3.8.17

Broytingarsinnað hóast siðbundin


Hóast føroyingar sum heild tykjast halda fast um siðaarvin: at fiskivinnan er hjartatátturin í samfelag okkara. so tykjast teir samstundis sinnaðir at broyta vinnuligu treytirnar hjá reiðarafyritøkunum.

Vit taka ábyrgdina av okkara egnu nútímans samfelagsviðurskiftum hóast vit ikki kvetta allan trúskap móti gomlum virðum. 

Í eini spurnarkanning við árslok 2014 hildu heilir fýra av hvørjum fimm føroyingum (millum 78 og 84 prosent) at tað er fiskivinnan, sum skapar inntøkurnar í landinum. Um leið eins nógv (millum 77 og 82 prosent) hildu eisini at tað er fiskivinnan sum ber búskapin uppi og fær samfelagshjólini at mala. Sløk helvtin av veljarafjøldini (millum 45 og 53 prosent) helt eisini at útflutningur hevur størri týdning enn annað vinnuligt virksemi.

Næstan triði hvør veljari helt at fiskivinnan skal hava lagaligari treytir at virka undir enn aðrar vinnur, meðan sløk helvtin (millum 41 og 49 prosent) helt ikki at fiskivinnan skuldi hava lagaligari treytir.

Føroyingar hava tí heilt greitt onkra sosialt og mentaliga arvaða felags fatan av hvussu búskapurin virkar, tá um fiskivinnu og framleiðslu ræður. Og ein av beinleiðis niðurstøðunum av hesi samfelagsfatan er honl, at fiskivinnan skal hava lagaligari treytir at virka undir, enn aðrar vinnur hava.

Men samstundis vóru um leið sexti prosent (millum 58 og 65 prosent) ímóti at lata reiðaríini fáa fiskirættindini ókeypis, og meira enn helvtin (millum 52 og 59 prosent) segði seg taka undir við uppskotinum hjá Búskaparráðnum um at lata fyritøkurnar gjalda fult gjald fyri fiskirættindini ( einar 900 milónir samanlagt).

Hvussu hongur hetta alt saman?

Hvussu ber tað til at veljararnir halda fiskivinnuna ber øllum uppi og vilja geva henni lagaligari vinnutreytir enn øllum hinum – men samstundis vilja veljararnir hava tey ið reka fiskivinnu, at gjalda í dýrum dómum fyri rættindini at fiska?

Eg haldi at vit arva mentalig og sosial virði frá foreldrunum, frá ymsum autoritetum og frá hvørjum øðrum. Hesi virðini gerast felagseyðkenni, sum eru við til at skapa samanhangin í samfelagnum.

Men tá vit skulu taka støðu til konkretan politikk, tá eru vit ikki so trúgv (ortodox) móti mentalig og sosialu virðunum. Tí førningurin er ikki bara hesi virðini. Vit hava eisini eitt aktuelt lív við familju, arbeiði, vinum, grannalag og nútímans politiskum hugsjónum.

Virðini, vit arva og varðveita, umboða hina konservativu kjarnuna í uppfatanini av samfelagnum, men hesi virðini halda mangan ikki stevið við gongdina í lívinum sjálvum, og koma tí í andsøgn við meiningarnar hjá okkum um dagsins átroðkandi mál.

Í so máta eru menniskju herliga liðilig. Einu løtuna er hin fasttrúgvandi kristni ímóti samkyndum parlagi, tí arvaðu setningarnir loyva tí ikki. Næstu løtuna er sama fólk framvegis fasttrúgvandi kristin, men viðurkennir samkyndan kærleika og sjálvt parlagið.  Kanska eisini giftarmálið.

Tað ber væl til at halda samfelagið standa og falla við fiskivinnuni sum altavgerandi kraft,  samstundis taka fult gjald fyri fiskirættindini, sum eru ogn Føroya fólks. Tey skulu latast til vinnuliga nýtslu, so ella so. Besti mátin er at lata feløg kappast um avmarkaðu rættindini, heldur enn at velja og vraka millum umsøkjararnar, og soleiðis gera grovan mismun manna millum.

No comments:

Post a Comment