7.8.06

Kunnleiki og tálgapannukaka

Hetta er fyrstu ferð at eg eri í Føgrulíð. Og eg havi ongantíð verið á Skarði, haðani háskúlaættin mestan er ættað. Nú nevndi eg okkum háskúlaættina, uttan at ætla tað frammanundan, so lat meg bara brúka høvið her fremst í textinum at sláa fast, at talan er so sanniliga um eina háskúlaætt, hóast vit ikki hava fleiri felags forfedrar enn hjúnini á Skarði Jóhannes og Elsu. Sjálvt um vit so haraftrat hava ættfedrar øg ættmøður úr Havn og Miðvági, frá Gjógv, úr Vestmanna, Fugli og Skálavík – so eru vit í ond kanska fyrst og fremst háskúlaættin.
Eg skal ikki siga at eg havi beinvegis skammast av tí, at eg havi verið so lítið ættkærur við hetta fólkaslagið og at eg ongantíð havi vitja tey halgu støðini – Føgrulíð og Skarð -  men onkuntíð hevur mær kortini tókst, at onnur hava hildið meg gjørt fedrunum til skammar.
Men tað havi eg slettis ikki.
At vera av háskúlaættini er nakað heilt serligt. Tí tað er ikki knýtt at stað og tíð. Tað er ikki knýtt at barnaføðingardøgum ella ættarveitslum. Í háskúlaættini er meira og annað enn sama blóð og felags DNA streingir, meira og annað enn stór kjálkabein og hangandi yvirvørr - so sum tiltikna myndin av manningini av Skarðsbátinum vísur.
At vera av háskúlaættini er ein mentafelagsskapur. Man kundi kanska eisini kallað tað eina ideologiska familju – uttan at talan er um simplan politikk.
Hetta var so tað eg ætlaði at siga nøkur fá orð um.
Mamma, sum doyði í fjør summar, var tað seinast av børnunum hjá háskúlamonnunum, sum uppald er í háskúlatúninum. Tann síðsti av ættarliðinum, sum skilti søguna sum hon veruliga var, tí hon var ein partur av søguni sjálvari.
Vit onnur eru bara áskoðarar, sum síggja háskúlastarvið sum søgu, eins og øll onnur. Men kortini hava vit av triðja ættarliði fingið ein brand í arv – eins og føroya fólk alt.
Arvar tú vakurt vaxtrarlag ella mishátta gron, so er bara eitt at gera – og tað er at liva við arvinum.
Men tankagóðsið, vit arva, mugu vit sjálvi skera upp, eins og nýprentaða bók. Hon skal lesast fyrstu ferð, setast í hyllina aftur til varðveitslu, lesast umaftur so vit skilja hana alt betur og betur.
*******************

