2.1.23

Ikki fullan prís, men ein "rímiligan" penga

Lazarus tráar eftir molunum frá borðinum hjá ríka manninum

Ein munandi, men rı́miligur partur av tı́ serstaka vinninginum – tilfeingisrentuni – sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið. ” Soleiðis skriva samgonguflokkarnir í semjuskjalinum, sum vísa skal kósina komandi fýra árini.

Tað vil siga at alifeløgini og reiðaríini skulu gjalda ein ”rímiligan” part av tí marknaðarvirði, sum Føroya fólk kundu havt fingið fyri vinnuliga atgongd til náttúruogn sína. Ikki fullan prís, men ein rímiligan penga.

Hvussu fáa vit at vita hvat ið hendan samgongan meinar við rímiligheit í gjaldi fyri tilfeingi? Vell, vit kunnu í hvussu er staðfesta at sama CEF samgonga – tann frá 2015-2018 – gav Føroya fólki minni part av avlopinum hjá bæði uppsjóvarvinnuni og alivinnuni, enn júst uppsagda borgarliga samgongan. Tey árini fyrra sonevnda liberala samgongan ráddi, komu 26 prosent av avlopinum inn í Landskassan. Tey tvey higartil uppgjørdu árini sum seinna konservativa samgongan sat, komu 40 prosent av avlopinum inn í felagskassan.

Bárður, Jørgin og Jenis góvu snøgt sagt Føroya fólki meira av tilfeingisrentuni enn Axel, Høgni og Poul.
Gita mær so hvussu so fer at vera við CEF hesu ferð, nú tey lova rímiligan part.

Hvat tey meina við rímiligan part nágreina tey í skjalinum soleiðis: ”Tilfeingisgjøldini verða sett við atliti at inntøku og framleiðslukostnaði hjá vinnuni.” Veikari kann tað helst ikki formulerast.

Hvat ið verri er, so tykjast hesir flokkarnir hava gloymt púra sjálvsagda vinnurættin hjá øllum borgarum, tí jøvn kapping um atgeingi til vinnuligt virksemi í fiskiskapi er púra burtur úr samgonguskjalinum. Í minsta lagi tóktist fyrra CEF samgongan at miða eftir javnari atgongd til vinnuligan rakstur í fiskiveiði, og at gera enda á teimum frammíhjá rættindunum, sum tó enn eru galdandi. Heldur enn at lata úrvaldum borgarum frammíhjá rættindi til vinnurætt í fiskiveiði, skuldi vinnurætturin gerast frælsur umvegis uppboðssølu.

Hesum hava tey eftir skjalinum at døma púra slept í endurføddu CEF samgonguni.

No comments:

Post a Comment