13.1.23

Eg ein stóran og Føroyar ein lítlan

Bæði í íslendskum og føroyskum vinnupolitikki eru veiðirættindini latin úrvaldum ókeypis at hava, hóast ávísur lógartekniskur munur er á hvussu væl tryggjað privati frammíhjárætturin er. Í hvørgum landinum er fræls atkoma til at reka fiskiveiði, og nýkomnar fyritøkur mugu keypa sær rættindini frá teimum, sum hava tey í hendi. Ríkið hevur tryggjað teimum úrvaldu frammíhjárætt (exclusive rights) og átikið sær at verja tann rættin móti øllum øðrum borgarum.

Trýstið frá almenninginum at fáa lut í úrtøkuni av náttúrutilfeinginum (tað veri seg alifirðir ella fiskastovnar) hevur verið so frægt óvikandi og avgjørt, at stjórnarvaldið hevur kortini kennt seg noytt at leggja ikki heilt einkisverd gjøld á úrtøkuna í vinnunum, sum troyta náttúrutilfeingi undir almennum ræði. Gjøldini eru kortini øgiliga lítil í mun til marknaðarvirðið á exklusivu rættindunum.

Tað tykist kortini sum taka føroyskir myndugleikar eitt vet størri part av framleiðsluvirðinum hjá fiskiveiðifyritøkunum í veiðigjaldi* enn íslendskir myndugleikar taka. Í hvørgum føri er gjaldið nevnivert til støddar – í miðal árini 2012 til 2021 vóru tey 7,2 prosent av framleiðsluvirðinum** í Føroyum og 4,9 prosent í Íslandi.

Vegna tess at politisk atlit avgera støddina á veiðigjøldum og tøkugjøldum, verður tað mest av øllum ímyndingin hjá politikarum av støðuni millum veljararnar, sum fer at avgera hvussu stóran part av tilfeingisrentuni verður tikin til høldar. Støðan millum veljararnar er ikki einføld at meta um, og persónlig atknýti hjá einstøku politikarunum til vinnurekandi og til starvsfólk í vinnugreinunum báðum eru ikki týdningarleys heldur.

Undir uppboðssølunum frá 2011 til 2018 guldu fyritøkurnar so frægt fyri veiðirættindini, at upphæddirnar svaraðu til um leið helvtina av avreiðingarvirðinum av makreli og av sild. Nøgdirnar á uppboðnum vóru ikki stórar, og keyparaskarin sera avmarkaður, tí at teir frammanundan skuldu hava fiskifar við fiskiloyvi. Kappingin var tí mest at kalla innangarðs.

Hetta merkir so eisini, at politiskt ásettu veiðigjøldini, eru rættuliga langt burtur frá tí, sum fyritøkurnar sjálvar undir uppboðssøluni mettu at vera tilfeingisrentuna. Tá keypararnir buðu upp á rættindi á uppboðssøluni, vildu teir fegnir loysa endarnar, bara teir fingu helvtina av veiðivirðinum í sín part. Soleiðis avdúkaðu fyritøkurnar marknaðarligu metingina av tilfeingisrentuni at vera um leið helvtina av avreiðingarvirðinum av makreli og sild.

Roknað sum partur av virðisøkingini eru veiðigjaldið í fiskiveiði og tøkugjaldið í aling í Føroyum ikki heilt ólík í stødd, tó at tøkugjøldini frá alivinnuni eru eitt vet minni enn veiðigjøldini. Í miðal taldu tøkugjøldini 11 prosent og veiðigjøldini 14 prosent av virðisøkingini***. Sambært Skattanevndini í 2017, fær Føroya fólk bara ein evarska lítlan brotpart av tilfeingisrentuni, tá laxaprísirnir eru so høgir sum teir hava verið seinastu árini. Bróðurparturin fer til partaeigararnar.

Eftir meira enn 10 ára politiska togan hava fyritøkurnar í fiskiveiði sostatt bæði megnað at varðveita virðismikla frammíhjá rættin til fiskiveiði og rættin til meginpartin av tilfeingisrentuni í sín part. Føroya fólk fær bara ein lítlan brotpart av tilfeingisvirðinum í sín part. Eftir tí at døma hevur trýstið frá veljarafjøldini havt minni árin á politikkin enn áeggjanin hjá teimum sum eiga fyritøkurnar.


Fótnotur:

* Í Føroyum er partur av veiðigjaldinum komið inn sum gjald á uppboðssølu, meðan tey í ìslandi eru øll fyrisitingarliga ásett veiðigjøld.

*At rokna veiðigjøldini í mun til framleiðsluvirðið hevur tann fyrimun, at tað hugtakið svarar best til virðið á veiðini sjálvari, sum síðan kann metast upp ímóti tilfeingisrentuni, sum av royndum tykist vera upp ímóti helvtini av veiðivirðinum.

***Í hesum samanburði verður roknað í mun til virðisøkingina, tí í mun til fiskiskap er so stór ráevnisnýtsla í alingini, at framleiðsluvirðini eru ikki sambærlig. Virðisøkingarhugtakið er kortini eins í vinnunum báðum, sum tí verður brúkt sum grundarlag í samanburðinum.

 

No comments:

Post a Comment