Áðrenn eg verði ótoluliga romantiskur, skal eg fortelja tykkum um døgverðan hjá mammu.
Tað var ikki fyrr enn eg var vaxin, at eg fann út av, at ein av døgverðunum heima hjá okkum, var øðrum heilt fremmandur.
Ongin kendi tálgapannukaku!
Úti á Háskúlanum fingu vit tálgapannukaku til døgverða, minst líka so ofta sum vit fingu turran seið. Og hendan døgverðan fingu vit eisini eftir at vit vóru flutt av Háskúlanum.
Tálgapannukaka er ikki serliga heilsugóður kostur, men heldur ætlaður at stappa í búkin til fyllu saman við nógvum eplum.
Ná, men uppskriftin er einføld. Tú bakar nakrar pannukakur – einar tíggju ella tólv (alt eftir tjúgd) – men sukur skal ikki vera í deigginum. Tá tú hevur stoytt deiggið á pannuna stroyir tú nakrar molar av smátt karvaðari salttálg á pannukakuna.
Pannukakurnar verða lagaðar oman á hvørja aðra, sum vant, men tær verða ikki blaðaðar sundur aftur at eta. Hendan lagkakan av tálgapannukakum verður sett á borðið saman við nýkókaðum eplum – og voilà! – har er døgverðin. Kakan verður skorin sum lagkaka.
Tað var ikki fyrr enn hálvvaxnu vinir mínir spurdu meg hvat hatta var, at eg skilti, at tálgapannukaka var ein partur av háskúlaarvinum.
Tað er nú eingin glitrandi gripur at arva.
Tálgapannukakan er føroyska háskúlaútgávan av donsku ”flæskepandekage”. Nær hon gjørdist háskúlamatur, veit eg ikki, men eg eri sannførdur um, at teir báðir Rasmus og Símun hava umsett hana til føroyskt, eftir at hava fingið ”flæskepandekage” á donskum háskúlum. Tí ”flæskepandekage” var kostur hjá ómúgvandi donskum bygdafólki. Ella kanska var tað Sanna av Skarði, hendan beistaktiga undirfundiga havnarkonan, sum hevði uppskriftina heimaftur við sær.
Eg havi eina ella tvær ferðir roynt at seta tálgapannukaku á borðið sjálvur, men ikki fái eg hana at smakka so sum eg minnist hana smakka. Eg kann sjálvandi royna umaftur, men eg kann eisini lata vera.
Tí hvat er tað, eg varðveiti, tá eg geri ein døgverðarætt, sum fyri hundrað árum síðan var settur á borðið fyri háskúlanæmingunum og fyri háskúlafamiljunum? Ein føðslufátækan fyllurætt, sum var íkomin av vøruneyð og penganeyð?
Hevði tað ikki verið ein innantómur siður, leystikin frá upphavinum, um eg setti mær fyri at halda fast við tálgapannukakuna sum døgverðamat?
Ella hevði tað bara verið ein hugnaligur og meinaleysur heimasiður av Háskúlanum?
Lat meg nú ikki billa tykkum inn, at eg standi uppi yvir køksborðinum og filosoferi meg út í moralskan ambivalens, tá eg skal kóka døgverða. Nokk taki eg matgerðina í álvara, men ikki so seriøst.
So tað snýr seg kanska meira um alla restina av háskúlaarvinum – heldur enn um tálgapannukakuna sum døgverðamat.
Ikki bara eru háskúlamenninir báðir og konur teirra langt síðani deyð. Øll børn teirra eru nú eisini farin hiðani, og tað er enntá farið at tynnast millum millum næmingarnar á ”upprunaliga” háskúlanum – um man kann siga so.
So tað verða ikki Rasmus og Símun, sum fara at enduruppfinna háskúlan. Ongin av børnum teirra fer at taka orðið. So eftir eru bara vit, sum ikki vóru til staðar. Vit, sum hava lisið meira um háskúlan, enn vit hava sæð til hann. Vit, sum halda okkum vera ein part av háskúlatankanum, uttan ordiliga at vita, hvat tað í veruleikanum var.
Man kundi til stuttleika spurt seg sjálvan hendan spurningin:
Hvat høvdu hesir báðir initiativríku og djørvu háskúlamenninir báðir tikið stig til, um teir livdu í dag?
Men tað skuldi so bara verið til stuttleika, tí vit høvdu sjálvandi ikki vitað at svara fyri teir. Sannleikin er tann, at vit høvdu hvør sær sett okkum mál, sum vit sjálvi høvdu hildið verið tað rætta. Ikki teir, men vit.
So, tí fari eg at spæla við tankan.
Fyrst má eg fortelja tykkum, at Hagstovan gjørdi í 2006 eina rímuliga stóra spurnarkanning, sum skuldi geva okkum eina hóming av útbúgvingarstøðinum í landinum.
Úrslitið var, at føroyingar eru minst líka so væl úbúnir sum restin av norðurlendingum eru – og teir standa ovalaga í mun til so mong onnur lond. Onki einfalt mát er at sammeta útbúgvingarstøðið eftir, men sum dømi kann eg nevna, at tað bara er í Noreg og í Finnlandi, at størri partur av fólkinum hevur nomið sær meira enn tvey ára útbúgving eftir lokið miðnámsskúlaprógv. Eftir hesum mátinum standa vit fremri enn bæði Danmark, Svøríki og Ísland.
