1.2.12

Hatar Hermann kapitalistar?


Eftir at eg skrivaði nakrar greinar herfyri, havi eg fingið av at vita frá nøkrum viðmerkjarum. Summir meira mælskir enn aðrir.
Eitt, sum gongur aftur og aftur er hetta, at Hermann hatar kapitalistar. Hann liggur vinnuni eftir lívinum.
Onki hati eg kapitalistar.
Eg orki ikki fyri fólki, sum rópar hart, men sum ikki hevur talent.


Skalt tú banna og skelda, so mást tú duga at skriva – tað er fyrsta treyt. Men ikki nokk við tí – tú mást eisini hava eina væl undirbygda sak.

Nei, eg hati ikki kapitalistar, men eg kann ikki torga kraddarar. Og har er ein dekans munur. Honum, sum spekulerar í prísum og handli, havi eg nokk meira virðing fyri enn flestu onnur hava. Honum, sum dúgliga rekur fiskivinnu, byggivinnu ella aðra vinnu, havi eg øgiliga stóra virðing fyri. Teimum, sum royna nýggjar leiðir havi eg uppaftur størri virðing fyri.

Men teimum, sum í veruleikanum ríka seg upp gjøgnum lukrativ monopol, handan serbygdar verjugarðar, ella við framíhjárættindum frá landinum – teimum havi eg ikki somu virðing fyri sum vinnurekandi.

Og hví skuldi eg havt tað?

Tey kunnu vera av fittastu fólkum, men tey hava ikki krav upp á serliga virðing fyri nakað sum helst avrik. Tí tað er einki avrik at ríka seg upp av serrættindum.

Og munnu ikki flestu teirra, sum reka fiskiskap fegnir vilja sloppið undan at rikist sum geilartíkir í Tinganesi? Tað kann ikki vera stuttligt hjá røttum vinnulívsfólki at amast í kávalæti uppi í politikarum og embætismonnum í Havn.

3 comments:

  1. Púra rætt, Herman. Tá vinnan og myndugleikarnir í 1995 samdust um eina skipa, fyri botnifiskaveiðuni undir Føroyum, var tann vanligasta viðmerkingin eg hoyrdi, at nú varð sloppið. Framyvir vóru karmarnir greiðir og tað var ikkir neyðugt at kenna ein politikara - ella telefonnumarið hjá landsstýrismanninum fyri at yvirliva í fiskivinnuni. Her spilti Jørgen Niclasen spælið. Hann vendi aftur til 1980'ini og lat vinnuna vita, at hóast at karmarnir vóru greiðir, so bar altíð til at tosa við landstýrismannin. Hetta hevur hildið á síðani næstan óslitið. Klientilisman kom fyri seg aftur og tað bar aftur til at keypa atkvøður við almennum virðum

    ReplyDelete
  2. Tað er ótrúligt, sum tú dugir væl at siga tað Hermann. Hatta er tað, sum alt snýr seg um.
    Tað ringasta er, at fólkaflokkurin førir ein vinnulívspolitik, sum byggir á lukrativ monopolir, og teirra veljarar, hava helst eisini ta fatan, at her er talan um liberalan vinnulívspolitik???

    ReplyDelete
  3. Sera væl sagt Hermann. Hettar er júst tað sum gongur fyri seg í Føroyum ídag. Eg haldi tað verða heilt ófatiligt at tað ber til at fáa meiriluta fyri einum politikki, sum í so stóran mun bert snýr seg um at útdeila kakuna, til teir sum hava meira enn nokk frammanundan. Fólkaflokkurin er fólkaflokkurin, og vit vita hvat hann stendur fyri, men tað eru bert 22% sum vilja hava at tingini gjørd á teirra hátt. At tað kann lata seg gerða at fáa meiriluta saman við trimum ørðum flokkum, fyri einum reidyrkaðum fólkaflokkspolitikki, gongur yvir mítt vit.

    ReplyDelete