27.7.16

Væl nøgdir reiðarar


Hóast reiðararnir og teirra handgingnu illneitast inn á uppboðssøluna av fiskirættindum, so er sannleikin tann, at keypari og seljari – reiðarar og Fiskimálaráð – fóru væl nøgd frá borðinum, tá handilin var av. Gremjingin er bara politikkur. Handilin var bissnis.
Er tað ræt at siga at bæði keypari og seljari vóru nøgdir við uppboðssøluna av fiskirættindum, sum verið hava í summar?

At tey í Fiskimálaráðnum vóru nøgd við søluna, er lítið at ivast í, men kann man siga at reiðararnir vóru nøgdir, tá teir skuldu gjalda fyri nakað, teir fyrr hava fingið ókeypis?
Ja, tað ber nemliga væl til at siga.

Tá tú fert at keypa tær bil – brúktan ella nýggjan – so veitst tú at tú fært hann ikki fyri onki, men skal gjalda onkra upphædd fyri hann. Tá tú hevur keypt, kannst tú kanska iðra teg um at tú ikki fekst hann bíligari, men kortini so keypti tú. Og tú keypti fyri ásetta prísin, tí at hetta var tað besta tú kundi gera undir galdandi fortreytum um úrval av bilum, um góðsku og prís. Keypari og seljari fóru tí nøgdir frá handlinum, tí at teir undir galdandi fortreytum ikki vildu gjørt øðrvísi, um handilin varð kallaður aftur og endurtikin.
Og soleiðis var við uppboðssølunum, sum verið hava.

Báðir partar kunnu iðra seg um fortreytirnar fyri handlinum, men kortini mugu báðir partar ásanna, at teir helst høvdu borið seg at á sama hátt, og tikið á leið somu stig, um handilin varð endurtikin.

Tí er onki skeivt í at siga at báðir partar fóru nøgdir frá borðinum.
Hvørjar meiningar partarnir annars hava um politisku og handilsligu fortreytirnar, er ein heilt onnur søga.

Men ein onnur orsøk er til at serstakliga reiðararnir skuldu verið meira enn væl nøgdir. Í flestu førum hendi nemliga tað, at teir reiðarar sum vunnu boðið, sluppu frá at gjalda prísin, teir sjálvir høvdu boðið.

Uppboðssølan var nemliga soleiðis skipað, at hóast vinnandi bjóðarar buðu kanska 5 og 6 krónur kilo so fingu teir rættindini fyri 4 krónur kilo, tí tað var minsta boðið sum vann á marknaðinum. Allir skuldu gjalda minsta boð, og ikki sítt egna boð.

Tann, sum bjóðaði mest (í hesum upphugsaða dømi 6 krónur), hann fekk fiskin fyri 33% minni prís enn hann vildi havt goldið! Ikki eiti á avsláttur!

So – saman um tikið – undir galdandi fortreytum fóru báðir partar væl nøgdir frá handlinum.

Og bít merki í, at ”galdandi fortreytir” ikki eru tilvild. Tær eru nemliga løgtingslóg, lóg landsins. Og hon skal sjálvandi haldast.

Ymsar kunnu meiningarnar vera um lógina og kunngerðina um uppboðssølu av fiskirættindum, og tær meiningarnar dystast á politiska vøllinum, til tann dag tá endalig støða er tikin um málið. Tí hetta var nettupp royndaruppboðssøla, til at fáa royndir til endaligu støðutakanina.

Reiðarafelagið og reiðararnir kunnu saktans vena og gremja seg fyri at fáa fortreytirnar broyttar til næstu ferð. Men einstøku reiðararnir, sum vunnu boðini – teir eru væl nøgdir.
Á politiska vøllinum eru vit øll luttakarar, og har eru so ymsar meiningar um málini.
Men handilin, sum fór fram á uppboðssøluni, er ikki at elta upp í politisk mál, tí handilin fer fram á heilt øðrum vølli. Og á tí vøllinum – handilsvøllinum – har fóru báðir partar væl nøgdir frá borðinum.

Á politiska vøllinum fer dysturin at halda fram.

Góðan dyst og góða Ólavsøku

No comments:

Post a Comment