Hetta halda veljararnir um umsitingina av fiskatilfeinginum

Hóast Münchhausen var barónur og ikki
kvotagreivi gjørdi hann onkran túrin á hestbaki


Stórur meiriluti av veljarunum tekur undir við at myndugleikarnir styðja seg til vísindaligu tilráðingina, tá um ræður fyrisitingina av felags fiskatilfeingi landsins. Bæði tá um ræður vinnuligu atgongdini til fiskirættindini og tá um ræður lívfrøðiligu umsitingina, vil stórur meiriluti av veljarunum hava, at myndugleikarnir fylgja ráðunum frá fakligu ráðgevingini, heldur enn ynskjunum hjá tí vinnu, sum beinleiðis fær ágóðan av sínum egnu ráðum.




Í eini granskingarverkætlan eru 1.400 veljarar í novembur 2014 spurdir um støðu sína til ymisk mál viðvíkjandi fiskivinnupolitikki. Endamálið er at kanna samband millum støðutakanir og samband millum støðutakan og onnur viðurskifti av sosialum slag.
Meðan granskingarverkætlanin heldur fram, ber saktans til at leggja uppúr av einføldum hagfrøðiligum úrslitum. Nøkur teirra eru hesi sum staðfesta meiningar hjá veljarum um reguleringina av fiskiskapinum – bæði hina fiskifrøðiligu reguleringina og so hana, sum meira politiskt stríð hevur verið um seinastu árini – hina búskaparligu reguleringina av atgongd til fiskirættindi.
Tey spurdu eru tilvildarliga vald burtur úr fólkayvirlitinum, og svarini ið her verða løgd fram, eru einfaldar óvektaðar samanteljingar. Spurningarnir eru neutralt orðaðir, men samstundis settir á einum máli sum flest verða hildin at skilja. Spurt verður eisini fleiri vegir, so at minst møgulig leiðbeining liggur í spurninginum.
Tilfarið úr spurnarkanningini verður brúkt í øðrum høpi eisini, so í hesum umfari verður mestsum bara sagt frá støðu veljaranna sum heild, men greitt verður kortini eitt sindur frá møguligum muni í støðutakan kring landið.

Fult gjald fyri fiskirættindi

Fyri at finna fram til støðu veljaranna til prinsippini viðvíkjandi politiska regluverkinum um atgongd til fiskirættindi, vórðu tey spurd hvussu samd ella ósamd tey vóru í hesum orðingum:
  1. Tað almenna skal lurta meira eftir Búskaparráðnum enn eftir reiðarunum og royna at fáa fult gjald (um leið 900 miljónir) fyri fiskirættindini”
  2. Fiskiskip eiga at fáa rættindini (kvotur og fiskidagar) ókeypis frá landinum”
Upp á fyrra spurningin svaraðu 801, og 458 teirra søgdu seg vera meira ella minni samdan í orðingini, 121 søgdu seg meira ella minni ósamdan meðan 222 ikki vitstu at svara.
Tað vil siga at 57,2% halda at lurtast skal eftir Búskaparráðnum tá tað sigur at fult gjald (um leið 900 miljónir) skal fáast fyri fyri fiskirættindini. Ósamd eru 15,1% og tey ið ikki taka støðu eru 27,7% av veljaraskaranum. Hagfrøðiliga óvissan liggur í hesum føri millum 2,5 og 3,4 prosent.
Tað eru sostatt næstan fýra ferðir so nógv, sum vilja hava at lurtast skal eftir Búskaparráðnum í hesum málinum um at fáast skal fult gjald, einar 900 miljónir um árið, fyri fiskirættindini. Talan er eisini um greiðan meiriluta av veljarunum, hóast hagfrøðiliga óvissa verður íroknað.
Upp á seinna spurningin er svarið minst líka greitt frá veljaraskaranum, tí at 62,8% svara at tey eru ósamd í hesum uppáhaldi, meðan 17,1% eru samd. Í hesum føri eru 20,2% sum ikki taka støðu í málinum. Í hesum føri er hagfrøðiliga óvissan liggur millum 2,4 og 3,6 prosent.
Her eru tí eisini knappliga fýra ferðir so nógv, sum eru ímóti at skipini fáa rættindini at fiska ókeypis frá landinum, so her tykist vera samsvar millum svarini upp á ymiskliga orðaðu spurningarnar, sum tí gevur betri vissu um svarini.
Niðurstøðan av hesum er tí at meiriluti av veljarunum eru ikki sinnaðir at lata reiðaríunum fiskirættindini ókeypis. Eisini er niðurstøðan at greiður meiriluti av veljarunum vilja hava at Løgtingið tekur fult gjald fyri fiskirættindini, eins og fyriskrivað er fleiri ferðir av Búskaparráðnum.
Hetta er landspolitiskt mál, og tí er mest áhugavert at staðfesta støðuna í veljaraskaranum sum heild. Men greitt er at politisku flokkarnir slota nógv eftir hvussu ymsu valdømini eru til sinnis um hesi málini.
Hóast nakað av muni sjálvandi er millum landspartarnar (sýslur í hesum føri), so er ongin ivi um sjálvan meirilutan. Hóast hagfrøðiliga óvissan gerst størri í sýslunum enn í landsúrslitinum, so er bert á Sandoynni at nakar ivi er um meirilutan. Tað tykist tí rættuliga haldføst niðurstøða, at um alt landið er meiriluti ímóti at lata fiskirættindi ókeypis av hondum.

