19.7.17

Hvat vigar meira – eitt kilo av fjøður ella eitt kilo av blýggi?

Útvarpið hevur júst havt sending um búskaparliga týdningin av havinum og fiskinum, og har var ikki ov lítið gjørt av.
Fiskivinnan og alivinnan eru útflutningsvinnurnar burturav, tað skerst ikki burtur.
Men tær skapa tó ikki annað enn sína egnu løn og sítt egna avlop til reiðaríið ella fyritøkuna. Akkurát sum allar aðrar vinnur.
Fiskivinna og alivinna hava haraftrat tann serliga týdning fyri landsbúskapin at tær tjena útlendskt gjaldoyra. Útflyta vit ikki ríkiligt av fiskavørum, fáa vit ikki fremmant gjaldoyra til at keypa teldur, tomatir og tuflir fyri.
Tað segði sendingin ikki so nógv um. Útvarpssendingin gevur harafturímóti lurtaranum fatan av at inntøkan í fiskivinnuni er hon, sum skumpar alt annað virksemið í gongd í landinum.
Og her fóru tey skeiv í Útvarpinum. Tað skal til teirra umbering sigast at hetta mistakið gera so mong onnur eisini.
Um so var, at fiskivinnan er hon sum skumpar undir alt annað virksemi, svara mær so spurninginum hví búskapurin og vælferðin vaxa alt meira og meira so hvørt sum inntøkurnar frá fiskivinnuni bara minka sum partur av heildini?
Og sig mær hví hjólini mala alt skjótari og skjótari, hóast vatnið í ánni bara fjarðar og fjarðar?
Nei, vell?
”Súlan er góð”, mugu tey siga í Mykinesi, so súlufuglurin ikki hvørvur. Fiskivinnan og alivinnan eru góðar vinnur, eins og aðrar við. Men betur enn tað eru tær so heldur ikki. Báðar eru tær búskaparligt virksemi, eins og hýruvognskoyring, klippistovur, arkitektar, handil og so mangt annað, sum svar til eftirspurn eftir vøruni ella tænastuni.
Hvør er so munurin á fiskivinnu og einhvørjari aðrari vinnu?
Lat okkum royna eitt tankaexperiment við útróðrabátinum og hýruvogninum.
Sambært  sendingini í Útvarpinum hongur búskapurin soleiðis saman, at hvør hundraðkrónuseðil frá útróðrarbátinum á mystiskan hátt ”skapar” minst fýra nýggjar hundraðkrónuseðlar, meðan inntøkan hjá taxabilinum bara er tað hon er – hundrað krónur. Har hendir ikki meira.
Men hvussu ber tað til?
Tá báturin leggur frá landi til fiskiskap, fer ein taxabilur at koyra í Havn. Dagin eftir avrokna báðir, útróðramaðurin og bilstjórin, og fara heim við hvør sínari inntøku. Morgunin eftir fara teir til handils og standa báðir um fimmtíðina framman fyri skivuna hjá Astu á Vaglinum í Havn. So undarliga vil til at báðir keypa fyri 100 krónur í part í bløðum, sigarettum og lakressbommum, og gjalda kontant, sjálvandi. Klokkan ellivu um kvøldi fer Asta við báðum hundraðkrónuseðlunum niðan í bankan, haðani báðir seðlarnir dagin eftir fara í so ymsar ættir.
Tá bankin letur upp aftur morgunin eftir – hvussu skal so tann eini hundraðkrónuseðilin seta ferð á meira enn hin seðilin? Hvussu skal eftirspurnin hjá teimum umborð á skipinum skumpa meira undir búskapin enn eftirspurnin hjá øllum hinum?
Nei, vell?
Tey sum minnast Ólav í Horni í Havn, hóma her ein hægri sannleika, tí hann vitsti so mangan burtur úr einfaldum søgum at finna gullkorn. Ein søga tey pentaðu upp á hann var hendan: ”Hvat vigar meira – eitt kilo av fjøður ella eitt kilo av blýggi?” Tja, tey viga sjálvandi bæði eitt kilo, heldur tú - ”Men tað sigur tú ikki tá tú hevur mist tey á tærnar”.
Nakað soleiðis var søgan í Útvarpinum. Tann eini hundraðkrónuseðilin sveiggjaði meira við stertinum enn hin.
Tí sjálvandi skapa summar vinnur ikki meira røring enn aðrar vinnur. Tá sjúkrasysturin, hýrubilstjórin og pedagogurin fara til handils hevur tað ikki minni ávirkan á samfelagið enn tá fiskimaðurin ella reiðarin fara til handils.
Munurin millum vinnurnar er heldur tann, at fiskivinnan og alivinnan veita fremmant gjaldoyra til landið, sum vit keypa útlendskar vørur fyri, meðan flestu aðrar vinnur skapa vælferðartænastur og vørur til brúks heima í Føroyum.

Tað skulu vit bara vera glað fyri, og soleiðis virka allir aðrir búskapir eisini.

No comments:

Post a Comment