9.2.17

Niðurskolað vælferð



Onki annað mentað og framkomið land tveitir 10% av síni vælferð burtur í ónyttu. Tað gera bara ómentað og tilafturskomin lond, um tey ikki longu eru eyðrænd.

Men so gera vit – í Føroyum.

Heldur enn olju niðanjarðar, eiga vit fisk í sjónum. Olja tømist, men tað ger fiskur ikki.

Men heldur enn at gera sum Noreg, at taka hetta sjáldsama virðið til høldar, og teljast millum ríkastu lond heimsins, lata vit alt hetta virðið fara fyri skeyti.

Náttúruvirði okkara í fiskirættindum, er eins stórt og norska náttúruvirði í oljurættindum. Hvørt einasta ár.

Hetta er búskaparfrøðilig sannroynd.

Men higartil hevur tað eydnast pengamonnum og politikarum at fjala hendan sannleikan í meira enn 20 ár.


Tey fiskirættindi og tey alirættindi, vit lata mest at kalla ókeypis av hondum, høvdu kunnað goldið alt heilsuverkið, stóran part av skúlaverkinum – og samstundis givið hvørjari miðal familju í landinum triðingin aftur av skattinum.

Hendan triðingin, føroyska miðalhúskið hevði fingið aftur, hevði verið nóg mikið til at lyft vælferðina í Føroyum upp um flestu aðrar tjóðir heimsins.

Fiskivinna og alivinna høvdu hildið fram at verið fiskivinna og alivinna. Tí tær høvdu framvegis vunnið profitt av vinnuliga virksemi sínum. Eins og allar aðrar vinnur.

Vinnueigararnir – útlendskir sum føroyskir – høvdu bara ikki verið so ovurríkir, sum teir nú eru.

Í ár man fara ein heil miljard av landinum – av okkara náttúruríkidømi. Restin fer í ørfáar føroyskar lummar.

Skal hetta halda fram?

Skal tað eydnast at ræða fólk við at "tað verður fullkomin niðurbræðing, um Hermann Oskarsson og hansara slag sleppa at experimentera við vinnuni".

Sum politiska telvingin fer fram undir pengasterka trýstinum, bendir alt á at so fer at vera.

No comments:

Post a Comment