vinnurekandi um hvussu tilfeingið skal handfarast og skiftast millum partarnar, byggir á bera misskiljing – tí privat vinnurekandi eiga ikki meira rætt til tilfeingið og tess lagnu, enn tú og eg. Og vit sita ikki við borðið!

Tað er bara Føroya fólk, tjóðin øll, samfelagið, sum eigur tilfeingið. Reiðararnir eiga ongan sum helst framíhjárætt til tilfeingið.

Knossið at fáa fiskin upp úr sjónum, mást tú ikki blanda saman við virðið í tilfeingisognini. Tí tey hava onki við hvørt annað at gera.

No comments:

Post a Comment