Stovnsrøktin latast fiskifrøðingum upp í hendi

Til at finna fram til støðu veljaranna til ásetingina av fiskidøgum og stødd á kvotum, vóru tey spurd hvussu samd ella ósamd tey vóru í hesi orðing:
  1. Løgtingið eigur at lurta meira eftir Havstovuni enn eftir reiðarunum, og skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu við millum 20 og 70 prosentum”
Og síðani skuldu tey velja millum at svara ”Fiskifrøðingarnir”, ”Fiskivinnan” ella at tey ikki taka støðu í málinum, tá tey vórðu spurd:
  1. Hvør átti at havt avgerandi orðið um fiskidagar?”
Fyrra spurningin er lítil ivi um millum veljararnar. Heili 62% svaraðu spurningin játtandi, meðan 13,1% hildu ikki at lurtast skal meira eftir Havstovuni enn eftir reiðarunum í málinum um stovnsrøkt. 24,9% vitstu ikki at svara. Eins og í øðrum av spurningunum er umboðanin úr Sandoynni so lítil at ivi stendst um úrslitið, men í øllum øðrum sýslum var greiður meiriluti fyri at gera sum Havstovan hevur mælt til seinastu árini viðvíkjandi botnfiskastovnunum undir Føroyum. Hagfrøðiliga óvissan er millum 2,3 og 3,4 prosent.
Í spurninginum um hvør ið átti at havt avgerandi orðið at siga í tilráðingini um fiskidagar, svaraðu 58% av veljarunum at tað áttu fiskifrøðingarnir, meðan 17,6% meintu at tað eigur fiskivinnan, uttan at vit nágreintu meira hvør ið tað kundi verið. Tað vóru soleiðis 3,3 ferðir fleiri, sum vildu hava fiskifrøðingarnar at hava avgerandi orðið at siga í málinum, og bara í Norðoyggjum var undirtøkan fyri fiskfrøðingum minni enn tvífalt so stór sum undirtøkan fyri at fiskivinnan skuldi hava avgerandi orðið at siga. Hagfrøðiliga óvissan er millum 2,7 og 3,5 prosent.

Niðurstøða

Stórur meiriluti av veljarunum tekur undir við at myndugleikarnir styðja seg til vísindaligu tilráðingina, tá um ræður fyrisitingina av felags fiskatilfeingi landsins. Bæði tá um ræður vinnuligu atgongdini til fiskirættindini og tá um ræður lívfrøðiligu umsitingina, vil stórur meiriluti av veljarunum hava, at myndugleikarnir fylgja ráðunum frá fakligu ráðgevingini, heldur enn ynskjunum hjá tí vinnu, sum beinleiðis fær ágóðan av sínum egnu ráðum.

Hóast 1.400 veljarar vórðu spurdir undir kanningini, hava bert sløk 800 svarað øllum spurningum, teirra millum teimum fýra spurningum, sum her eru umrøddir. Sum frágreitt, er hetta kortini ivaleyst til at óvissan gerst so lítil, at úrslitini standa greið og ivaleys eftir.

No comments:

Post a Comment