7.5.08

Kapitalistiska kúgvin

Kapitalisman er ikki høgt í metum í Føroyum. Hon verður í mesta lagi brúkt til veitslurøður í Fólkaflokkinum og til undirvísing á Handilsskúlanum. Í flestum praktiskum málum vil eingin vita av henni. Hvørki høgravendir ella vinstravendir.

Í hvussu er, so hava vit gyrt fiskivinnuna inni í alt annað enn kapitalistiskar karmar. Fiskiveiða og fiskavirking fylgja í størri mun politiskum regluverki enn monopol í øðrum londum gera. Fiskiveiða, fiskavirking og fiskasøla virka undir reglum, sum Løgtingið setir sum tað passar teimum, hóast hetta eru vinnur sum eru serstakliga væl egnaðar til ókompliseraða, brutala kapitalismu.

Regulering av hesum slag brúkar man til at temja monopol, sum annars kunnu finna upp á at trýsta lønirnar niður, selja vøruna ov dýrt ella at brúka sína makt til at dálka natúruna ella annan tramansskap. Men fiskiskap og fiskavirking skal man lata kapitalismuna taka sær av.

Kapitalisman er í veruleikanum eitt simpult, óimponerandi og ókompliserað størrilsi. Einklari búskaparskipan finst ikki. Man kann, uttan at fara illa skeivur, siga at kapitalisman byggir á eittans prinsipp, sum er marknaðurin. Og marknaðurin er líka so einfaldur. Ein marknaður til at skifta tilfeingi – ella fordeila resursirnar, sum vit lærdu siga í Havn.

Stýrt av skrivaraborðinum

Letur tú keypara og seljara sleppa at tingast um prís, uttan at leggja teimum forðingar í vegin – so hevur tú kapitalismu. Hetta duga tey flestu at finna útav uttan hægri handilsskúlaprógv.

Skipini sleppa at fiska tað tey vilja, nær tey vilja, við tí reiðskapi tey vilja, tey sleppa at hagreiða og viðgera fiskin sum tey vilja og tey sleppa at selja vøruna har tey vilja. Tey skulu bara ikki gera botni, yngli og smáfiski skaða. Síggj, tað hevði verið kapitalisma.

Men alt hetta er gyrt inn í almenn regluverk – beint av skrivaraborðunum í Fiskimálaráðnum og knappaborðunum í Løgtinginum. Hvør ið sleppur at fiska og hvør kann seta kapital í fiskiskap, avger Løgtingið. Skipini sleppa bara at fiska tann fisk, við tí reiðskapinum, sum Løgtingið hevur ásett. Tey sleppa ikki at nerta fiskin meira enn at bløðga og kryvja. Hvar tey skulu landa, hevur Løgtingið eisini avgjørt. Breidd og longd á skipi, hestakreftir í motorinum og aldurin á skiparanum, skal burokratiið bestemma. (Hatta við aldrinum eri eg ikki sikkur uppá). Enntá hvør ið sleppur at fiska, er tað Løgtingið, Landsstýri og fyrisiting, sum avgera.

Eins og hasj og onnur euforiserandi evni, er fiskur undir serligum eftirlitsreglum. Tú mást ikki keypa lastir frá skipum og selja tær uttan um serligar landingarstøðir og uttan at gjalda eitt serligt revsigjald.

Nú trýrt tú kanska at tað eru politikararnir, sum hava alla skuldina?

Tað passar bara ikki – ikki heilt í hvussu er. Tí flestir føroyingar hugsa á sama hátt og velja tí politikarar, sum siga tað, teimum dámar at hoyra. Veljararnir flestir trúgva nemliga, at tess fleiri fiskiskip, tess fleiri fiskimenn og flakaskerarar eru í landinum, tess betur stendur til. Trúgva, at tess meira vit fiska og útflyta av fiski, tess betur stendur til. Trúgva, at tess meira fiskurin verður virkaður á føroyskum fiskavirki, tess ríkari verða vit.

Men onki av hesum er rætt!

Suspenderað kapitalisma


Fiskivinnan er og hevur í hundrað ár verið sjálvur motorurin í føroyska búskapinum. Hetta er vinnan fram um allar aðrar, sum er grundarlagið undir vælferðasamfelagnum. Ikki tí at hon er stór. Ikki tí at skipini fiska nógv. Men tí at hon hevur eina egna kraft til at gerast meira effektiv.

Fyri hvønn fiskimann, sum verður arbeiðsleysur av tí, at skipini klára seg við minni manning, eru Føroyar vorðnar betur fyri. Fyri hvønn flakaskerara, sum kann sendast til hús, eru Føroyar vorðnar betur fyri. Fyri allan tann framburð í produktiviteti, sum fiskivinnan hevur evnað til, eru Føroyar vorðnar ríkari. Tí tað er soleiðis at vit eru komin higar, sum vit í dag eru.

Ólukkan er, at politiska skipanin og føroyingar flestir – í misfataðari vælvild – altíð hava trúð, at um man vardi og pjøggaði um reiðarar og skip, manningar og arbeiðsfólk, og varðveiddi ella enntá skapti so nógv størv sum gjørligt, og garanteraði so nógvan kapital sum gjørligt, og vardi fiskavirkini so væl sum gjørligt, og stuðlaði nýggjan fiskiskap og nýggja framleiðslu – so fór alt at vera gott.

Ólukkan er, at tá hevur man suspendera kapitalismuna sjálva.

Kapitalisman er ikki ein heilag kúgv. Men hon er einasta kúgvin vit hava. Í einum kapitalistiskum heimi er bara ein kúgv, og tað er tann bláa kapitalistiska kúgvin - tað er marknaðurin.

Føroyskir politikarar hava suspenderað marknaðin í fiskiskapi, fiskavirking og fiskasølu.

No comments:

Post a Comment