Saman um tikið eru føroyingar væl útbúnir.
Hóast háskúlamenninir gjørdu nógv burtur úr at gera mun á ”lærdómi og upplýsing”, so er eingin ivi um, at skúlin veitti teimum ungu næmingunum bæði lærdóm og upplýsing, og – sum Rasmus skrivar í einari kladdu í dagbókina, beint sum teir fara heimaftur úr Danmark at seta háskúlan á stovn – ”Tað sum háskúlarnir buðu teimum ungu – var góður tanka umgangur”.
Tað er ikki lætt at fata munin á lærdómi og upplýsing, haldi eg. Spurningurin er um nakar munur er, (uttan so at man partú vil hava ein mun at vera!)
Men tankin er nakað soleiðis :
  • Lærdómur er tann kunnleiki vit ogna okkum um eitt nú geometri, plantulæru, prosentrokning, sagnorðabending, fornsøgu og so fram eftir.
  • Upplýsing er útbreiðsla av lærdómi, men leggur dentin á skilnaðin millum rangt og rætt, millum gott og ilt í tí, sum lært verður um. Upplýsingin er um tann ”rætta” samanhangin millum tey fyribrigdini, lærdómurin gav okkum kunnleika til.
Háskúlin sameindi lærdóm og upplýsing, tí uttan annað er hitt nyttuleyst.
Føroyingar hava, sum sagt, minst líka hollan lærdóm, sum aðrir norðurlendingar – og stívliga tað.
Men upplýsingini veit verri við og virðingin fyri lærdómi er ikki so stór at tað bilar.
Ikki skal hetta vera politisk røða, men kortini má eg halda, at háskúlatankin so avgjørt hevur eina uppgávu at lyfta í so máta. Spurningurin er, um tað akkurát er Føroya Fólkaháskúli, sum lyftir uppgávuna, men háskúlatankin er – so sum eg havi lært hann – at upplýsing skal troðka hol ígjøgnum afturhaldsmyrkrið og at lærdómur skal vísa vegin til framsóknar loysnir.
Upplýsing hevur valla haldfastan týdning. Tað, sum fyri mær er upplýsing, er fyri øðrum útlendsk siðaspilla, sum floymir yvir reinlyndu føroysku mentasálina.
Tú skuldi trúð at lærdómur hevur meira haldfastan týdning, men tá um ræður fiskifrøðiliga og búskaparfrøðiliga leiðbeining verður tað burturvíst av Tinginum sum skúlabókamøsn. 
Tá mannavinarlig upplýsing ella beinrakin leiðbeining frá lærdómi verða burturrikin, so er tað ofta við tí páskoti, at tað er ”óføroyskt”, at tað er ”akademiskt”. Tað kann vera fostrað av berari ”øvund”, ella bara rætt og slætt vera ”skaðiligt lærubókamøsn”.
Tað kann so væl vera, at tað ikki er tørvur á fólkaupplýsing háskúlans á okkara døgum. Tað er saktans heldur ikki sami tørvur á stevnu háskúlans at laga tjóðskaparligan botn undir heimsfatanina hjá føroyingum.
Hesi verkevnini eru tíbetur rokkin.
Av góðum grundum kenni eg meira til lívsstarvið hjá Rasmussi, enn tað hjá Símuni av Skarði. Umframt tálgapannukakuna, fekk eg seinni í arv høvið at ferðast í handritum og bókum Rasmussar, sum avdúkaðu skyldskapin millum pannukaku og intellektuella humanismu.
Háskúlin var eitt framúr danskt fyribrigdi, sum teir báðir háskúlamenninir lærdu seg til fulnar. Eltu tað væl millum fingrarnar og gróðursettu tað í føroyskum jørðildi, hegnisliga parað við vælvaxnu tjóðskaparrørsluna og nýfødda sjálvstýrisstrevið.
Men háskúlaíkastið var ikki bert ekkó av tí, sum frammanundan var. Tí aftrat eldinum løgdu háskúlamenninir avgerandi rákini úr Evropa, sum teir høvdu rakt við í Danmark.
Háskúlatankin var ikki nasjonalistiskt snævurskygni. Ikki ræðsla fyri tí nýggja og andstygd fyri tí fremmanda. Ikki umfavnilsi av tí konforma og kenda. Men hann hevði mannshjarta at granska tað ókenda og velja millum gott og ilt í tí nýggja vit møta.
Í bóka- og handritarúgvuni hjá Rasmussi trínur fram álitið á fólkaupplýsingina, trúfestið móti vísundaligum háttalag og dirvið at lata nýggjan kunnleika kvetta við gamlan sið. Men ikki minst stígur fram stóra virðingin fyri evropeiskari mentan og humanismu.
Tað er úr hesum skattkamari av evropeiskari mentan, at íkastið frá háskúlamonnunum til føroyskt samfelagslív er sprottið.
Bæði tálgapannukakan og toftirnar í Føgrulíð bera boð um, at upplýsta evropeiska humanisman einaferð rakk heilt her norður.

Takk fyri

No comments:

Post a Comment