16.4.08

Fiskidagar til fals

Tann mest vanligi óttin fyri fiskidagamarknaðinum er tann, at nakrir fáir ríkir reiðarar keypa allar fiskidagarnar, og at einki verður eftir til restina av flotanum. Eisini er hetta tann mest misbrúkti óttin, hjá teimum, sum vita betur.

Kann ein einstakur beistaríkur reiðari keypa allar fiskidagarnar?

Ongin lógarforðing nýtist at vera ímóti, at nakar keypir allar fiskidagarnar. Líka lítið sum at nøkur lóg nýtist vera til at verja fyri at onkur einstakur reiðari keypir alla oljuna, allan ísin ella allan proviantin. At keypa allar fiskidagarnar er líka so kúbýtt sum at keypa øll rugbreyðini í landinum.
Tí hvat skal hann brúka allar fiskidagarnar til? Fiskidagarnir eru sum oljan og provianturin. Teir eru eins neyðugir fyri at skipið kann loysa og fara til fiskiskap. Skipið keypir olju upp í tangan, provianterar og keypir fiskidagar til ein ella fleiri túrar, alt eftir stødd og kapasiteti. Men at keypa meira proviant og olju ella fleiri fiskdagar enn skipið brúkar, er eingin grund til. At keypa proviant, sum fer til spillis og fiskidagar, sum ikki verða brúktir, er óðamannaverk.

Ongin forbjóðar sovorðnum býttisskapi við lóg. Tað forbjóðar seg sjálvt.

Men loysir tað seg so ikki kanska at keypa allar fiskidagarnar, og so selja teir á “svarta marknaðinum” aftur seinni?

Royn at hugsa tær hetta:

Uppboðssølan byrjar mikudagin 31.desembur 2008, og verður hildin hvønn mikudag frameftir. Boðini streyma inn, og um kvøldið hava allir bjóðarar fingið sínar fiskidagar. Tað, teir hava keypt, er rætturin at fiska eitt ávíst dagatal, sum allir skulu vera brúktir áðrenn tríggir mánaðar eru farnir. Teir fiskidagar, sum ikki eru brúktir týsdagin 31.mars, falla bara burtur.

Fiskidagar verða lætnir til sølu hvørja viku (ella fleiri ferðir um vikuna) – fiskidagar, sum skulu brúkast innan tríggjar mánaðar frá keypsdegi.

Hvør skal tá hava áhuga í at keypa fiskidagar inn undir seg? Teir eru til sølu hvørja viku og skulu bara brúkast áðrenn “síðsta dag”, tríggjar mánaðar eftir keypsdato. Onki trot er, tí selt verður hvørja viku. Ongin ovurprísur er at skora, tí handilin er opin alt árið. Ongin ovurprísur er at skora, tí teir bátar, sum ikki fingu fiskidagar, teir fingu nemliga ongar tí at teir ikki bjóðaðu nóg høgt. Hví skulu teir so fara at keypa uppaftur dýrari dagar aftaná?

Hetta er so bara eitt hugsað dømi, og handilin kann skipast upp á nógvar aðrar mátar. Men skilligt man vera, at ongin er so kúbýttur at keypa fiskidagar undir seg, tá tað ikki ber til at spekulera í teimum. Líka so lítið sum at nakar fer at keypa alla oljuna ella allan proviantin.

Men av tí, at fiskidagamarknaðurin tykist vera torførur at skilja, verður óttin eisini dúgliga misbrúktur av mótstøðuni. Og sama mótstøða hevur eisini funnið upp á at siga, at tað vera teir ríku reiðararnir, sum fara at keypa fiskidagarnar. Helst allar!

Men hví keypir tann ríki reiðarin so ikki alla oljuna og allan proviantin? Tí tað eru ikki pengarnir á kistubotninum, sum í hesum føri telja. Tað einasta sum telur, tað er um túrurin kann forrenta keyptu fiskidagarnar. Akkurát sum at tað er túrurin, sum skal forrenta fyri manningarpartarnar, oljuna, ísin og proviantin.

Tann reiðarin, sum fer at brúka pengar úr kistubotninum til at keypa fiskidagar fyri, og sum báturin ikki klárar at forrenta, hann er ikki forrætningsmaður, men bara kúbýttur. Og tað er hann per definisjón ikki, tí hann er reiðari. Sjanneit?

Vóru fiskidagarnir goymsluvøra, sum tað bar til at gera varandi íløgu í – so var søgan ein heilt onnur. Men akkurát av tí at teir forganga sum gler í lýkku, finnur eingin skilamaður upp á sovorðnan býttisskap.

Á sama hátt fer eingin banki at fíggja sovorðið óðamannaverk. Bankin fíggjar rakstrarútreiðslur sum olju, proviant og fiskidagar um neyðugt, men tá skeita teir bara eftir rakstrinum. Ikki í bankabókina. Og so hopi eg at teir ávara fólk, sum ætla sær at fíggja undirskotsforrætning við bankabókini.

Alt er tá lagt til rættis fyri at tey skip og teir bátar, sum rakstrarliga eru best fyri til at reka fiskiskap, fáa sínar fiskidagar. Tey fiskifør, sum ikki eru eins væl rikin ella eins væl egnað, klára ikki at keypa dagarnar.

Og tað besta av øllum: Nú kunnu skip bara seljast fyri tað tey eru – skip! Ongi ókeypis rættindi fyri miljónir hanga uppií, sum reiðarin hevur fingið í gávugóðsi frá tí almenna.

No comments:

Post a Comment