16.4.08

Eftirlit og fyrilit

Fíggjareftirlit skulu hava eyguni eftir bankunum, so at teir halda seg innan fyri reglurnar, sum eru ásettar í lógum landsins um bankarakstur. Umframt at hava eitt serdeilis vakið eyga eftir bankunum, skulu fíggjareftirlit eisini hava eyguni eftir øðrum fyritøkum á fíggjarmarknað, tryggingarmarknað, virðisbrævamarknað og eftirlønarmarknað.

Fíggjareftirlit skulu tí vera mannað við fólki, sum eru minst líka skilagóð og minst líka væl útbúgvin, sum tey, ið reka bankavirksemi, tryggingarvirksemi og annað fíggjarvirksemi. Og fíggjareftirlit skulu vera væl mannað.

Umframt sjálvt eftirlitið, skulu fíggjareftirlit eisini veita almenninginum og umheiminum óhefta og góða informasjón um fíggjarmarknaðin í landinum, so at innlit fæst í standin á marknaðinum. Eitt innlit, sum bæði politiski myndugleikin, útlendingar og almenningurin sum heild fær gagn av.

Og fíggjareftirlitini eru haraftrat serfrøðingarnir hjá politiska myndugleikanum, sum leiðbeinir politiska myndugleikan, so at lógarverkið alla tíðina verður bøtt og hildið ajour við gongdina í umheiminum og byrgir upp fyri møguligum óreglusemi.

Soleiðis er fíggjareftirlitið ein partur í strembanini at veita trygd fyri einum stabilum og vælvirkandi fíggjarmarknað, sum bæði borgarar og vinna landsins og allur umheimurin hava álit á.

Men sjálvandi borgar fíggjareftirlitið ikki fyri álitinum einsamalt. Álitið skapa vinnuligu aktørarnir eisini sjálvir við skilagóðum atburði. Men uppaftur meira avgerandi er, at tað er politiski myndugleikin, sum veitir grundleggjandi trygdina fyri, at tað ber til at hava álit á fíggjarmarknaðum landsins.

Álitið á landið

Tað er politiski myndugleikin sum avgerð um landið fylgir tí besta evropeiska standardinum við skilagóðum reglum fyri fíggjarmarknaðirnar. Tað er eisini politiski myndugleikin, sum játtar fíggjareftirlitinum pengar til at makta uppgávuna at rudda slóð fyri áliti á fíggjarkervið.

Í so máta er tað evsti politiski myndugleikin, sum er mest avgerandi í málinum um fíggjareftirlit. Hava vit og hevur umheimurin álit á politiska myndugleikanum í Føroyum? Hetta er mest avgerandi spurningurin.

Meginparturin av okkara fíggjarmarknað er í dag undir danska fíggjareftirlitinum – Finanstilsynet – sum danska Økonomiministeriet varðar av. Álitið á føroyska fíggjarkervið hvílir á álitinum, sum borgarar, vinna og umheimurin hevur til donsku stjórnina og danska statin. Hetta er ikki eitt álit, sum er fingið eftir einum degi, men er eitt gamalt og væl viðlíkahildið álit. Eitt álit, sum ikki fer um koll av einstøkum hendingum, sum t.d. bankakreppuni í 1992.

Sjálvandi klára vit at manna eitt føroyskt fíggjareftirlit. Ikki verður tað so stórt sum í Danmark, men tað letur seg saktans gera, eins væl og tað letur seg gera at hava alla aðra fyrisiting í landinum. Sjálvandi ber tað til at lata føroyskar lógir galda um fíggjarmarknaðin, tí í veruleikanum eru tað somu lógir sum í Noreg, Íslandi, Danmark og ES annars.

Men trúgva vit, at politiski myndugleikin er uppgávuna vaxin? Fer politiski myndugleikin at bera seg so skilagott at, at umheimurin fer at hava álit á honum? Hava politisku myndugleikarnir neyðugu fyrilitini í fíggjar- og búskaparpoolitikkinum?

At umheimurin hevur álit á føroyska marknaðinum, er tað mest avgerandi. At vit búgva á 62 norður, kunnu vit einki gera við. Men at politiski myndugleikin hevur fyri vana at spæla hazard við búskapi landsins – fyri tað er eingin umbering. At politiski myndugleikin ikki er uppgávuna vaxin at seta í verk lógir, sum evropeisk lond annars seta í verk hond í hond – fyri tað er eingin umbering. At politiski myndugleikin konsekvent undirmannar avgerandi funksjónir, sum kappingarráð og búskaparráð, vekir ikki álit á, at hann fer at manna eitt fíggjareftirlit nakað betur. At myndugleikin ikki virðir borgararnar, vinnuna og umheimin nóg mikið til at veita nær námindi nóg mikið av hagtalsinformasjón, vekir ikki álit á, at hann fer at handfara fíggjarinformasjónina betur.

Teknisku trupulleikarnar, um man kann kalla teir so, klára vit nokk at loysa. Eitt fíggjareftirlit er í sjálvum sær ein teknisk uppgáva, sum ikki er meira kompliserað enn so mangar aðrar uppgávur, sum longu verða loystar.

Men um politiskt skil, politiskur pondus, stabilitetur og dynamikkur er til at hava neyðugu búskaparpolitisku fyrilitini, tað er meira ivasamt.