Niðurstøðan
er (hóast øll míni snakksaligu
villfárilsi á leiðini), at búskaparvøxtur í Føroyum stendst av ídnari imitasjón
og ikki av miðvísari gransking. Gransking fer at gera okkum til betri
imitatorar og innovatorar, men fer fyrst og fremst at gera tað liviligt í
landinum hjá einum upplýstum fólki.
Gransking er individuell
Gransking er ein
persónligur aktivitetur – skilt soleiðis, at tað krevjast persónligir førleikar
og persónlig drívmegi til at fáa eitt ávíst granskingarverk frá hondini.
Almennur og vinnuligur áhugi er nyttuleysur, um tað einstaka individið ikki er
tøkt til uppgávuna. Í so máta er gransking ein persónligur ella individuellur
aktivitetur.
Hin vegin røkkur
individuelli førleikin ikki langan veg, um eingin fíggjar granskaran. Sjálvandi
fæst okkurt frá hondini hjá hugaðum fólki, uttan at almenn ella vinnulig
fígging fæst, men tá verður helst longur millum seminalu avrikini.
Soleiðis er
skapið av gransking sum heild.
Spurningurin hjá
einstaklinginum, sum granskar ella hevur hug at granska, er avmarkaður til tað
essentiella – eg vil vita og eg dugi at fáa kunnleikan fram. Soleiðis hugsar
bara granskarin sjálvur, og eingin annar hugsar sum hann.
Spurningurin sum
fíggingarkeldan setur sær – hon veri seg almenn ella privat – er um hetta
loysir seg. So ella so. Loysir tað seg at seta handan serstaka granskaran til
at framala kunnleika í akkurát hasum evninum?
Gransking við einføldum vinnuligum endamáli
Fyri privata
vinnurekandi er málið rættuliga einfalt. Vinnurekandi við rasjonellum hugburði
og longum horisonti taka neyva avgerð, grundaða á væntað avkast av
aktivitetinum. Fái eg meira burtur úr at kopiera aðrar vinnurekandi, sum
ferðast á vitanareggini, ella skal eg sjálvur gjalda fyri at fáa aplikerbæran
og operasjonellan kunnleika til vega? Skal eg herma ella granska – verður tá
ein simpul spurningur um “tilbagediskontering af fremtidige betalingsstrømme”.
Tað almenna fyriskipar og samskipar granskingina
Tað almenna hevur
eina meira fløkta uppgávu.
Granskarin
forvæntar at tað almenna fíggjar hansara persónligu gransking, tí at tað
almenna skal for hundan síggja at akkurát hansara evni hevur risastóran týdning
fyri mannaættina sum heild. Um talan er um elektrospektrometri, havstreymar,
staðarnøvn ella psykiskt arbeiðsumhvørvi – so forvænta einstøku granskararnir,
at tað almenna tekur støði í granskingarevninum sjálvum og sær tað, sum
granskarin sjálvur sær av týdningi í málinum.
Vinnurekandi
forvænta at tað almenna leggur fíggingina í gransking, sum ber vinnuligu
granskingina fram á vegin, so at vinnunnar egna íkast gerst so lítið sum
gjørligt. Hvør einstøk føroysk fyritøka er so lítil, at hon hevur ikki á nakran
hátt tann status, sum skal til fyri at vera altjóða ella regionalur innovasjónsleiðari.
Fyritøkurnar í øðrum størri londum eru altíð fremri í granskingini, tí at
teirra fíggjarorka er so nógv størri, og tí at teirra strategi er hareftir.
Tey einstøku
vinnurekandi og teir einstøku granskararnir vænta sær alment initiativ og
almenna hjálp til teirra egnu privatu fíggjarligu áhugamál í teimum førum, tá
tey hava nakað við gransking at gera.
Sjálvstøðugur almennur áhugi í gransking
Men hvat vil og
ætlar tað almenna sjálvt? Og vil tað almenna nakað sum helst?
Tænastuveitandi partarnir
av almenna likaminum – sjúkrahúsverk, skúlaverk, almannaverk og so framvegis –
vilja fegin sleppa at granska í málum, sum betra tænasturnar, tey veita.
Ráðgevandi
partarnir hjá tí almenna sum eitt nú Fiskirannsóknarstova, Búskaparráð,
Umhvørvisstova, Hagstovan og Landslæknin – hava egnan tørv á at granska tey
evni, sum ráðgevast skal um. Bara soleiðis verður ráðgevingin væl grundað.
