24.10.13

Síggja ikki grasið grógva

Er tað prosenttalið av kvinnum, sum er avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum? Hvussu ber tað til at tað verða færri kvinnur í Føroyum, um tað ikki rýma fleiri kvinnur enn menn? Fáa føroyskar kvinnur ikki flest børn í Evropa? Jamen, hvat er so problemið? Slíkir spurningar flúgva runt manna millum í orðaskiftinum um framtíð Føroya. Tí havi eg skrivað hendan stubban.
Menniskjan hevur arvað sínar sansir frá forfedrunum, alt eftir tí umhvørvi teir livdu í. Tiltikið er, at menniskja dugir væl frá nátturunnar hond at telja goymsluna, rúgvuna, talið. Men vit hava ikki eins sjálvsøgd evni til at gáa eftir hvussu long tíð gongur til goymslan er tóm, hóast vit fáa upplýst hvussu nógv fer burtur av goymsluni og hvussu nógv leggst aftrat goymsluni.
Til tess krevst meira enn tev og sansir. Til tess krevjast vitan og vísindi.
Tað er púra eyðsýnt, at tað er ikki bara politiski myndugleikin, sum ikki tykist skilja hvussu álvarslig støðan er, fólkatalinum viðvíkjandi og tessvegna framíðar tilverugrundarlag komandi tíðir. Sannleikin er at fjøldin av fólki skilir ikki álvaran í málinum, tí at dynamiskar hendingar eru øgiliga fløktar hjá menniskjum at skilja. Vit eru snøgt sagt ikki útgjørd frá náttúrunnar hond til at skilja dynamikk, og tað serstakliga tá hann ikki er einfaldur og linjurættur.
Her eru trý dømi.

Fiskur

Tá Føroyar fingu ræðisrættin á 200 fjóringum av egnum havøki at skipa sín egna, exklusiva fiskirætt á, gingu sløk fimmtan ár, so var toskastovnurin fiskaður í botn. Hann slapp at vaxa nakað aftur, so varð hvør fjøl flotað, og nú, tjúgu ár seinni, er stovnurin av toski aftur á sama lágmarki, sum hann var í 1992.
Havstovan ger sítt ítarsta at upplýsa rætta stovnsstødd og ræður til fiskiskap hareftir – alt á vísindaligum grundarlag. Men vit – og eg meini VIT, samfelagið Føroyar – fiska tað fleirfalda, og skíta á konsekvensirnar.
Her eru sjálvandi meira enn kognitiv mistøk uppi í leikinum, men á onkran hátt eru vána evnini hjá okkum at uppfata vandan í fløkjasligu dynamisku prosessunum við tilgongd og frágongd og óvissum stovnsstøddum, hjartatátturin í málinum. Vóru vit ikki øll á onkran hátt samsek í at undirmeta vandan, so sluppu politikararnir ikki at lata reiðaríunum so stórar nøgdir á hvørjum ári, sum girndin er eftir.

Global warming

Fyrstu vísindaligu ávaringarnar um vandan fyri hiting av luftløgunum um jørðuna komu nokk í 1970 árunum, men enn í dag, stívliga fjøruti ár seinni, er lítið komið burtur úr tiltøkunum at steðga útlátinum av gassi og øðrum dálkandi evnum, sum elva til hitingina av luftløgunum, hóast vísindafólk gera hvat tey kunnu, og hóast lond heimsins í fleiri umførum hava roynt at koma til sættis.
Tað tykist ikki so avgerandi neyðugt fyri vanliga veljaran, at stjórnarleiðararnir verða trýstir til at gera nakað álvarsligt við málið – hóast talan saktans kann vera um ein prosess, sum ikki kann vendast aftur. Hóast vinningurin á ovastu hyll er oyðing av lívi á jørðini.
Vit síggja einki beinleiðis til vandan, sum vit við sansunum kunnu merkja. Og tá eru vit illa stødd. Sansa vit ikki hendingarnar og sjálvar prosessirnar eru fløktar dynamiskar tilgongdir og frágongdir, so duga vit ikki at verja okkum, men yppa bara øksl.

Fólkatalið

Hóast framtíðin, fólkatalinum viðvíkjandi, als ikki er viss, so er rættuliga trúligt, at vit fara at búgva alt færri í Føroyum komandi árini. Tað er – kann man róliga siga – nóg galið, tí eitt land sum ikki vexur, er á onkran hátt miseydnað. Men tað, sum verri er, tað er váðin fyri at minkingin av fólkatalinum kann koma í ein alt títtari meldur, so at fráflytingin økist. Og tað er hetta vit skulu royna at forða fyri.
Men sum við fiskinum í sjónum og ósjónligum gassi í loftløgunum, so síggja vit ikki vandan í prosessum, sum vit ikki kunnu sansa við okkara primitivu sansum, prosessir sum eru samansettar av fløktum sambandi millum stovnin og ymiskt sløg av frágongd og tilgongd.
Tað er slett ikki so einfalt at gera forsagnir um fólkatlið í hesum lítla landinum. Millum fakfólk fæst saktans semja um hvørjar prosessirnar eru, sum skulu teljast uppí, men hvørji árinini verða, er stór óvissa um.

Áyrgdin hvílir á (lærda) fólkinum

Soleiðis er eisini við fiskastovnum og hitanum á jørðini.
Skaðin hendir tá stuttskygd vinningsáhugamál sleppa at fáa fastatøkur á politisku maktini, og vit sum samfelag tí ikki reagera rættstundis og reagera avgjørt.
Stuttskygdu vinningsáhugamálini eru sum hávur í sjónum, altíð slotandi eftir næsta bitanum, púra aldeilis uttan fyriliti fyri restini.
Er fjøldin av fólki blindað fyri sanna váðanum, stendst lættliga skaði av. Tí er tað at ein stórur partur av heimsins fiskastovnum longu eru oyddir ella ovurfiskaðir. Tí høgga vit fyrilitarleyst burtur frumskóg. Tí oysa vit enn koltvísúrni út í lofthavið.
Vit kunnu ikki líta á kapitalistarnar, tí teir hava bara eygað fyri stuttskygdum profitti, og vit kunnu ikki líta á politikararnar, tí teir tæna bara harranum sum gevur flest atkvøður til næsta val.

Tað er bara øktur kunnleiki manna millum, sum kann fáa vend í slík mál. Og til at økja kunnleikan manna millum, mugu tey frægast lærdu taka ábyrgdina av.

No comments:

Post a Comment