4.9.11

Stóra vanlukkan fyri framman

Allar framskrivingar av fólkatalinum benda á somu syrgiligu gongd – at fólkavøxturin í Føroyum longu er uppsteðgaður og at vit síðani gerast alt færri, sum árini líða.

Fólkatalið í heiminum fjølgast við fleiri hundrað miljónum um árið - men vit fara at gerast færri. Í ongum av hinum norðurlondunum – heldur ikki teimum smærru – stendur minking í fólkatalinum fyri framman. Men í Føroyum minkar tað.

Uttan mun til hvørjar orsøkirnar eru, so eiga vit at møta hesi vanlukku sum ein tjóð – uttan mun til flokkslit.

Tí ein vanlukka er tað.

Kann rákið vendast?


At fólkatalið minkar stendst av at samfelagið ikki megnar at halda halda fólkinum í landinum, tí tey so ella so hava hildið eydnuna finnast aðrastaðir enn her heima.

Og megna vit ikki at gera lívið so mikið fagurt í landinum, at fólk ikki flytur burtur at finna eydnuna, so eru vit miseydnað sum samfelag.

Eitt miseydnað samfelag vilja vit ikki vera.

Tað avgerandi stóra talið av fólki mistu vit undir kreppuni í nítiárunum, og so mikið lekur javnt av landinum onnur ár, at vit fjølgast ikki aftur.

Talið av burðarførum kvinnum – og tilvaxandi burðarførum kvinnum – minkaði so nógv, at fyri framman stendur javnt minkandi burðaravlop, sum um eini fimmtan ella tjúgu ár verður negativt. Tá fara fleiri at doyggja burturav, enn tað setist við av børnum.

Men ber til at venda rákinum?

Tað vita vit sjálvandi ikki, fyrr enn vit hava roynt tað, men eitt er vist, og tað er at nógv skal til.

Eitt vita vit, og tað er at bara stór nettotilflyting av fólki kann venda gongdini. Fleiri skulu flyta til Føroya, og færri flyta burtur.

Til at venda hesum vanlukkuliga ráki mugu vit seta øll segl á skútuna og lata hetta eina tjóðarmálið gjøgnumsúrga allan politikk.

Vinnumál, skúlamál, mentamál, byggimál, sosialmál og allur annar politikkur má venda sama veg, skal nakað gott spyrjast burturúr. Og í hesum málum kunnu vit hava ymsar áskoðanir um so mangt, men vit mugu vera samd um stavnhaldið – at fáa fólkatalið at vaxa, og at halda fram at vaxa.

Tjóðarmál – ikki hundakunstir

At hetta ikki kann vera ein flokkspolitisk uppgáva, men má vera fremsta tjóðarmál – tað skal eingin ivast í. Tí hetta er eitt átak, sum skal standa við og virka áhaldandi í fleiri áratíggju, um rákið skal vendast.

Alt Løgtingið og øll politisk ætlan má í áratíggju hava hetta sum fremsta mál – at snara skútuni burtur frá vanlukkuni og á kós móti einum bjartari útliti.

Men fólkatalsbroytingar av hesum slag henda líðandi og eru ikki heilt so einfaldar at fáa eyga á. Vanlukkan, vit nú hóma, var gróðursett undir fráflytingini í árunum frá 1990 til 1995, men ikki fyrr enn einaferð um leið 2020 fer fólkatalið rættuliga at minka.

Tí krevst meira enn partapolitiskt kegl og opportunistiskur hundakunstur at viðgera hetta málið og at fáa gjørt nakað við tað.

Men tað er kortini akkurát í politikkinum – í Løgtinginum – at málið má reisast. Og tað má reisast við tí álvara sum slík vanlukka krevur.

Ongin annar enn Løgtingið kann blása í lúðurin og savna fólkið um hetta eina málið, so at øll stremba eftir sama máli. Tað verður bara landsfyrisitingin og landsstýrini komandi, sum áhaldandi kunnu seta so stór og hugbjørt tiltøk í verk, sum her krevjast.

No comments:

Post a Comment