Fyrisitingarliga
útinnandi partarnir sum til dømis TAKS, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og
Landsbankin framja eina betri fyrisiting, umsjálvstøðug gransking er partur av vitanargrundarlagnum.
Ovari settir
myndugleikar halda at tað hevur týdning at granska og upplýsa um
samfelagsbúskap sum heild, rættaruppfatan, generasjónsfordeiling,
ríkisrættarmál, tjóðarmentan, hugburð til fremmandafólk og onnur meira generell
samfelagsmál.
Síðst, men
absolutt ikki minst, hava Fróðskaparsetrið og aðrir undirvísingarstovnar tørv á
at gransking er integreraður partur av virkseminum. Tað er óhugsandi at
varðveita gransking yvirhøvur, um hon ikki hevur heimstað á hægri lærustovnum,
har fólk dagliga starvast við vísindaliga viðgerð av málunum. Tað er eins
óhugsandi at varðveita eitt universitet, uttan at granskingin í størri mun
gerst integreraður partur av virkseminum.
Grundleggjandi hugburður til almenna fígging av gransking
Tað almenna skal
fyrst og fremst fíggja sína egnu gransking. Í føroyskum høpi merkir hetta fyrst
og fremst at seta spakan í svørðin til at grava út fyri einum rættuligum
universiteti. Fróðskaparsetur Føroya er fortreytin fyri allari menning av
gransking í landinum, tí uttan Setrið verður øll onnur gransking bara
stuttlívaður viðfáningur.
Setrið skal
sjálvt vera heimstaður hjá føroyskari gransking.
Setrið skal
eisini vera hjartað í samstarvinum við útlendskar granskingarstovnar, sum brúka
Føroyar sum heimstað, sum hava føroyskar granskarar í starvi ella brúka føroysk
viðurskifti til granskingarevni.
Setrið skal vera
bryggjan, har øll onnur føroysk gransking kann leggja at við sínari egnu
gransking. Setrið skal vera bindilið millum granskingarstovnar og granskarar í
landinum, sum ikki halda til á Setrinum sjálvum.
Á Setrinum, í
øðrum granskingarstovnum, fyrisitingarstovnum og ráðgevandi stovnum landsins, eru
rúgvuvís av granskingarevnum, sum tað almenna skal fíggja.
Skal tað almenna fíggja gransking hjá vinnuligum aktørum?
Sambært einastu
uppgerð avgransking í Føroyum, fremur og fíggjar privata vinnulívið mestsum
ikki gransking yvirhøvur. Og tað er helst slett ikki so býtt kortini, hóast tað
eftir onkrum pretensiøsum mátistokki kann tykjast primitivt.
Fortreytirnar
fyri gransking hjá privatum aktørum hava serliga nakað við stødd og verkevni at
gera.
Tað eru bara stórar fyritøkur, sum hava
fíggjarorkuna at gera íløgur í gransking, sum bæði er dýr, váðamikil og drúgv
at fremja. Tjaldurs Apotek kann ikki fara at kappast við Pfizer.
Størstu
fyritøkurnar í landinum eru reiðarí og fiskavirki. Bankar og tryggingar eru
rímuliga stór eftir føroyskum máti. Men hvørki í fiskiskapi ella fiskavirking
hevur gransking sama leiklut sum í medisinalídnaði ella bilídnaði. Verkevnini
hjá bankum og tryggingum eru heldur ikki kend fyri at vera
granskingarinspirerandi.
Stødd og verkevni
eru individuellar fortreytir, sum skulu virka í einum heimi har “Intellectual
property rights” er torført at hava fastatøkur á. Váðin í granskingaríløguni er
tilsvarandi stórur.
Stødd og verkevni
skulu eisini samvirka í granskingarhøpi, har sannlíkindini fyri at røkka einum
brúkiligum og fíggjardyggum úrsliti ikki eru so vís, sum tey eru í øðrum
íløgum. Skipakeyp og bygging geva við stórari vissu rætta úrslitið. Tað gevur
gransking ikki.
Tí taka føroyskar
fyritøkur helst eina skilvísa avgerð, tá tær hvørki fíggja ella fremja nakra
gransking.
Men skal tað
almenna so fremja granskingina fyri vinnuligu fyritøkurnar? Nei – ha?
