28.11.21

Hvør betalti tá ríkisveitingin minkaði?


Í 2002 minkaði ríkisveitingin ein triðing, um leið 366 miljónir, og síðani hevur veitingin verið føst, uttan at vaxa við búskapinum. Tí minkar veitingin framhaldandi. Øll gjøld úr Danmark taldu um 22 prosent av almennu inntøkunum áðrenn 2002 og telja í dag bara 9 prosent. 

Hvussu hava vit sum samfelag megnað at borið hesa byrðina, vit løgdu á egnar herðar?

Hugsa vit bara um hvussu vit hava bøtt inntøkurnar hjá landinum, ber til at samanbera hvør nú betalir meira enn áður, og hvør betalir minni.  

Sjálvandi betalir danska ríkiskassin minni, men hvørjir føroytingar betala so meira nú?  

Her fara vit ikki í smálutir við spurninginum, men líta at stóru heildini. Talvan niðanfyri vísir hvussu fíggingin av tí almenna hevur verið hesi árini. 


Fyrsta skeiðið eftir skerjingina guldu føroyskir skattaborgarar alla rokningina. Skattir og nýtslugjøld fóru upp, so at tey tey borgaðu fyri 88 prosentum av almennu inntøkunum. Seinastu árini er so tað gleðiliga hent, at Løgtingið hevur tikið inn gjøld fyri rættindi at gagnnýta tilfeingi Føroya fólks.  

Samanbera vit skeiðið undan skerjingini, 1998-2001, við seinasta skeiðið í talvuni, 2016-2020, betalir danski ríkiskassin 13 prosent minni, meðan føroyski borgarin betalir 9 prosent meira av almenna rakstrinum. Men nú betalir náttúrutilfeingi Føroya fólks 4 prosent av almennu inntøkunum. 

Tað er nýtt, og tað er gott.  

Tað er gott, tí at slíkar almennar inntøkur órógva als ikki búskapin.  

Hvørja ferð skattir hækka, skulu løntakarar og brúkarar taka støðu til hvussu nógv tey hava ráð at keypa, hvussu nógv ið sparast kann, og ikki minst hvussu nógv ið arbeiðast skal.  

Tí siga vit at skattir órógva, og tí siga vit at tilfeingisgjøld órógva ikki.  

Dyrsturin um hvør ið skal gjalda fyri at danska fíggingin av føroyska búskapinum tódnar, er ein dystur um politiska makt. Hvør man fara at hava maktina til at noyða hin partin at gjalda, tá av tornar?

No comments:

Post a Comment