Korrupsjón ella kapping

Mátarnir at býta út atgongdina til brúkararættindini eru í høvuðsheitum bara tveir – antin má útbjóðarin velja millum umsøkjarar, ella má hann lata teir kappast um atgongdina.
Hóast at tað í høvuðsheitum bara eru tveir mátar, eru mátarnir fleiri í hvørjum av høvuðsbólkunum, sum í praxis verða settir í verk.
Men í fyrsta umfari er vert at leggja dent á hesar mátarnar, sum í høvuðsheitum eru tveir – útluting ella kapping.

Útluting

Tá almenni myndugleikin skal útluta fiskirættindi, eru tað bæði politikarar og embætisfólk, sum velja teir hepnu úr rúgvuni av umsøkjarum. Í okkara lítla samfelag er illgrunin um korrupsjón og nepotismu ikki ógrundaður, tí sjálvandi kennast partarnir hvør sínu megin borðið. Umframt hendan eyðsædda kennskap, er púra greitt at stóru reiðaríini fremja lobbyvirksemi fyri at standa fremst til at ognast heiilt stóru bitarnar. Sum til dømis í uppsjóvarfiskinum, Barentshavinum og í rækjufiskiskapinum á sinni.
Í Føroyum hava verið fleiri mátar at praktisera hetta slagi av útlutning.
Tá lógin um vinnuligan fiskiskap varð smíðað mitt í nítiárunum, fór útlutingin fram eftir meira neutralu regluni undir heitinum “grandfathering” – abbareglan. Tá varð snøgt sagt bannað øllum fólki at fara undir vinnuligan fiskiskap, uttan teimum, sum frammanundan høvdu fiskað og avreitt.
So tá sluppu politikarar og embætisfólk frá at velja millum umsøkjarar.
Men fiskiskapur er rusalig vinna, og tá summi góvust og nýggj skuldu sleppa fram at, tá noyddust embætismenninir at velja millum borgarar við somu rættindum. Skal hesin fáa? Skal hasin?
Sama hendi tá nýggjur fiskiskapur tók seg upp, antin í føroyskum ella í fremmandum sjógvi.
Og tá fer skjótt at rúka av korrupsjón og nepotismu.

Kapping

Tá almenni myndugleikin harafturímóti letur kappingina ráða um hvør ið skal sleppa fram at brúksrættindunum í fiskiskapi, hava politikarar og embætisfólk ikki beinleiðis fingrarnar í fatinum. Tá verða tað kappingarreglurnar og kappingin sjálv, sum avgera úrslitið.
Men kappingar valdast, tí ikki allar tæna sama endamáli. Og endamálini eru so ymisk.
Var endamálið bara at fáa eitt avmarkað tal innum, so eru fleiri einfaldir mátar at orna tað uppá. Ein teirra er at lata umsøkjararnar sleppa framat alt eftir hvussu frammalaga teir standa í røðini.
Men er endamálið at tæna samfelagsbúskapinum best, er besti mátin vanliga gamla marknaðarkappingin, sum í kapitalistiskum samfeløgum hevur roynst framúr væl. Undir teimum treytum virka flestar aðrar vinnur sum framleiða vørur og tænastur kring allan knøttin.
Frí og áhaldandi kapping um brúksrættindini í fiskiskapi hevur tann stóra fyrimun, at hon í longdini tænir samfelagnum best, tá um búskaparliga úrslitið ræður.
Og harumframt sleppa vit púrasta undan politiskari og bureaukratiskari uppílegging og tí illgruna, sum harav stendst.

Endamálið er vælferð

Endamálið við allari umhugsan av búskaparligari tillaging er vælferðin hjá borgarum landsins. Endamálið er ikki framleiðslan í sjálvum sær, og endamálið er ikki umsorgan fyri fyitøkunum. Tað er fram um alt annað lív og trivnaður borgaranna, sum hevur týdning í búskaparligum vísindum, og so eigur eisini at vera í samfalgsligum verki.
Vælferðin, nú og komandi, stendur og fellur við produktivitetinum – at vit megna at framleiða mest møguligt virði við minst møguligu nýtsluni av kapitali og arbeiðskraft.
Hetta er orsøkin til at búskaparfrøðin
  • í fyrsta umfari mælir til at lata tað almenna seta reglur fyri at tryggja umhvørvið og sosialu viðurskiftini
  • og í øðrum lagi mælir til at lata vanliga kapitalistiska marknaðarkapping ráða um atgongdina til fiskatilfeingi.
Verður hetta gjørt á skynsaman hátt, fáa vit besta úrslitið av vælferð burturúr.
Allar aðrar leiðir føra til spill av framleiðsluorku, til minni vælferð, og mangar haraftrat til stórar sosialar skeivleikar og korrupsjón.

Lagaliga og smidliga

Tilfeingisvinna er so mangt. Tað fysta vit í Føroyum koma til hugs er fiskiskapur. Men fiskiskapur er ikki bara eitt slag av vinnu, tí risastórur munur er á útróðri, flakatrolarum og ídnaðarfiskiskapi. Ein onnur er oljuvinnan, sum gevur heilt aðrar avbjóðingar. Síðani kemur fiskaalingin við sínum risavirðum og sínum serligu avbjóðingum.
Men ikki nóg mikið við tí. Vatnorkan er eisini grundarlag undir vinnu, sum er tilfeingisvinna. Landbúnaðurin somuleiðis. Hóast grundsjónarmiðið um at stýra atgongdini til tilfeingið er hitt sama, so eiga tey at verða sett í verk við skynsemi, tí vinnur og umstøður eru so ymisk. Sjálvandi krevst at reglurnar verða gjørdar lagaliga og smidliga, men uttan kortini at missa grundreglurnar úr eygsjón.

No comments:

Post a Comment