2.5.08

Almenn tøgn

Tað er ikki so langt síðan, at Marjun Hanussardóttir løgmannsstjóri, í einari útvarpssamrøðu legði áherðslu á, at almenn starvsfólk hava ikki bara rætt, men eisini skyldu til at úttala seg alment um viðurskifti, sum tey hava eina meining um. Eg minnist ikki í hvørjum sambandi hetta var, men helst hevur tað verið tí at ivi verður sáddur um rættin hjá almennum starvsfólki at úttala seg í onkrum konkretum føri.

Hví er neyðugt hjá løgmannsstjóranum at gera vart við ein so sjálvsagdan rætt? Eg veit sjálvandi ikki hvørja grundir hon heldur seg hava, men eftir mínum tykki eru allar góðar orsakir til rættuliga at taka akkurát hatta málið upp til almenna viðgerð.

Eg skal nevna tvær orsakir til, at tað er meira neyðugt í pinkulondum sum Føroyum, at lata tjóðrið verða langt, tá um ræður opinleika í almennu fyrisitingini.

“okkara millum”


Tann fyrra orsøkin hevur nakað við sjálva støddina á fyrisitingini at gera.

Onkur hevur endurnýtt trýssarahugtakið úr USA “Black is beautiful” til “Small is beautiful”, sum kanska í onkrum høpi er OK. Men tá um ræður almenna fyrisiting, passar hatta illa. Í hvussu er, tá talan er um opinleika og innlit hjá almenninginum í tað, sum fyriferst í almennu stovnunum. Not so beautiful.

Tað, at so fá fólk arbeiða á hvørjum stovni ella aðalráð, førir til at tað verða bara hesir fáu einstaklingarnir, sum hava kunnleika til tað sum fyriferst. Gekk alt sum eftir ánni, so var tað heldur eingin trupulleiki, men onki er lýtaleyst. Sjálvandi eru veikleikar í fyrisitingini av málsøkjunum og sjálvandi henda mistøk í fyrisitingini av landsins viðurskiftum og tænastuveitingini til landsins borgarar.

Í smáum fyrisitingum, har øll starvast tætt upp at hvørjum øðrum, verða viðurskiftini millum starvsfólk og deildir í meira mun merkt av persónligum loyaliteti enn gott er. Í førum, har starvsfólk áttu at havt regluligan og embætismerktan atburð, koma mangan persónlig og loyalitetsmerkt viðurskifti í staðin.

Sjálvandi kann tað eisini vera ein góður eginleiki, men í mongum førum er tað ein vandi fyri góða og regluliga fyrisiting. Fyrst og fremst tí at tað kann gerast eitt hugnaligt rúm til at krógva tilvildarlig mistøk eins væl og sytematiska misrøkt í. Tað er so óalmindiliga skjótt, at smá og samantvinnað arbeiðspláss tilevna eitt óskrivað og ótalað regluverk av loyalari tøgn. Eitt sindur størri rásarúm til at gera mistøk í og eitt sínamillum forstáilsi av, at hetta verður “okkara millum”.

Nú skal hetta ikki takast sum ein ákæra. Flest øll í fyrsitingini eru samvitskufull fólk, men eg eri vísur í, at tey eru fleiri, sum kunnu nevna onkur dømi um hesa serliga loyalu almennu tagnarmentanina.

Brótið tøgnina !

Seinna orsøkin er ivasama góðskan í lógarverki og fyrisiting í smáum londum, har starvsfólkatalið er lítið. At kalla eingir serfrøðingar eru í almennu fyrisitingini og almennu tænastuveitingini. Tey allarflestu hava sprenfullan amboðskassa, tí tey skulu bæði vera elektrikari, húsasmiður, rørleggjari, verkfrøðingur og arkitektur – alt í senn. Í fluttari merking, sjálvandi. Øll hava upp um oyruni í uppgávum, sum krevja serfrøðingavitan av fleiri sløgum.

Undir slíkum umstøðum er tað ikki so løgið, at mistøk henda ella at avrikið kundi verið betri. Nógv betri. Haraftrat umsita almennu stovnarnir ofta rættuliga gamlar og minst líka so ivasamar reglugerðir og lógir, sum í summum førum lata størri rásarúm til tulking enn gott er.

Eitt heilt tilvildarliga valt dømi er lógarverkið og regluverkið annars um vinnuligan fiskiskap. Ein lóg sum er so ivasom, at man meira enn einaferð hevur hoyrt løgfrøðingar og politikarar siga seg rætt og slætt ikki skilja tað, í lógini stendur. Men fyrisitast skal kortini eftir lógini – og hvussu ger man so?

Man ger ein praxis, man roynir at knæseta mannagongdir, man hevur presedens at halda seg til, man fyrisitur eftir hevd og hvat annað man kann finna uppá, tá lógin er illa smíðað.

Sjálvandi fer ymiskt fram, sum illa tolir dagsins ljós, tá fyrisitingin er lítil og lógarverkið skirvisligt. Tað er bara einki at krógva burtur og bøla yvir.

Tvørtur ímóti er hetta eftir mínum tykki tann veikleikin í almennu fyrisitingini, sum átti at verið settur ovast á breddan. Almenna fyrisitingin átti at tikið eina rimmar uppgerð við hesa tagnarmentanina, sum er so ógemeina skaðilig fyri landið.

Tað er ikki nóg mikið at minna á, at almenn starvsfólk hava rætt og skyldu at siga frá, tá okkurt ikki fer fram eftir bókini. Í hvørjum einstøkum stovni átti málið um at vera opin og erligur at verið tikið upp, so man kann seta konkret virði á hvat tað í hvørjum einstøkum føri og á hvørjum einstøkum stovni merkir.

No comments:

Post a Comment