8.10.13

Fór tú til arbeiðis í morgun?


Búskaparráðið staðfesti í frágreiðing síni í heyst, at búskapurin ”er í einum lágkonjunkturi við lítlum búskaparvøxtri”. Tað var heldur varisliga orðað og eg skal gera eina roynd at lýsa hvussu illa stendur til.
Besta barometrið upp á kreppuna er eftir mínum tykki talið av arbeiðsfólki. Tað, sum spyrjast skal er: hvussu nógv fólk fara frá húsum um morgunin til arbeiðis. Tí grundleggjandi búskaparlig barometurtalið, bruttotjóðarúrtøkan, fylgist í roynd og veru rættuliga tætt talinum av arbeiðsfólki. Í hvussu so er um áramálið er stutt, sum vit líta at.

Talið av løntakarum er eitt gott mát av virksama fólkinum og tí eisini av virkseminum. Tey vóru í februar í ár heili 2.300 færri enn sama mánaða fimm ár undan, í 2008. Tað eru heili 9 prosent færri, og sostatt eru vit, eftir hesum at døma, enn í djúpari búskaparkreppu.
Hesi tølini siga okkum, at er einki munandi hent við tøknini hesi seinastu fimm árini (og tað haldi eg ikki at tað er) so er reala ella sanna virðið av BTÚ púrasta stagnerað – ja, helst fallið eitt vet seinastu árini.
Hóast hetta tykist vera eitt sindur einfalt at bera fram, so er hetta kjarnin í tí heila. Sluppu øll frá húsum um morgunin til arbeiðis, so vóru tey eini tvey túsund fleiri, sum kundu virkað vørur ella tænastur til føroyingar ella útlendingar at keypa. Og tá hevði virðisøkingin verið eini 9 ella 10 prosent størri enn í dag.
Niðustøðan er tí, sum Búskaparráðið sigur, at vit eru enn í lágkonjunkturi. Men eg haldi at tað er rættast at seta tøl á - hvussu langt frá tí rímiliga vit eru. Og niðurstøðan hjá mær er, at vit eru tætt við hesi 9 prosentini frá at koyra við fullari ella javnt góðari ferð.

Hvar eru so hini øll?

Ja,hvar eru so tey fleiri enn tvey túsund, sum ikki eru til arbeiðis?
Nøkur teirra eru arbeiðsleys. Tey vóru í februar í ár um leið 1.300 í tali.
Leggja vit saman talið av arbeiðsleysum og talið av løntakarum, so síggja vit, at í februar í ár vóru tey samanlagt 25 túsund, sum er stívliga 1.300 færri enn tey vóru fyri fimm árum síðani. Sostatt eru tey 5 prosent færri.
Men framvegis manglar okkum eini túsund, sum kundu havt verið til arbeiðis, ella skrásett arbeiðsleys.
Telja vit hvussu nógv eru í aldursbólkinum, sum væntast kann at vera til arbeiðis, so eru tey eisini fækkað nakað hesi seinastu fimm árini. Men einki at skrivað heim um kortini, tí tey eru bara eini trý ella fýra hundrað færri (alt eftir hvørjar aldurbólkar tú telir uppí).
Hvat so við teimum, sum arbeiða í Noreg? Jú, tey eru helst eisini nøkur, sum skulu teljast uppí. Og so gongur roknistykki upp – soleiðis á leið í hvussu er.
Men ein krúlla er eftir.
Hóast tey síðsnevndu eru til arbeiðis í Noreg ella aðrastaðir, so koyrir føroyska samfelagið framvegis langt frá fullari ferð. Vit eru framvegis eini 9% burtur frá tí. Hóast fleiri eru til arbeiðis í Noreg.
Tey eru so heppin at sleppa undan arbeiðsloysinum og kunnu breyðføða seg og síni. Og føroyska arbeiðsloysisskipanin sleppur undan at gjalda teimum stuðul. Og tað er alt gott.
Men tey leggja einki aftrat føroyska BTÚ – at føroyska virkseminum. Tað er framvegis nógv minni enn tað átti at verið. Tey, sum arbeiða uttanlands hava slept okkum undan einum fíggjarligum trupulleika, sum bara hevði gjørt støðuna nógv verri, um so ikki var.
Tá arbeiði aftur verður at fáa her heima, so kemur meginparturin av flokkinum aftur. Soleiðis var undir kreppuni í 1990 árunum og soleiðis var í 1950 árunum, og soleiðis gera føroyingar, tá arbeiðsloysi er. Eg vænti at soleiðis verður aftur hesa ferð.

No comments:

Post a Comment