28.5.21

16 miljardir horvnar úr búskapinum

Hóast eg her má taka nakað aftur av tí, eg í eini fyrri grein skrivaði, skal eg fyrst siga at yvirskriftin mestsum er óbroytt – 16 miljardir eru framvegis horvnar úr búskapinum. Tessvegna má eg strika fyrra braneggjaða uppáhaldið at heilar 16 miljardir eru horvnar úr hagtølunum, men halda fast um tann meira álvarsliga veruleikan at 16 miljardir eru horvnar úr búskapinum. Síðani má eg kortini biði um umbering fyri mistakið og má taka tann partin aftur í meg, sum skeivur var.

Seinastu tíggju árini hava fíggjarligu avlopini á viðskiftunum við útheimin verið samanlagt 16 miljardir. Av búskaparligu úrtøkuni eru sostatt framvegis fluttar 16 miljardir í útlond, heldur enn at vera til gagns í føroyska búskapinum. Størri var mistakið ikki.

Hesar miljardirnar eiga vit at síggja aftur sum vøxtur í ognunum uttanlands, netto. Men tað gera vit ikki. Ein orsøkin til at tær ikki síggjast aftur sum vøxtur í nettoognunum er serstakliga, at upp ímóti teimum eru marknaðarvirðini á ognum hjá útlendingum í Føroyum vaxnar tilsvarandi. Á partabrævamarknaðinum eru ognirnar hjá útlendingum vaxnar nær um eins nógv og avlopini í búskapinum hava verið hesi árini.

Í eini fyrri grein gjørdi eg tað mistak, at halda broytingina í nettoogn upp ímóti gjaldsjavnanum, tí tey bæði eiga at geva á leið sama úrslit um áramál. Fyriuttan júst broytingar í marknaðarvirðum. Í flestu londum eru broytingar í bæði ognum og skuldum, so at hesi um áramál javna seg móti hvørjum øðrum.

Soleiðis er bara ikki í okkara føri, tí at útlendsku partabrævaognirnar í Føroyum eru í stóran mun skrásett virði á børsinum, meðan ognin hjá føroyingum uttanlands í nógv minni mun er skrásett partabrøv. Tí megnar risa vøxturin í marknaðarvirðinum av heilt fáum føroyskum fyritøkum, at fjala út yvir ta sannroynd, at 16 miljardir eru horvnar úr føroyska búskapinum í onnur lond at standa.

Tað vikar altso einki við at føroyski búskapurin hevur lagt 16 miljardir eftir seg uttanlands, sum er í ogn hjá føroyskum eindum – fólkum, feløgum og øðrum eindum.

At 16 miljardir eru horvnar úr búskapinum í tíggju ár, stendur tí framvegis fast. Tað er í sjálvum sær tekin um at partar av búskapinum savna stór avlop, og síggja ikki betri íløgur enn tær uttan fyri landoddarnar. 

Hvør ið eigur tær, er tað sum illa upplýst er. 

Um somu tíð, hava avlopini hjá stóru reiðaríunum og alifyritøkunum verið risa stór. Samstundis hevur uppgerð hjá Hagstovuni víst, at ójavnin er vaxin og broyttur munandi, tí at ríkasti parturin av borgarum hevur fingið meira burtur úr enn restin.

Í fyrra lagi eigur at verða kannað í hvussu stóran mun føroyskir myndugleikar fáa upplýst sonnu ognirnar uttanlands, tí tað eru ikki sjálvvirkandi skipanir sum slatra um alla ogn hjá føroyingum uttanlands. Ivi er tí um hvussu stórar ognirnar uttanlands eru. 

Í øðrum lagi hevur tað serstakan áhuga at vita, hvussu hendan ogn er býtt millum tegnar landsins - feløg, fyritøkur og onnur. Eitt nú er nettoognin hjá ”Fíggjarligum fyritøkum” vaxin 9 miljardir. Hvussu nógv av hesum er ogn hjá pengastovnum, pensjónsgrunnum og hvussu nógv hjá fíggjarligum haldfeløgum, er tíverri ikki upplýst.

Skulu vit hava hagtøl sum geva ábendingar um býtið av virðunum í samfelagnum, so skulu munandi betri upplýsingar fáast til vega um ognir føroyinga uttanlands.

No comments:

Post a Comment