Søgan um tvær kreppur

Tá prátið gongur millum fólk, er tað ikki so heilt sjáldan at tú hoyrir fólk spyrja “var tað aftan á kreppuna?”, tá okkurt skal tíðarfestast. “Nei, vit bygdu áðrenn kreppuna”. “Vit fóru niður undir kreppuni”. Sum hevði bara ein kreppa verið í landinum.

Sannleikin er, at tað hava verið tvær stórar kreppur síðan 1990, og tað vóru tíggju ár millum tær. Onnur endaði í 1995 og hin í 2005. Soleiðis sirka.


Tey fimm árini undir fyrru kreppuni frá 1991 til 1995 minkaði útflutningur Føroya meira enn 700 miljónir, tí fiskaprísirnir fullu og fiskiveiðan minkaði. Hetta var steinur oman á byrði, eftir at tveir bankar og uppaftur nógv fleiri aðrar fyritøkur vóru farin á heysin árini undan.

Undir seinnu kreppuni, tey fimm árini frá 2001 til 2005, minkaði útflutningur Føroya eisini meira enn 700 miljónir. Hesa ferð var orsøkin tann sama: fiskaprísir og fiskiveiða, og haraftrat húsagangur í rækjuveiðuni og sjúka í alingini, sum eisini førdu til húsagang.

Í seinna umfarinum, hesu meðin túsundáraskiftið, avgjørdi landsstýrið harumframt at kuta slakar trý hundrað miljónir av ríkisveitingini, so at uttanlandsinntøkurnar í krónum og oyrum minkaðu samanlagt nógv meira enn undir kreppuni í nítiárunum. Í prosentum var minkingin kortini um leið eins stór undir báðum kreppum.

At fyrra kreppan var so ógvuslig, hevði helst einki við hesi realøkonomisku viðurskiftini at gera. Orsøkin var korrupsjónin og politiska vanrøktin av landinum, sum rendi okkum øll á heysin. Kreppan, sum kom av minkingini í inntøkum uttaneftir, var meinaleys afturímóti.

Tær vanligu afturvendandi kreppurnar, sum raka hetta viðbrekna pinkusamfelag, koma oftast á okkum uttaneftir. Antin er tað útlendski marknaðurin, sum svíkur, ella er tað náttúran, sum spælir okkum eitt puss.

At kreppan í nítiárunum gjørdist so syrgiliga ógvuslig, var altso ikki tí at útlendsku marknaðirnir ella náttúran vóru serliga meinfýsin tá. Tað var politiska misrøktin av samfelagsins virðum, sum forkom búskapinum.

Hetta er heilt eyðsýnt tá vit nú kunnu staðfesta at samfelagið misti eins stórar inntøkur úr útlondum árini 2001-2005, sum vit mistu í 1991-1995. Og seinnu ferð merktist tað so lítið, at eg tori at vedda uppá, at bara heilt fá vita av, at vit yvirhøvur høvdu eina kreppu tá.

Afturvendandi marknaðarkreppur ella tilfeingiskreppur kunnu vit ikki gera so nógv við, so leingi sum fiskur er grundarlagið undir so stórum parti av útflutninginum.

Men politisku misrøktina kunnu vit gera nakað við. Minnst til at tað er miljardatal av krónum og tað eru túsundtals mannalagnur, sum standa upp á spæl.



Men vert er eisini at hugsa um, at vit komu snikkaleys úr seinnu kreppuni fyri trimum árum síðan. Arbeiðsloysið kreyp upp um fýra prosent lúsa tríggjar mánaðar um várið 2005, og minkaði so aftur. Gjaldsjavnin, sum er roknskapur okkara mótvegis umheiminum, vísti bara eitt lítið hall tað eina árið, í 2003. Hini árini var avlop. Kreppan smekkaði til, men samfelagið kláraði so væl at absorbera stoytin, at øll segl vóru heil og onki skolaði av dekkinum.

Kreppur av hesum slag eru ein nátúrligur partur av kapitalismu yvirhøvur og serstakliga av at vera pinkulítil fiskivinnutjóð. Men heimurin er so snilt innrættaður, at øll lond hava kassakreditt hjá hvørjum øðrum. Kassakreditturin er gjaldsjavnin, sum saktans klárar at koma í trot nøkur ár á rað, um fylt verður upp í aftur eftirfylgjandi árini.

Til vanligu afturvendandi kreppurnar er hesin kassakreditturin ivaleysa stórur.

No comments:

Post a Comment