3.5.08

Bygdin

Amariel Norðoy og Fridtjof Joensen málaðu hana. Martin Joensen og William Heinesen skrivaðu um hana. Robert McBirnie og Hanus hjá Gaggas syngja um hana. Øll kenna vit hana – bygdina. Vit síggja hana sjálvt í dreymi. Eina bygd í sól, har skip og útróðabátar liggja við bryggju. Beint inn av teimum er fiskavirkið, har meginparturin av bygdafólkinum arbeiðir, sum ikki er til sjós. Niðan brekkuna kemur tú til handilin – einasta ordiliga handil í bygdini – og oman fyri handilin standa tey fagurt málaðu húsini. Og summargrøna fjallalíðin í baksýni.

 

Tess fleiri tess ríkari

Tess fleiri skip hoyra heima í bygdini og tess meira fiskur kemur inn á fiskavirkið, tess meira verður keypt í handlinum og tess fagrari verða húsini málað.

Er lítil fiskur og prísurin lágur, so fánar bygdin - av skipsdekkinum og heilt niðan í bøgarðaranar. Skipini fara av bygdini, gólvið á flakavirkinum er turt í vikur, og lítið verður keypt í handlinum.

Soleiðis lýsir og myrkist bygdin, soleiðis andar hon - alt eftir fongi og prísi. Tað sæst á bygdini sjálvari og tað merkist á bygdarfólkinum.

Og soleiðis síggja vit Føroyar. Tess meira fiskur, tess fleiri skip, tess størri manningar, tess fleiri fiskavirki – tess betur gongur í landinum. Soleiðis er bygdin, og soleiðis er landið alt sum tað er.

Onki síggja vit skeivt. Nei, tað er akkurát soleiðis tað er. Góðar tíðir koma av góðum fiskaárum og ringar tíðir av rakárum til fiskiskap og fiskaprísir.

Vit síggja og vit skilja tað, sum sjónligt og skilligt er. Av strondini í Portugal sá verðin fløt út, tá tú hugdi út í havsbrúnna, so fá hildu tað ráðiligt at sigla út á kantin. Okkurt skipið var farið av stað til havs, og spurdist ongantíð aftur. Hóast vísindin nógv ár frammanundan var komin eftir at jørðin var ein rund klóta, so sá tað ikki soleiðis út av fjørðuklettinum í Portugal.

Men tað, sum ikki er sjónligt og skilligt, kann saktans vera til kortini.

Umframt at vera tann vinnan, sum ber bæði feitu og raku árini til okkara, so er fiskivinnan eisini tann vinnan, sum seinastu hundrað árini hevur moderniserað Føroyar.

Hvussu kann hendan elligamla veiðivinnan hava moderniserað landið, spyrt tú?

 

Tess færri tess ríkari

Fyri fimmti árum síðan var mannfólkið í bygdini bara heima um veturin. Næstan allir menn og unglingar millum 15 og 65 vóru burtur meginpartin av árinum. Konurnar vóru á fiskavirkinum og teir gomlu menninir egndu.

Á okkara døgum er ikki meira enn sjeyndi hvør maður fiskimaður og uppaftur færri av kvinnunum arbeiða á fiskavirkinum, men kortini er veiðan og framleiðslan fleirfalt so stór sum fyrr! Restin av bygdafólkinum smíða hús, eru sakførarar, bankafólk, teldufólk, krambafólk – og ikki at forgloyma frisørarnar, tú veitst, tey sum klippa.

Hetta er tann stóri týdningurin, sum fiskiskapur og fiskivinna hevur fyri landið. Fyri okkum øll somul, sjómenn sum landkrabbar. Fiskivinnan er tann, sum í størri mun enn aðrar vinnur er rasjonaliserað og effektiviserað, so at úrtøkan fyri hvønn einstakan fiskimann er fleirfaldað.

Úrslitið er, at minni enn 20 prosent av arbeiðsfólkinum í dag framleiðir allan tann útflutningin, vit so ella so liva av. Sjálvandi liva vit ikki av útflutta fiskinum, men tvørturímóti av innfluttu vørunum. Tað eru tær vit eta og verða mett av. Men uttan útflutningin, vóru ikki ráð til innflutningin. Og til at innflyta so gott sum alt tað, tú kannst taka í og føla uppá í hesum landinum, hava minni enn 20 prosent av føroysku arbeiðarunum framleitt javnvirda útflutningsvøru til umskiftis.

 

Lunnindi fyri fjøturham

Fiskivinnan hevur tvinnanda týdning fyri samfelagið. Í fyrra lagi er hon meira enn nøkur onnur einstøk vinna rasjonaliserað og effektiviserað, og tessvegna givið bróðurpartin av búskaparvøxtrinum í nógv ár. Í seinna lagi er tað gjøgnum hana, at konjunkturarnir raka okkum – bæði tey feitu árini og rakárini – tí fiskur og fiskaprísir hava avgerandi árin á árligu inntøkuna í samfelagnum.

Men fiskivinnan skal ráða sær sjálvari, eins og allar aðrar vinnur. Ongum nýtist at bera fiskimenn í land ella svínabinda skipini. Fiskivinnan átti enntá at sloppi at rátt sær sjálvari munandi meira enn hon í dag ger. Hon átti at sloppi úr spennitroyggjuni, sum burokratar og politikarar fjøtraðu hana í undir kreppuni miklu í nítiárunum. Men so fjálgur er fjøturhamurin kortini reiðarunum, at teir heldur tveita seg skerflatar fyri lógini, fyri at varðveita tey lunnindi, sum afurfyri fáast.

Úrslitið fyri samfelagið er, at vit missa motorin í samfelagsbúskapinum, sum er evnini til rasjonalisering og effektivisering í fiskiskapi og fiskivinnu annars. Aftur fyri knæbónda lík rættindi, hevur reiðarin selt innovativu kraftina í fiskiskapi.

Tað er kortini ikki beistagerðin, tí hvør einstakur roynir at sæta sær sjálvum sum frægast. Heldur tú teg fáa meira fyri lunnindini enn fyri frælsan rakstur, so tekur tú lunnindini. Tað eru harafturímóti politikkur, sum hevur forkomið okkum framdriftina hesi seinastu 10 árini og so guðsdoy 10 tey komandi eisini!

No comments:

Post a Comment