1.4.08

Kann man liva av at klippa hvørjum øðrum?

Eg eri nú so nógvar ferðir siteraður fyri at siga, at man kann liva av at klippa hvørjum øðrum, at Viberg Sørensen nýttist bara í sjónvarpinum at siga at “ein annar stjóri sigur at man kann liva av at klippa hvørjum øðrum”, so vitsti ein og hvør, sum fylgir so nøkulunda við, at tað var undirritaða, hann sipaði til.

Men kann man tað - liva av at klippa hvørjum øðrum?


Tá man lærir at tekna, lærir man eitt lítið trikk. Tað er at venda myndini øvugt, ella at venda henni móti einum spegli, so tú sært hana upp á ein annan máta. Tá fært tú eyga á frábrigdi, sum tú ikki varnaðist áðrenn.

 

Kann man liva av at fiska?

Tað kunnu vit gera við at spyrja ein annan spurning: kann man liva av at fiska?

Ja, tað kann man gott, men man kann ikki liva av bara at fiska. Ein partur av fólki í landinum livir av at fiska, men vit kundu ikki liva av at øll fiskaðu. So var eingin lærari í skúlanum, ongin stóð í handlinum og ongin var at vera um teg tá tú bleiv sjúkur, gamal ella í ørviti. Ongin løgregla, ongin flutningur, ongin skipasmiðja og – ikki at forgloyma - ongin at klippa tær.

Svarið er tí, at onkur kann liva av at fiska, men øll kunnu ikki liva av tí.

Onkur kann liva av at klippa, men øll kunnu ikki liva av tí.

Man kann siga, at í Føroyum eru tvey sløg av arbeiði at gera. Annað er at fiska, hitt er at klippa. Meira generelt kann man siga at annað er at framleiða okkurt til útflutnings og hitt er at gera tænastur, sum bara kunnu brúkast á staðnum.

Tey, sum arbeiða við at framleiða vørur til útflutnings, telja runt roknað 20 prosent av arbeiðsfjøldini, meðan hini 80 prosentini framleiða tænastur – “klippa hvørjum øðrum”. Og báðir partar hava brúk fyri hvørjum øðrum. Fyri fimmti árum síðan máttu 40 prosent virka vørur til útflutnings, meðan bara 60 prosent veittu tænastur í landinum. Fara vit uppaftur longur aftur, vóru tølini øvugt, við tað at meirilutin av arbeiðsfjøldini virkaði vørur til útflutnings.

So hvørt sum færri kravdust til at virka útflutningsvørur, vórðu fleiri til at veita tænasturnar. Hetta er ikki av tilvild, tí tess ríkari samfelagið verður, tess færri framleiða vørur til útflutnings. Og tess fleiri tænastur fáast til keyps í landinum.

Og úrvalið av tænastum økist í hvørjum. Byggivinna og flutningur eru eisini tænastur at kalla í hesum høpi, men umfamt tær eru allar tær almennu tænasturnar sum skúlaundirvísing og sjúkrarøkt. Tænasturnar, sum mest eru vaxnar seinastu árini eru tær privatu tænasturnar sum telekommunikasjón, bankavirksemi og matstovur.

Uttan fiskivinnuna vóru ikki ráð til innflutningin allan – matin, klæðini, bilarnar og allar hinar vørurnar, sum vit innflyta. Men uttan tænasturnar búði eingin her, tí tær eru alt hitt okkum tørvar, tá vørurnar eru fingnar til høldar.

 

Ein tankatoskur

Man kann gera tað tankaexperimentið, at av onkrum merkiligum ávum skulu komandi árini brúkast tvífalt so nógv fólk til at framleiða sama útflutningin. Fleiri skip, størri manningar og fleiri fiskavirki við uppaftur meira fólki. Hetta hevði verið eitt sólarklárt afturstig, sjanneit? Úrtøkan av hvørjum arbeiðsplássi hevði verið helvtin av tí, hon var frammanundan, tí tvífalt so nógv fólk framleiddu sama útflutningsvirði sum frammanundan.

Haraftrat máttu vit tikið tilsvarandi tal av fólki úr tænastuvinnunum. Lærarar, sjúkrasystrar, verkfrøðingar, krambafólk og bilførarar noyddust at manna skipini og fiskavirkini. Umframt at tey fingu sjóverk og sárar hendur, hvurvu allar tær tænasturnar, tey frammanundan gjørdu. Skúlaflokkar uttan lærara, deildir á sjúkrahúsinum uttan manning og ongin at smíða húsini.

Vinnusamansetingin er eingin tilvild. Fyri ein stóran part er tað framgongd í produktiviteti og tillaging til broyting í eftirspurnini, sum førir til at vinnusamansetingin er sum hon er. Fær hendan prosessin frið at virka, verður úrslitið so frægt sum tað fær verið.

Eingin av vinnunum er meira ella minni verd enn hinar. Allar geva sítt virðismikla íkast til hetta modernaða samfelagið. Vit hava alla grund at vera stolt av, at tað ber til hjá sløkum fimmti túsund fólkum at gera eitt samfelag, sum saktans kann meta seg við tey frægastu í heiminum. Tað eru ikki nógv eins smá lond, sum eru so væl fyri.

Fiskivinnan stendur fyri tí stóru metamorfosuni, at umgera útfluttan fisk til innfluttar teldur, appelsinir og undirklæði. Hinar vinnurnar eru tær, sum pynta um tilveruna og gera okkum til eitt modernað land. Uttan tær var miðøld.

No comments:

Post a Comment