9.12.15

Grønur vøxtur

Umframt grønan vøxtur kundi Hulkurin saktans umboða inflasjón
Grønur vøxtur og avvøxtur eru politiskar agendair og ikki búskaparfrøðilig alternativ. Mær vitandi býr einki alternativt uppskot um búskaparfrøði undir hesum heitum. Haðani eru ikki komin nøkur skila alternativ til grundvøllin í búskaparfrøði, so sum teoriirnar um marknaðir, arbeiði, kapital, prísáseting, altjóða handil, vælferð, hitt almenna ella búskaparvøxtur.


Í dag fekk eg avbjóðandi spurningin, um ”degrowth” (vit kalla tað avvøxtur) ikki kundi koma í staðin fyri búskaparvøxtur.
Fremst av øllum má eg viðganga, at eg veit millum lítið og einki um ”green growth” ella ”degrowth”. Eg kenni tey bara frá heitunum sjálvum og onkrum populergreinum, sum eg helt meg skilja – men hvør veit? Tí tá hesi heitini síðani fleiri ferðir eru borin sum gløðandi brandar inn á gáttina hjá búskaparfrøðini, so skilji eg púrt einki.
Orsøkin man vera tann misfatan, at grønur vøxtur og avvøxtur hava nakað substansielt við búskaparfrøði at gera. Tað hava tey ikki. Tað einasta talan kann verða um, eru onkur illgrundað álop á búskaparfrøði frá fólki, sum svørja til grønan vøxtur og avvøxtur.
Grønur vøxtur og avvøxtur eru politiskar agendair og ikki búskaparfrøðilig alternativ. Mær vitandi býr einki alternativt uppskot um búskaparfrøði undir hesum heitum. Haðani er ikki komin alternativ til grundvøllin í búskaparfrøði, so sum teoriirnar um marknaðir, arbeiði, kapital, prísáseting, altjóða handil, vælferð, hitt almenna ella búskaparvøxtur.
Búskaparfrøði viðger vøxtur positivt í royndini at finna orsakir til vøxturin og mangan bara assosieringar hjá staðfesta vøxtrinum við aðrar variablar, so sum íløgur, vitan, institusjónir osfr.
Búskaparfrøði hevur onga normativa tilgongd til vøxtur sum fenomeðn. Vit vita at tann vøxtur, sum verið hevur, er materiella grundarlagið undir tí mannasamfelag, vit í dag hava, við øllum teimum herligheitum og fortreðiligheitum, sum til eru: vit liva longur, eru minni sjúk, vita meira, hava minni strævin lív, misjavnur komfortabilitetur, summi eta meira og eru feitari, onnur svølta og líða neyð av ymsum slagi, vit kunnu spreingja jørðina túsund ferðir í petti, ferðast til mánan og so mangt annað.
Fyri frøðiliga partin av búskapi ber saktans til at taka avgerð um at vera vegan ella LCHF (sum eg rondi at vera ;-)), at gevast við atomkraft, at seta mark fyri útláti av CO2 og sloyfa mánaferðirnar. No problem.
Búskaparfrøði mælir ikki til størri ella minni brúk av náttúrutilfeinginum. Tvørtur ímóti er kjarnin í búskaparfrøði ein stremban eftir at fáa sum mest gagn burtur úr hvørjum arbeiðstíma, hvørjari krónu av kapitali og hvørjum kubikki av náttúrutilfeingi. Ikki eitt einasta orð um hvussu nógvar arbeiðstímar, kapital ella náttúrutilfeingi, vit skulu brúka – men bara at fáa so nógv mannagagn burtur úr hvørji av teimum eindunum, sum vit politiskt ella marknaðarliga avgera at brúka.
Tí búskaparfrøði er frøðin um skilabestu nýtsluna av avmarkaðum tilfeingi – og hetta er orsøkin til okkara tilmæli um at í mest møguligan mun at brúka marknaðin til at býta tilfeingið millum brúkararnar av tí. Her skiljast vegirnir hjá búskaparfrøðingum og so mongum øðrum (hóast hetta framvegis einki hevur at gera við nøgdina av tilfeingi, sum brúkt verður).


No comments:

Post a Comment