Orsøkin til at
tað almenna generelt skal halda seg frá at fíggja gransking fyri einstakar
fyritøkur ella vinnugreinir er ikki tann, at tað almenna ikki hevur
førleikarnar at avgera hvørji gransking er skilabest at stuðla. (At tað almenna
ikki hevur førleikan, er so ein heilt onnur søga!)
Orsøkin er, at um
fyritøkurnar í sínum dagliga strevi taka hesa avgerð um ikki at gera íløgur í
gransking – so er tað tí, at tað er ein skilagóð avgerð.
Marknaðarviðurskiftini, sum fyritøkurnar analysera seg fram til, eru soleiðis
hátta, at tað – givin støddin og verkevnini – er skilabesta strategiin at herma
sum frægast. Avgerðin er at framala aðrar førleikar til at kappast á
marknaðinum, so sum søluapparat, marknaðarføring, produktivitetur, vælútbúgvin
skari til at herma eftir teimum fremstu í vinnuni, íløgur í nýggjastu tøkni og
so framvegis.
Føroyskir
politikarar skulu líta á skilið hjá vinnuligu aktørunum, sum tað kemur fram í
atburðinum á marknaðinum sjálvum. Ikki lurta eftir lobbyistunum, men observera!
Tí skal almenn
luttøka í vinnuligari gransking vera treytað av seriøsum kommitment frá
vinnuliga aktørinum sjálvum. Vilja føroyskar fyritøkur granska, so skulu tær
eisini bera meginpartin av kostnaðinum sjálvar.
Tí skal tað
almenna ikki dugna einstøkum fyritøkum við granskingarverkætlanum. Tað ber ikki
til at tað almenna fíggjar granskingarúrslit til einstakar fyritøkur, men ger
tey alment atgongilig hjá allari vinnugreinini.
Hvussu nógvir pengar skulu brúkast til gransking?
Í tí fagrasta
hugsandi heiminum áttu politikarar at sett eitt evstamark fyri hvussu nógvir
pengar skulu brúkast til gransking. Heldur enn at stremba eftir at fáa fleiri
pengar til gransking, høvdu teir í rættiligum sparihugi sagt at “vit mugu ikki
brúka meira enn trý prosent av BTÚ til gransking” .
Tá var
eftirspurin eftir almennum granskingarpengum so stórur, at tað ráddi um at
avmarka framboðið av teimum.
Støðan er kortini
beint tann øvugta. Akademiska umhvørvið roynir at fáa politikarnar til at játta
teimum nóg mikið til fáa almennu granskingina upp á eitt líkinda støði, og
privata vinnan vísir millum lítlan og ongan áhuga í granskingini yvirhøvur.
Kanningin, sum
Granskingarráðið fyriskipaði, vísti at tað almenna ikki er heilt av kós, tá um
ræður nøgdina av pengum í mun til BTÚ, sum verða brúktir til gransking og
menning. Ikki heilt á hædd við hini norðurlondini, men ájavnt miðaltølunum fyri
ES(25) lond.
Í 2003 brúkti tað
almenna 64 miljónir til gransking, sum í dagsins prísum eru um leið 80
miljónir. Hetta er 0,66% av BTÚ. Varð hetta økt til tað tvífalda, 1,3%, so vóru
Føroyar tað evropeiska landið, sum brúkti lutfallsliga mestu pengarnar til
gransking í almennum høpi. Í dagsins pengum svarar hetta til 160 miljónir.
Skilligt er, at
hóast hetta hevði verið nógv í mun til føroyska BTÚ, so er hetta lítil upphædd
til gransking. Minni enn nógvar einstakar fyritøkur uttanlands brúka til
gransking og menning.
So stórur er
kostnaðurin til hetta váðaverk – at granska – at 1,3% av føroyska BTÚ er
smápengar.
Privatu
fyritøkurnar í Føroyum brúka haraftur ímóti so at siga ongar pengar at granska
fyri og hava heldur ongan granskingaraktivitet. Sum frammanundan sagt, er hetta
helst partur av einari forstáiligari strategi og hetta er eisini forstáiligt,
tá vit hava í huga hvørjar vinnugreinir hava nóg stórar fyritøkur í so máta.
Verkevni og fyritøkustødd eru helst grundin til at ongin gransking fer fram í
privatu fyritøkunum.
At tað almenna
skal fara at brúka trý prosent av BTÚ til gransking, er heldur ikki trúligt. Og
trý prosent av BTÚ til gransking – hvat er tað eisini fyri eitt mát?
