20.11.12

Veðseta ognina hjá onkrum dummum hundi ?


Í útvarpstíðindunum bórust tey tíðindi, at stjórin í Føroya Banka, John Rajani, á fiskivinnutinginum (sum bankarnir rindaðu) hevur borið fram ynski um at sleppa at taka veðhald í fiskiloyvunum.
Bankin vil hava pant í fiskiloyvum, tí so verður trygdin betur hjá bankanum at fáa pengarnar aftur, um illa vil til. Tí skal Føroya fólk bara geva avkall upp á sína ogn. Og tað er ikki meira enn rímiligt, tá havt verður í huga hvønn týdning bankin hevur fyri føroyingar.
John Rajani heldur at tá hann lænir Hanus Hansen pengar, so skal hann ikki bara hava pant í ognini hjá Hanusi Hansen, men eisini pant í ognini hjá øllum øðrum føroyingum aftrat?!

Tann dummi hundurin

Sjálvandi er tað betur fyri bæði bankan og fyri John Rajani um teir sleppa at lýsa pant í ognini hjá triðaparti. Hvat tá?
Bankin hevur sjálvur oyst reiðaríini undir í lánum, tí feløgini eru so illa rikin.
Eftir øllum at døma hevur bankin veddað upp á at høgraflokkarnir fara at geva reiðaríunum tilfeingisognina til gávus í ævir allar. Tí hevur bankin vaðað so langt út í lánum til illa riknu fyritøkurnar.
Reiðaríini eru ikki verd skuldina, bankin hevur latið, so nú hevur bankin sent John Rajani at finna onkran dumman hund, sum vil lata ognina hjá sær til veðhalds fyri Hanus Hansen.

Hvat verður nýtt í nýskipanini?
Sum útgang av tíðindunum um vátu pantidreymarnar hjá Føroya Banka hoyrdu vit at tað situr ein arbeiðsbólkur í Fiskimálaráðnum og smíðar eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap.
Grundarlagi undir regulering av vinnuligum virksemi er at finna í búskaparfrøðini. Ikki í lógfrøði ella lívfrøði. Hvussu væl er so Fiskimálaráðið skikkað til at tillaga verkið um búskaparligu reguleringina av fiskivinnuni?
Allir búskaparfrøðingar eru samdir um høvuðstættirnar í hvussu reguleringin eigur at vera. Men teir arbeiða bara ikki í Fiskimálaráðnum. Frøðiliga eru embætismenninir tí ikki skikkaðir til verkið.
Ringast av øllum er tó, at hugburðurin hjá bankastjóranum og reiðaranum er hin sami, sum gjøgnumsúrgar sjálvt Fiskimálaráðið. Innan gáttina í ráðnum ræður hugburður teirra priviligeraðu fáu, sum upprunaliga fingu gávugóðsi frá tí almenna.
Tað eru fortreytirnar í arbeiðsbólkinum, sum virkar undir leiðslu av ovastu stjórnini í fiskimálaráðnum. Og yvir herðarnar á teimum kagar so ein politiskur fylgibólkur.
Úrslitið er politiskt umbiðið og prosessin politiskt stýrd av Fólkaflokkinum. Hví lúgva fyri sær sjálvum og Føroya fólki? Hví spæla kommediu? Talan er um eitt politiskt arbeiði – eitt høgrasnarað og anti-liberalt prosjekt, ballað inn í embætisliga kommediu.

Ein dag, ein dag . . .
Men tað fer ikki at eydnast Fólkaflokkinum og Sambandinum at venda gongdini. Rákið ávegis einari liberalari og rættvísari skipan vendist ikki. Tað kann seinkast og nakrar hundraðtals miljónir kunnu dryppa niður í úrvaldar lummar nøkur ár aftrat. Men endin er púra vísur. Einaferð tekur Føroya fólk tilfeingið til sín og tekur fult gjald fyri at leiga vinnurekandi fiskirættindi.
Verður tað ikki í hesum umfarinum, so verður tað seinni.

1 comment:

  1. Fý for H******.... organiseraður kriminalitetur á alljósum degið og ongin vaknar!

    ReplyDelete