15.2.17

Íslendska grundlógin - fólkaræðislig crowdsourcing

Í 2008 misti Íslendska fólkið púrasta álitið á øllum politiskum, løgligum, embætisligum og fíggjarligum stýrisvaldi í landinum, og skjótt varð greitt at uppgerðin fór at enda í upprudding í skipanarligu viðurskiftum landsins.

Í 2009 samtykti Íslendska Altingið at framferðin móti nýggju grundlógini skuldi í trimum stigum fara soleiðis fram, at (a) setast skuldi ein Tjóðfundur, (b) tilnevnast skuldi ein Grundlógarnevnd, og at (c) haldast skuldi val til Grundlógarráð.

Vert er her at leggja sær í geyma, at Altingið sjálvt samtykti at bæði fólkaræðisliga politiska valdið, Altingið sjálvt, Íslendska stjórnin og hennara embætisverk (útinnandi valdið) og dómsvaldið, skuldu ikki vera tengd at tilgerðini av grundlóg landsins.

Nettupp tí at grundlógin skal vera sjálvstøðugi grundvøllurin, sum sjálvt fólkaræði stendur á, og sum millum annað skal leggja bond á tey valdsamboð, sum í grundlógini verða staðfest.
Í 2010 varð Tjóðfundurin settur í Laugardalshøllini, har væl um leið túsund væl fyrireikað fólk hildu ein heilan stórfundardag, sum endaði í eini áheitan um at halda fram við tilgerðini av grundlógini eftir ásettum treytum og reglum og uppritum um evnisinnihald.

Tey túsund fólkini á tjóðfundinum vóru funnin við tilvildarligum úrdrátti úr fólkayvirlitinum, so at tey umboðaðu breiddina í fólkinum, uttan nakra sum helst politiska ella embætisliga ráðagerð.

Fundurin sjálvur var væl fyrireikaður við almennari luttøku í mest atkomunigu sosialu miðlum, sum tá funnust, og var Tjóðfundurin eitt slag av ”crowdsourcing” av hugskotum og av fólkaræðisligari viðgerð.

Burtur úr hesum áheitanum skrivaði síðani Grundlógarnevndin eitt rúgvismikið verk um einstøku greinirnar, eisini í sera opinskárari tilgongd og við umfatandi luttøku frá servitandi fólki og øðrum, við virðismiklum íkasti til viðgerðina. Hetta var mest at kalla vitanartilgongdin, sum eisini var hildin uttan fyri politiska valdið, men sum umvegis heimasíðu og sosialar miðlar fekk íkast bæði heiman og fjar.

Síðani var val hildið til Grundlógarráðið í 2010, har fleiri enn 500 stillaðu upp til val til teir 25 sessirnar, sum vóru í grundlógarnevndini.

Eg meini so avgjørt at tað var Ólavssøkudag í 2011, at Grundlógarráðið legði fram sokallað frumvarp til stjórnarskrá ella grundlóg landsins, sum í høvuðsheitum var framhald av teimum ynskjum, sett fram á Tjóðfundinum tvey ár frammanundan.

Síðani hevur politiska valdið framt fleiri átøk til at fáa broytt úrslitini av hesi fólkaræðisligu tilgongd, sum bæði ganga ímóti ynskjunum á Tjóðfundinum og uppritinum frá Grundlógarráðnum. Fólkaatkvøðan, sum var ein hornasteinurin undir tilgongdini, hevur enn ikki verið hildin..

Lagnan hevur síðani verið vond við íslendska fólkaræðið. Í ongum øðrum norðurlandi er álitið á politiska valdið, embætisvaldið, lógrættustovnar landsins og tíðindamiðlar so vánaligt, sum í Íslandi. Politiska stríðið er hart, og enn er grundlógin ikki komin ígjøgnum tey tvær Altingssetur, sum kravt er.

Hetta var, so frægt eg veit, tilgongdin til ger av nýggju Íslendsku grundlógini, ella stjórnarskránni, sum tey kalla hana. Veit onku at rætta mistøk, eru tey vælkomin at gera vart við seg.

Her eru slóðir til upplýsingar:

No comments:

Post a Comment