Hetta er helst
tað kompromissið, sum OECD lond eru komin fram til, uttan at teimum trimum
prosentunum skal veitast nøkrum halgum status.
Tað kundi væl
hent, at útreiðslurnar til gransking í Føroyum ikki vera meira enn tvey prosent
av BTÚ, men kortini eru optimalar. Havandi í huga støddina og verkevnið á
fyritøkunum, og havandi í huga støddina á tí almenna í landinum, kundi tað
saktans borið á, at tvey prosent av BTÚ til gransking hevði verið optimala
støddin.
Gransking er ikki eitt “nýtt bein at standa á”
Við hvørt tykist
tað sum at gransking verður uppfatað sum ein nýggj vinna, sum kann koma í
staðin fyri ella kann supplera aðrar vinnur. Gransking sum aktivitetur verður
onkuntíð uppfataður sum ein avloysari fyri fiskivinnuna ella aðrar vinnur.
Sjálvandi vita
vit at so er ikki.
Búskaparligi
vøxturin stendst ikki av granskingaraktivitetinum sjálvum. Man kann bart út
siga: tvørturímóti. Eins lítið sum tað ber til at leita eftir búskaparvøxtrinum
í sjálvari elektrisitetsframleiðsluni tíðliga í farnu øld, ella í sjálvari
KT-komponentframleiðsluni, ber til at fyristilla sær búskaparvøxtur av sjálvari
granskingini.
Gransking er ein
útreiðsla, sum tey allarflestu vilja sleppa undan. Gransking er tann mest
kostnaðartungi mátin at ala fram nýggja vitan. Tað er munandi lættari at imitera
tað, sum onnur hava brúkt orku upp á at granska og grópa fram úr
fákunnumyrkrinum.
Teknologiskt
leiðandi fyritøkurnar í bilaídnaðinum, medisinídnaðinum, orkuídnaðinum,
biotøkniídnaðinum, KT vinnu og materialiídnað av ymsum slag sleppa ikki undan
at brúka heilt nógva orku til at gransking, menning og nýskapan. Fyri slíkar
fyritøkur er talan um lív ella deyð.
Lond granska í
veruleikanum slett ikki. Tað almenna og fólkið alt er ein partur av
tilfeinginum hjá granskandi eindunum, tá tað almenna hevur mennandi strategiir
í kennslumálum og granskingarmálum og tá fólkið er vælútbúgvið. Tað almenna er
tilfeingi hjá innovativum fyritøkum, tá vinnupolitikkurin ikki favoriserar
gamlar, stirvnar og reyvatungar fyritøkur, men letur marknaðin standa opnan
fyri nýhugsandi og innovativum fyritøkum, eins væl og imiterandi fyritøkum.
Gransking er ikki
ein vinna, men gransking er ein av fleiri týðandi ingtrediensum til at
samfelagið sleppur at menna seg. Granskingin er púrasta nyttuleys uttan hinar
ingrediensirnar.
Herming og “technology transfer”
At orðingin um
búskaparvøxtur stendur so frammalaga í politiska hugburðinum í samandi við
málið um gransking og menning, er heilt avgerandi.
Men ongin
búskaparvøxtur stendst av gransking eina – heldur tvørturímóti, tí sum sagt so
er gransking tann harmiliga útreiðslan sum krevst, um tú ikki kannst herma
eftir onkrum øðrum.
Men er tað so
galið at herma?
Nei, beint øvugt
so er herming grundarlagið undir meginpartinum av sjálvum búskaparvøxtrinum, og
gongur undir fínara orðinum “technological transfer”. Implementeringin av
nýggjari tøkni er aloftast “embedded” ella heft at nýggjari útgerð, so sum KT
útgerð, pumpuskipanum, transportskipanum, brenniskipanum, motorum, skapi og
sniði av skrokki, skrúvu, troli, materialum etc.
Granskingin førir
til innovasjón av produktum og framleiðsluprosessum, íløgum, fíggingarmynstri,
marknaðum, PR og øðrum ingrediensum, sum eru partur av sosialum aktivitetum hjá
okkum menniskjum.
So herming er
bara fólksliga orðið fyri meginpartin av tí, sum er grundarlag undir
búskaparvøxtrinum.
