25.1.16

Vinnulig avvenjing

THE MATRIX - ein felags misfataður veruleiki


Tá eg sigi orðið ”jól” vita vit akkurát hvat ið talan er um. Og eg vænti at vit ikki bara vita, men eisini sansa og føla tað sama av orðinum. Soleiðis er við eindarmentan, drúgvari felags søgu og uppruna.

Fólk av fremmandum uppruna og aðrari trúgv hoyra orðið sjálvt, men hava ikki somu hóming av hvørjar assosiasjónir hetta gevur okkum. Og eg veit at tann, eg tosi við, hevur akkurát somu assosiasjónir sum eg. Tí skilja vit so væl hvør annan.

Hendan ríman skal kortini snúgva seg um eitt annað orð: ”vinnan”.

Tá onkur sigur ”vinnan má takast við upp á ráð, áðrenn man fer at kollvelta vinnuna uttan fyrilit og uttan vinnuligt innlit”, verður heitið vinna brúkt bæði um eitt og annað. Mær vitandi hevur ongin sagt akkurát hatta, og tí fann eg bara upp á at skriva soleiðis. Men munnu vit ikki kunna semjast um at soleiðis kundi onkur saktans havt skrivað ella sagt?

Eg skilji væl setningin, men eg man hava brúkt eini tjúgu ár upp á at halda uppat at skilja hann. Tí eg vil ikki skilja setningin, so sum vit øll so sameiniliga skilja hann. Hann má, eftir mínum tykki, avskiljast, burturskiljast, fráskiljast, umskiljast, útskiljast . . .

Tí hvat er vinna?

Merkir orðið "vinna" í hesum føri ein heilt serstøk tøknilig prosess, so sum jarnsmíð, eplavelting ella klædnavask sum vinna? Ella snýr orðið seg um samfelagsliga íkastið hjá ávísum vinnum, so sum fiskiveiði, hýruvognskoyring, bankarakstri ella flogferðslu? Ella meina vit við tær fyritøkur og teir einstaklingar sum hendan dag eru stødd í hesi ávísu vinnuni, talan er um?

Mangan, haldi eg, eru allar merkingarnar vavdar saman í eina. Vit siga ”jól” ella ”vinnan”, og so hugsar hvør sítt. Vit líta á at øll hugsa tað sama – og tað gera vit helst eisini. Tað veldst bara um hvørjum samanhangi orðið verður sagt í.

Vinnan hevur vent sær til landsstýrismannin” - tá ivast vit ikki í, hvør ið merkingin er (vit sum hava sama mentunnarliga førningin). Tað er ikki tøkniliga vinnan ella búsdkaparliga vinnan, sum er upp á tal í hesum føri, men einstakar persónar. Vit vita tá eisini flestøll hvørjar einstakar føroyingar, ið sipað verður til. Teir mugu bara ikki nevnast við kristna navninum. Teir eru eins og huldumenn á báti.

Tú hevur ikki skil upp á fiskivinnu” - tá er ikki talan um persónar, men um tøkniligu prosessina at fiska við línu, troli ella nót. Merkingin kann eisini vera at tú ikki veitst um skiparakstur, fiskamarknaðir og fígging. (Hetta er høviska útgávan av ”tú hevur ikki pissað í saltan sjógv!”)

Vit mugu hava vinnuna við í tilgongdini”, merkir ikki at vit skulu hava skipini, trolini ella manningina við. Tá merkir orðið ”dagsins mest avgerandi reiðarar”. Tú veitst - huldumenninar, sum ikki mugu nevnast við navni.

Og ikki minst hendan yvirskriftin: ”Fiskivinnan: Uppboðssøla av fiskirættindum er burtur úr vón og viti” - hvør er tá fiskivinnan? Hví skriva tey ikki navnið á tí reiðaranum, tey hava tosað við og endurgeva orðini eftir? (Og hasa havi eg altso ikki funnið uppá sjálvur!)

* * * * * * * * *


Men hví skalt tú so partú venja teg av við hendan mentunarførning, at skilja orðið eins og øll onnur?

Tí eftir mínum tykki liggur frensurin grivin í akkurát okkara felags misfaring av orði og fyribrigdi. Tað kann ikki kallast at misfata, tí vit fata í flestu førum mestsum ov mikið væl hvør annan. Heldur er tað so at vit misfarast í brúkinum av heitum, ið fjala yvir inngróna vanahugsan, sum elvir til varðveitslu av afturútsigldum viðuskiftum.

Eg havi strikað bundna heitið ”vinnan” úr míni orðabók. Eisini bundna heitið ”fiskivinnan”. Tí tá meina vit við ávísar fyritøkur og ávísar persónar, sum ikki umboða annað enn seg sjálvan og síni egnu persónligu seráhugamál.

Vinnan hevur onga einstaka meining, tí vinnan er ikki ein ella fáir persónar, sum kunnu semjast um nakað sum helst. Hví brúka vit ikki heitið ”fiskivinnan” um allar teir á dekkinum, á fabrikkini, í lastini ella í maskinrúminum? Teir hava túsund meiningar um alt millum himmal og jørð. Men hetta er eftir øllum at døma ikki vinnan, og tað eru einstakir reiðarar heldur ikki! Basta!


Sum við allari avvenjing, so er vandi fyri at detta útí aftur. Og tað hendir – meira enn so. Men, tit vita: ein dag í senn . . .

No comments:

Post a Comment