29.12.15

Hvar liggur frensurin grivin?

ella:

Hvør er orsøkin til at politikarar og reiðarar eru samsintir um at fyri alt í verðini at sleppa undan uppboðssølu av fiskirættindum

Frensurin liggur grivin har hundurin er grivin

Politikararnir, sum nú seta føtur í spenni, billa sínum veljarum inn, at teir ”skapa arbeiðspláss” og ”bjarga lívinum í bygdini”, tá tað teir veruliga gera er at køva lívið í landinum. Akkurát sum politikararnir í 80'unum billaðu fólki inn at almennur studningur til fiskiskap, var at bjarga arbeiðsplássum og bygdunum, tá tað teir gjørdu var at forkoma øllum landinum.



Fyri alt í verðini ikki marknaðarliga kapping – heldur politiskt myrkaspæl.
Í 2000 var tankin um almenna sølu av fiskirættindum púra nýggjur. Tað er tí heilt logiskt at halda undirtøkuna hava verið tætt við null tá uppskotið av fyrstan tíð var borið fram av Búskaparráðnum á vári 2000.
Fólk flest tykjast nú hava skilt at fiskur – eins og alt annað tilfeingi tjóðarinnar – hevur stórt marknaðarvirði, og at tjóðin má í felagsskapi taka avgerð um hvussu hetta ríkidømi skal skiftast millum borgararnar.
Halda vit fram at lata teimum fáu úrvaldu ókeypis fiskirættindi (og alirættindi), verður tilfeingisognin tí eisini er grundarlag undir privatum ríkidømi, sum longu nú er vorðið so stórt at talan er um privata politiska makt hjá úrvalsliðinum.
Gera vit enda á hesum órættvísi, ber til at lata søluna av tilfeingisrættindum gerast grundarlag undir vælferð og vælstandi hjá tjóðini sum heild.
Nú er staðfest, at stórur meiriluti av fólkinum heldur at reiðarar eiga ikki at fáa fiskirættindini ókeypis og at Løgtingið skal lurta eftir Búskaparráðnum og lata reiðararnar gjalda fullgyldugt virði fyri fiskirættindini. (Sí grein á hesum bloggiHetta halda veljararnir um umsitingina av fiskatilfeinginum”)
Samgongan, sum nú ræður í Tinganesi, eru nettupp teir tríggir flokkarnir, sum eru fortalarar fyri hesi hugsjón, sum meirilutin av Føroya fólki hevur tikið til sín. Og samgongan ætlar tí sjálvandi at seta skjøtil á fría almenna sølu av fiskirættindum longu tilstundandi ár.
Við maktini hjá nøkrum heilt fáum ríkiskroppum hepnaðist andstøðan kortini at sabotera júst hetta átak, sum samgongan sjálv og meirilutin av Føroya fólki tykjast samsint um: at selja fiskirættindi á fríum uppboð, har flest møgulig sleppa framat.
Fyri at náa hesum máli hava nakrir politikarar og reiðararnir sjálvir, játtað at gjalda nøkur oyru í avgjaldi upp á hvørt kilo av avreiddum fiski uppsjóvarfiski. Í onkrum førum oman fyri krónuna!
Saman um tikið: reiðarar (og teirra politisku handgingnu) játta at gjalda politiskt og bureaukratiskt ásett veiðigjøld ella avreiðingargjøld, bara fyri at sleppa undan at fiskirættindi verða seld á fríum uppboð.
Ja, so umráðandi er tað at sleppa undan fríu atgongdini á almennari uppboðssølu, at reiðararnir vilja lata veiðigjald, sum saktans kunnu vera hægri enn tann prísur, teir høvdu skula goldið á eini fríari uppboðssølu!
Men hví er tað so alt avgerandi at sleppa undan almennari fríari uppboðssølu?
Hetta er ein sonn gáta og eg spyrji: hvar liggur frensurin grivin?
Funnið hava aftur saman tveir partar, hvør við sínum áhugamáli:
  • reiðararnir – sum fyri alt í verðini ikki vilja missa einkarrættin teir hava fingið í gyltu veiðiloyvunum
  • politikarar og politiskir flokkar – sum sita á Tingi mest við tí eina illusoriska endamálinum: at síggja út sum at teir stýra fiskivinnuni og øllum búskapinum við síni magisku útluting av fiskirættindum til ”teir røttu” í røttum tíma”.
Gomlu reiðararnir vilja heldur dúva upp á tann framíhjárætt, teir halda seg fáa frá sínum politisku vinum, enn at fara í hóslag við vinnuliga kapping við nýggjar framfúsar kappbjóðarar. So heldur gjalda onkra politiskt ásetta upphædd, sum politikararnir áseta. Gomlu reiðararnir líta meira á síni evni í politiskum farvatni enn í fríari vinnu.
Politikararnir, sum nú seta føtur í spenni, billa sínum veljarum inn, at teir ”skapa arbeiðspláss” og ”bjarga lívinum í bygdini”, tá tað teir veruliga gera er at køva lívið í landinum. Akkurát sum politikararnir í 80'unum billaðu fólki inn at almennur studningur til fiskiskap, var at bjarga arbeiðsplássum og bygdunum, tá tað teir gjørdu var at forkoma øllum landinum.
Hetta er orsøkin til at gávugyltir reiðarar og visjónsleysir politikarar finna saman til at áleggja reiðaríunum avgjøld – alt fyri at varðveita hesa síðstu slintur av framíhjárætti: politiska útluting av fiskirættindum. Tá kenna allir hesir gomlu partar seg aftur í sínum vanligu leiklutum í politiska spælinum um vinnurættindi.