Meginparturin av
búskaparvøxtrinum í okkara pinkulítla landi stendst av at vit hava duga so væl
at hermt eftir teimum, sum hava uppfunnið nýggjastu tøknina. Sjálvandi liggur
so nógv annað av initiativi og dugnaskapi til implementering sum grund undir
búskaparvøxtrinum, men í prinsipiella skilnaðinum millum herming og gransking
er eingin ivi um føroysku strategiina – vit eru millum heimsins fremstu
hermarar!
Tað er
óafturvísiliga ávíst, at íløgurnar hjá stóru framkomnu londunum í gransking,
menning og nýskapan hevur risa árin á grannalondini og samhandilslondini. Tá
amerikanarar gera íløgur í gransking í bilaídnaðinum og orkuídnaðinum, hevur
tað stór árin á búskaparvøxturin í Japan. Gomlu evropeisku samhandilslondini
hava stórt gagn av íløgunum hjá hvørjum øðrum í gransking, menning og nýskapan
– so stórt, at tað er eyðsýniligur tørvur á samskiping av tilfeingi og tiltøkum
í granskingarmálum.
Føroyar hava
altíð verið partur av evropeiska menningarumhvørvinum – meira og minni, men
sjáldan meira enn í dag.
Fróðskaparsetrið skal og má vera snúningsásurin
Neyðugt er
kortini, at humana tilfeingið og marknaðarligu fortreytirnar eru til staðar,
skalt tú taka ímóti tí áhaldandi streymi av tí í breiðastu merking tøkniligu
menningini, sum streymar úr búskaparligu kjarnuøkjunum.
Hetta er kjarnan í almennu uppgávuni í málinum um at
lata gransking vera íkast til búskaparvøxturin í landinum. Tað er at lyfta
førleikarnar í landinum til at taka ímóti tøkniligu menningini í búskaparligu
kjarnuøkjunum upp á eitt høgt og framkomið støði.
Uppgávan er ikki
at satsa upp á serstøk granskingarevni, at velja millum vinnur ella fyritøkur,
sum skulu hava serligan stuðul til gransking.
Ongin okkara veit
í dag hvat tað verður, sum fer at vera næsta, triðja ella fjórða bylgjan av
innovativum hendingum, sum fer at geva íkast til búskaparvøxtur í Føroyum.
Ongin! Tí tað er rein tilvild, sum nettupp ikki er stýrd ella kontrollerað, men
byggir á generellar fortreytir eins væl og á individuelt hepni og haraftrat
reina skæra tilvild.
Almenna uppgávan
er so mangt í hesum sambandi, men generell menning av einum væl útbúnum fólki á
øllum kunnleikastigum og øllum verkevnum, er ein av meginábyrgdunum. At
Fróðaskaparsetur Føroya skal vera kjarnin í hesum verki, er tað helst eingin,
sum ivast í.
Og
Fróðskaparsetrið kann umframt tað gerast hjartað í granskingar-, menningar- og
nýskapanarskipanini, tá vit einaferð koma so langt.
Men eg fari at
leggja dent á, at Fróðskaparsetur Føroya sum miðstøð fyri gransking, menning og
nýskapan bara er ein partur av uppgávuni hjá tí almenna.
Íløgur í gransking og vinnupolitikkur
Ein onnur – og
minnst líka so týðandi ábyrgd – er at laga ein vinnupolitikk, sum ikki forðar
fyri menningini, men heldur fremur hana. Tað er ikki beint at avmarka hetta til
vinnupolitikk eina, tí í veruleikanum krevst politiskur bati í øllum
samfelagsmálum. Búskaparpolitikkurin sum heild má skipast eftir einum hugburði,
sum fremur nýmenning, heldur enn at forða fyri nýmenning.
At samband er
millum íløgur í gransking, menning og nýskapan og búskaparvøxtur í landinum, er
eingin ivi um. Tað er rætt, at íløgurnar í gransking hjá samhandilslondum og
grannalondum hevur stóran týdning fyri búskaparvøxturin, men tað er líka so
tætt samband millum íløgur í gransking í egnum landi og so búskaparvøxturin í
landinum.
Eg vil kortini
halda, at í so pinkusmáum londum sum Føroyum, verður íløgan í gransking og
menning ongantíð avgerandi. Tað avgerandi verður ikki granskingin í Føroyum,
men heldur talið av útbúnum fólki við førleikum á granskarastigi, sum í
samstarvi við granskingarumhvørvi í øðrum londum bera framkomnar metodur og
prosessir inn í búskapin her heima.
