14.2.17

Stjórnarskipanin - hjá hvørjum ?


Stjórnarskipan Føroya skal leggjast til fólkaatkvøðu flaggdagin næsta ár.

Stjórnarskipanin hjá hvørjum?

Hjá hvørjum mannsbarni í Føroyum?

Og hjá hvørjari armari sál, sum her skal búgva komandi øldir?

Men sig mær – hvussu skulu hesi neyðars fólk taka støðu til eina heila stjórnarskrá, sum tey onki hava havt við at gera?

Eitt verk sum embætisverk og politikarar hava bølt omanyvir í nærum tjúgu ár. Av berum klandri og kaldari øvund.

Men eftir mínum tykki er tað einki minni enn ódemokratisk kvettroynd at biðja fólkið taka støðu til eitt so umfatandi lógarverk. Sum tey ikki eiga lut ella deil í, og ongantíð hava sæð!


Tá er man sum politikari komin heilt ógemeina fjart burtur frá tí fólki, her býr, og frá tí veruleika, her valdar.

Tað ber ikki til at fara við tí, sum skal vera so berandi bulur undir okkara samfelagsskipan, sum var tað eitt samgonguskjal ella annað taktiskt smárit, sum verður framleitt í politisku umsitingini.

Eg kann frá mínum sessi siga, at einstøk av brotunum í uppskotinum um stjórnarskipan, eru illa greidd úr hondum, og eru als ikki egnað sum grundsetningar í stjórnarskipanini.

Og Føroya fólk hevur á ongan hátt verið við í tilgerðini av tí, sum tey skulu átaka sær at góðkenna ella vraka.

Stjórnarskipanin er ikki tilevnað sum eitt fólksins skjal, í átakinum at gróðurseta øll hesi breiðu og góðu hugtøk í fólkinum sjálvum.


Hetta er ikki tjóðarverkið um okkara framtíð, men partapolitiskar neyðsemjur, ritaðar á knívsegg.

Takið hasa fólkaatkvøðuna aftur, og fari heldur undir at tilevna eina stjórnarskipan saman við tí fólki, tit halda tykkum umboða.

2 comments:

  1. Eg kom at hugsa, um at eingin annar í nøkrum øðrum landi hevur fingið møguleika at taka støðu til landsins stjórnarskipan.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Har haldi eg at tú fert skeiv(ur). Okkara nærmasti granni, Ílsland, hevur enn til viðgerðar eina grundlóg, sum frá fyrsta stavi til endaliga skap er smíða í einari opnari og fólkaræðisligari tilgongd. Tú kanst lesa meira um tilgongdina her: http://stjornarskrarfelagid.is

      Delete