2.10.07

Way to go! Tórshavn

Í somu viku sum Kallsberg, Hoydal og Laksáfoss munnhøgdust um útreiðsluvøxturin á feska fíggjarlógaruppskotinum var 5 ella 10 prosent, hamraði býráðið í Havn trumfin í borðið – 25 prosent! Nakar hægri?!

Nú 2007 fer at halla, standa seglini full og skútan strýkur avstað eftir aldukambunum. Alivinnan reisist sum ein risi, fjálgt fíggjað av útlendskum íløgum og væl forankrað í tøkniligan framburð. Hóast teir fáu toskarnir, sum eftir eru, smoyggja sær inn undir land, eru fiskaprísirnir í toppi og fiskivinnan væl fyri. Uppisjóvarflotin hevur tjent pengar, sum ongantíð fyrr. Ordrabøkurnar hjá privatu fyritøkunum eru so tættskrivaðar, at bíleggjast skal eitt ár frammanundan. Øll hava úr at gera, og arbeiðsloysið skal nú teljast í desimalinum.


Og fyri framman stendur Stóratjørn. Frammanfyri stendur eisini ein undirsjóvartunnil til Sands. Og eitt hol millum Havnina og Skálafjørðin. Har stendur Føroya størsti skúladepil í Marknagili. Umframt ellisheim, aðrir skúlar kring landið og útstykkingar til hundraðtals sethús í Havn, í Klakksvík og Eysturoynni.

Búskaparfrøðingarnir banka dustið av Keynes og finna uppskriftina fram aftur til brúnasíðu politikararnar, sum leita eftir onkrum at bremsa við. Allir eru politikararnir samdir um, at teir vara av búskapinum og at tað eru teir, sum stýra. Tað almenna skal kyrra gonguna, so at búskapurin kólnar. Pasjenturin hevur fepur, og tí pakka vit hann inn í ís – s’sjanneit?

Men ongin vil spæla við, tá til stykkis kemur. Eftir vanligu hundaslagsmálini og intrisjurnar, samtykkja landspolitikararnir eina fíggjarlóg, sum økir útreiðslurnar millum 5 og 10 prosent – alt hvussu tú roknar.

Men bíða bara! Tá fíggjarnevndin hevur endavent kabaluni og uppskotið er kínt og klappað av einum valpiprandi Løgtingi, kann vøxturin saktans vera farin upp um tey 10 prosentini. Uttan mun til hvussu man so annars geberdar sær, so skal landið í 2008 keypa arbeiðstímar, vørur og tænastur fyri nógvar miljónir fleiri enn í ár.

Býráðið í Havn stakk kortini alvorliga við trumfinum, tá tað legði fíggjarætlanina fyri 2008 fram fyri almenningin. Útreiðsluvøxturin var 25%. Stikk denn!

Eftir alt hávastákið um at taka ferðina av búskapinum, tí hann var ovurhitaður, er endin tann, at tað almenna lempar upp aftur meira kol inn í ovnarnar næsta ár. Samanlagt verður almenna eftirspurnin fleiri hundrað miljónir størri enn í ár.

Hetta vísir tann eina úr rúgvuni av stórum trupulleikunum við idéini um at stýra búskapinum. Tað er ikki fyrstu ferð í heimssøguni, at politiskar samráðingar um at taka ferðina av búskapinum eru endaðar við tí øvugta – at meira ferð verður sett á.

Fyrsta stigið, at staðfesta ein ella annan búskaparligan trupulleika við hagtalsligum mátingum og búskaparteoretiskum forarbeiði, er torført í sær sjálvum og er altíð fongt við óvissu. Næsta stigið, at finna rætta medisinið til hendan heilt ávísa tilstandin, er minst líka torført. At dosera – at avgera í hvussu nógvan mun stýrast skal hendan veg ella hin veg, er heldur ikki at spæla við.

So skal tað leggjast fyri politiska myndugleikan, sum so fer at hoyggja við uppskriftini. Politiskir rossahandlar og opportun fríggj avlaga uppskriftina og seinka gongdini, so at út kemur okkurt neyðaregg - tá ov seint er. Ella at fóturin finnur spidaran - heldur enn bremsuna - sum hesa ferð er hent.

Ímeðan er búskaparliga støðan vorðin púra annarleiðis. Rentan kann vera farin upp ella niður, oljuprísirnir hækkaðir ella lækkaðir, fiskaprísirnir farnir niðuraftur ella okkurt heilt fjórða kann vera hent. Ikki minst tað óforútsigiliga við subjektivu forvæntningum og útlitunum hjá borgarum og fyritøkum.

Spurningurin er nemliga ikki um tað almenna við síni fíggjarlóg hevur “eina ella aðra ávirkan” á búskapin. Spurningurin er, um tað almenna kann neyvstýra búskapinum akkurát tann vegin, sum man fakliga setir sær fyri. “Experiment 2008” bendir ikki á at tað riggar so óluksáliga væl.

Føroyski pinkubúskapurin er sum tongul í brimi, so sexti miljónir í skattalætta og avgjald á grønar keks eru virkningsleys aftur ímóti øllum hinum árinunum á búskapin. Bara sjóvarhitin og mikroburnar í alifiskinum, hava meira at siga í føroyska búskapinum enn sjunturin í fíggjarlógini.

At royna at neyvstýra føroyska búskapinum, er sum at rætta kós hjá Skálaberg við ár.

Og kann man ikki neyvstýra hitanum í búskapinum, so kann man í minsta lagi syrgja fyri at gera okkurt samfelagsgagnligt við skattakrónurnar. Og er tað ikki akkurát tað sum býráðið í Havn ger?

Á veg til arbeiðis í morgun møtti eg einum ungum arkitekti í túninum uttan fyri posthúsið á Argjum, sum av neyð hýsir tveimum skúlastovum í kjallaranum. Onki forgjørt í at møta einum arkitekti á Argjum snimma á morgni. Men tað forgjørda vóru tær tríggjar bláu byngjurnar í túninum, hann peikaði á og spurdi hvat ið eg helt at hasi børnini fara at halda um síni dýrabæru fyrstu skúlaár – í eini byngju á Argjum!

Uppaftur meira hjartaskerandi er tað at vita sær, at í hundraðtali av gomlum óhjálpnum fólki í Havnar kommunu búgva undir mannminkandi korum einsamøll ella hjá illa sperdum avvarandi.

Og hvussu við teimum hundraðtals ungu familjunum, sum í fleiri ár hava bíðað eftir at sleppa at seta búgv í egnum húsum, men ikki sleppa út úr heiminum hjá foreldrunum, tí grundstykkið ikki verður tøkt fyrr enn børnini eru hálvvaksin?

Og tá eru vit ikki komin so langt sum at gera lívið fagurt og stuttligt – bara at gera tað úthaldiligt.

Er tað ábyrgdarleyst av kommununi, at hon hevur sett nakrar rimmar íløgur á skránna næsta ár? Er tað landsskaðiligt virksemi?

Way to go, Tórshavn

No comments:

Post a Comment