Men íløgur í
Fróðskaparsetur og gransking, menning og nýskapan krevur broyting í øðrum
pørtum av institusjonella bygnaðinum og búskaparpolitiska hugburðinum.
Føroyskur
vinnupolitikkur, skattapolitikkur og búskaparpolitikkur er í markantan mun
undir árini frá “special interest groups”. Politiska skipanin og umsitingarliga
apparatið eru so veik, at sterkir vinnuligir seráhugabólkar hava lætta atgongd
til avgerðarprosessirnar. Aðrir sterkir áhugabólkar koma teimum í
kjalarvørrinum, so at politikkurin – og serliga vinnupolitikkurin – mangan
hevur til endamáls at dugna ávísum pørtum av vinnunum ella ávísum pørtum av
landinum.
Hetta skeiklar
politisku avgerðirnar so nógv, at eitt nú verða avgerðirnar um íløgur munandi
dirigeraðar av favoriseringum millum vinnur. Avgerðirnar um hvar starvsfólk
velja at søkja sær arbeiði er undir somu favoriserandi umdirigering. Og tá
slíkar skeiklandi skipanir hava virkað í so nógv ár, fáa tær eisini ávirkan á
avgerðir við longri horisonti sum til dømis útbúgvingarval hjá ungdóminum og
etableringsáhugan hjá føroyskum og útlendskum aktørum.
Favoriserandi
vinnupolitikkurin er av natúru eisini proteksjonistiskur. Fyri at verja ávísar
partar av vinnunum, leggja vit hindringar í vegin fyri útlendskum íløgum og
útlendskum engagementi í føroyskt vinnulív og føroyskt samfelagslív sum heild.
Týdningurin av at
fáa útlendskar aktørar inn í vinnuna, kann illa yvirmetast. Tað er avgerandi
fyri fastatøkurnar í regionalu menningina, at tú hevur tætt integrerað samstarv
við teknologisku leiðararnar í grannalondunum og samhandilslondunum. Hevur tú
ikki tað, er størri vandi fyri at dragna afturút.
Verður
vinnupolitikkurin og búskaparpolitikkurin sum heild ikki samskipaður og
rættningsorienteraður eftir nýggja hugburðinum til gransking, menning og
nýskapan, fer mistakið at spilla nyttuna av í minsta lagi aðru hvørjari krónu,
sum verður løgd í menningarætlanina. Kanska meira enn tað.
Búskaparvøxtur ella mentan
Lond kappast í
dag um at fyriskipa nasjonalar bygnaðir til gransking, menning og nýskapan –“
research, development and innovation”. Tað ræður um hjá londum og størri
búskaparligum eindum sum ES, at skipa granskingina saman við
innovasjónsskipanum, sum skulu kynda undir búskaparvøxturin. Hjá londum og
altjóða risafyritøkum ræður um at vera fremst í at fáa samfelagsliga nyttu
burtur úr íløgunum í gransking, menning og innovasjón.
Stavnhaldið er
alsamt vaxandi materiell vælferð gjøgnum áhaldandi búskaparvøxtur.
Politisku
flokkarnir hava lagt mestan dentin á búskaparvøxturin, sum man væntar sær
burtur úr granskingarvirkseminum.
Eftir mínum tykki
er tað púrasta óhugsandi, at sjóseta eina ambisjøsa ætlan um eitt
granskingarbaserað vinnulív, sum skal lyfta búskaparvøxturin upp á eitt hægri
støði.
Tað er ikki
óhugsandi, at føroysk gransking í ein ávísan lítlan mun kann fara at vera ein
inntøkukelda, ella kann fara at lyfta imitasjónina og innovasjónina upp á eitt
meira sytematiskt og sofistikerað støði. Men tað er illa hugsandi, at tað í
Føroyum ber til at fáa fyritøkur, sum í stóran mun ganga undan, frammi á
granskingareggini.
Hin vegin er tað
eftir mínum tykki óhugsandi at varðveita eina heilskapta tjóð í landinum, um
vit ikki geva komandi ættarliðum møguleikan at mennast saman við restini av
heiminum – her heima.
Tað er óhugsandi
at menna samfelagið sosialt, undirvísingarliga, fyristingarliga, politiskt og
upp á so nógvar mátar, um vit ikki fáa evidens- og granskingargrundaðan
kunnleika til at lýsa vegin fram.
No comments:
Post a Comment