Fyri alt í verðini ikki marknaðarliga kapping – heldur politiskt myrkaspæl.

4 comments:

  1. Politisk útluting er tann besti møguleikin, hettar tí, at, landið sjálvt kann hava skil á hvør fær kvoturnar og hvør ikki fær tær, og av tí sama fær landið gjørt av hvat er samfelagsgagnligt og hvat ikki er, tá ið tað er gjørt er einans eftir at stýra útlutingini í tann mun, at øll politisk útluting av kvotum og fiskidøgum tænir hesum endamáli, í hesum føri hevur landið tað langa stráðið.
    Við uppboðsølu fær ein, at síggja alt tað ringa við kapitalismu, hóast hon oftani er góð. Ein uppboðsøla fer at geva teimum við størst kapitali størst atgongd til tilfeingið fólksins, hettar fer ikki at vera so greitt tey fyrstu árini, men sum árini ganga fer eingin kapping at vera í, av tí, at teir við mest kapitali hava tá keypt seg til at fáa atgongd til enn størri kapital, sum tá hevur gjørt teir enn størri og sterkari enn hinar kappingarneytarnar, tá er øll kapping sundurknúst og eftir stendir ein vakur tanki við ræðuligum avleiðingum fyri børn okkara.
    Eg eri púra samdur í, at tað ikki er rætt at fiskiloyvi vera seld við skipum, tá ið politisk útluting er, hettar tí, at tað við politiskari útluting, sum eigur at geva teimum arbeiðsgevarunum við størst samfelagsgagni fiskiloyvini, brádliga fer frá sínum endamáli og letur arbeiðsgevaran ella loyvishavaran og ikki samfelagið, at gera av hvør fær loyvini, hettar fer tí frá meginendamálinum við politiskari útluting, at samfelagið skal gera av hvat er samfelagsgagnligt og harvið luta burtur við tí fyri eyga, og gevur ístaðin loyvishavaranum tann framíhjárætt at gera av hvat er gagnligt og ikki.
    Hvussu loysir ein so trupulleikan við politiskari útluting, at loyvir vera seld við skipunum? Eitt boð er at seta eina nevnd við serkønum fólkum at gera av virðið á skipinum við fiskiloyvinum, og síðani ikki lata skipi fara yvir eitt vist um tað ásetta virði á skipinum, hettar og ein holl endurmeting av hvørt skipið við nýggjum eigara skal fáa fiskiloyvi við skipinum, at meta um tað tænir aðalendamáli stjórn og samfelagsisns at vera samfelagsgagnligt í størsta mun, hettar forðar samstundis eisini keyparanum at halda við vissu, at eitt keyp av einum skipi við fiskiloyvi er eitt pakkakeyp við har bæði neyðturviliga fylgjast at.

    ReplyDelete
    Replies
    1. Ja, her eru vit nokk rættuliga ósamdir um alt grundarlagið - tí tín meginfortreyt er hon, at "landið" hevur skil á hvat ið er "samfelagsgagnligt", tá um ræður raksturin av vinnum. Tí grundarlagnum fái eg ikki tikið undir við.
      Eg vil nemliga sleppa burtur frá at "landið" (sum eru politikarar og embætisfólk) skulu hava nakað sum helst við vinnuraksturin at gera. Tí gongur alt hetta uppskotið um uppboðssøluskipan út uppá, at kvetta sambandið millum fiskivinnu og politikk.
      Hitt almenna skal bara áseta lívfrøðiligu mørkini og verja umhvørvið sjálvt. Hvussu, hvar og nær ið fiskast skal, avreiðast og seljast skal - tað má vera, sum í øðrum vinnum, vinnulig avgerð.

      Delete
  2. Argumentini hjá Herman eru OK, um ein sær burtur frá veruleikanum. Tað er naivt at halda, at ein uppboðssøla regulerar alt á besta hátt av sær sjálvum. Tað minsta búkskaparáð og búskaparfrøðingar áttu at gjørt var at fortalt okkum hvat hendur tá uppboðssøla kemur. Og eisini hvussu vit best skipa eina slíka. Tað eg havi lisið í búskapi og um gjørdar royndir, og tað er faktis rættuliga nógv, vísur at tað er ikki so einfalt. Faktis vísur tað, at uppboðssøla saktans kann gerast nógv verri fyri palliba enn verðandi skipan! Undirtøkan fyri "tykkara uppboðssølu" er undirtøka fyri fleiri pengum í landskassan. Tí tykist mær undarligt at tit skjóta upp eina skipan sum ivaleyst gevur færri pengar í landskassan. Og tað haldi eg meg hava FØRLEIKA og upplýsingar at rokna út!!! Eivind Jacobsen, strendur

    ReplyDelete
    Replies
    1. Ætlanin var ongantíð at vera so beistaktigur, at billa fólki inn at "uppboðssøla regulerar alt á besta hátt av sær sjálvum".
      Tað einasta uppboðssølan ger, er at regulera atgongdina til fiskirættindi eftir marknaðareglum, heldur enn eftir politiskari tilvild og arvi.
      Fyrimunirnir eru fleiri, men uppboðssølan er ikki endin á almennari regulering av fiskiskapi - slett ikki.
      Framvegis skulu fiskastovnar og umhvørvi verjast móti ránsveiði og misrøkt, og framvegis skulu vit gera okkara ítarsta fyri, at lívfrøðiliga tilfeingið verður latið eftirkomarunum, í minst líka góðum standi, sum vit fingu tað frá farnum ættarliðum. Helst betri.

      Delete