21.8.13

Kleking og endurnýgging


Vit eiga tvær døtur, Marina og Turið. Marin er fødd á Ólavsøku í 1985 og Turið í Februar 1988. So tær eru í dag 28 og 25 ára gamlar. Báðar eru undir útbúgving og búgva uttanlands, og teljast tí ikki millum føroyskar kvinnur í burðarførum aldri – hóast tað er akkurát tað, tær eru. Tær búgva bara ikki í Føroyum.
Og tað ger bara um leið helvtin av teirra árgangum av føroyskum kvinnum. Av teimum gentum, sum vóru føddar somu ár sum Marin og Turið hjá okkum, búgva bara ávikavist 53 og 55 prosent enn í Føroyum.

Orsøkirnar eru fleiri. Men tvær skara helst framúr. Hin fyrra er tann, at nógvar av teimum fluttu burtur saman við restini av familjuni undir kreppuni í nítiárunum. Hin seinna er hon, at størri partur av ungu kvinnunum í dag fer av landinum at nema sær útbúgving.
Talan er í veruleikanum um tvey heilt vanlig rák, sum hava árin á talið av kvinnum í buðarførum aldri.
Onnur eru tey, at árgangirnir av ungum kvinnum gerast alt smærri í miðal, tí at færri børn hava verið fødd, sum árini líða. Og tí eisini færri gentubørn.
Hini árinini eru tey, at alt størri partur av ungu kvinnunum fara uttanlands at nema sær útbúgving, og eru tí burturstaddar fyrsta partin av tíð síni sum burðarførar kvinnur. At tær so í mongum førum ikki koma heimaftur, leingir so bara tíðina tær ikki teljast upp í burðarførar kvinnur í Føroyum.
Síðani er talan um eini heilt serlig árin av kreppuni í nítiárunum, sum í fyrsta umfari ripti túsundtals kvinnur og menn úr landinum. Seinni flutti so ein partur heimaftur.
Men hvi var so ein lítil vøxtur at hóma í talinum av burðarførum kvinnum frá miðjum nítiárunum og fram til 2004, ella har á leið?
Helst er orsøkin at finna í heimflytingini, sum kom eftir øgiligu fráflytingina fyrra helmingin av nítiárunum. Tað vóru sjálvandi fólk í øllum aldri, sum fluttu heimaftur, harímillum gentur og kvinnur sum tá ella seinni komu upp í burðarføran aldur.
Men í 2004 vunnu vanligu rákini aftur á teimum serligu. Smærri árgangir og fleiri fráfluttar í lestrarørindum, minkar meira um talið, enn heimflytingin kann bøta uppá.
Vit eiga at geva okkum stundir at uppfata hvat tað hevur at týða fyri samfelagið alt – politikk, handil, búskap, mentan, huglag og øll onnur brigdi av okkara felagsskapi – at bara helvtin av kvinnunum í tjúgunum eru eftir í landinum.
Og eg meini ikki bara við klekimaskinurnar. Tí tað er so bara tann eini parturin av teirra leikluti í endurnýggingini av samfelagnum. Tey ungu skulu endurnýggja alt! Mentanina, politikkin, búskapin og alla restina.
Eg hevði ta frøi at hava eitt stutt samskifti við tær, sum gjørdu Ólavsøkukabarettina í ár. Tá merkti eg ein farra av tí eldi og tí orku, sum okkum so púrasta manglar í gerandisdegnum.
Sjálvandi skulu vit rokna væl hvønn týdning hetta hevur fyri burðartalið og fólkavøxturin, men vit skulu nokk leggja meira dent á hvønn týdning tað hevur fyri politiska landslagið, fyri búskaparligu framgongdina og fyri moralska og mentunnarliga lýsið, at hesar ungu kvinnurnar spáka á øðrum gøtum enn okkara.
Politisku flokkarnir hava ikki á nakran hátt uppfatað hvussu álvarsligt hettar er. Eg óttist at vit eiga ikki tað lið av politikarum og hugsjónarfólki, sum skal til fyri at lofta málinum. Tær búgva nemliga uttanlands.

No comments:

Post a Comment