10.10.16

Skáksigling uttan stavnhald

Í orðaskifti er ongantíð orsøk at vera hástórur og speirekandi í orðalag, men tað var samrøðan eg hevði við Dimmalætting í farnu viku so heilt vist. Lemjandi atfinningar uttan sakliga grundgeving er tað bera orðabrask, og av tí at eg haldi orðalagið var ivaleysa hástórt og undirlendið sera skirvisligt, má eg fyri at bera í bøtuflaka leggja hesi orðini aftrat.
Vanliga eru frágreiðingarnar frá Danmarks Nationalbank heilt góðar. Í tíðini sum stjóri á Hagstovuni hevði eg mestsum hvørt ár vitjan av høvundunum, og tey vóru altíð hóvlig og vitandi fólk, eins og frágreiðingarnar vóru sakligar og lærdar.
Soleiðis var tíverri ikki á hesum sinni, og tað rokni eg bara við at Danmarks Nationalbank longu hevur tikið til eftirtektar.


Danmarks Nationalbank

Í hesum døgum eru fleiri sum kynda undir søguna um at búskapur okkara er ovurhitaður, og at við tí kunnleikanum í huga mugu politikarar og avvarandi myndugleikar tátta í, har táttast kann, fyri at køla búskapin niður. Og hetta skal sjálvandi gerast, tí at tað er best fyri búskapin og tí eisini til besta fyri borgarar landsins. Onkur fer kanska so langt sum at siga at hetta skal gerast fyri at bjarga húskjum landsins undan búskaparligari vanlukku, sum stendst av, um ikki lurtað verður eftir ávaringunum.
Fólk og stovnar hava nógv hugskot um hvørji búskaparlig ella búskaparpolitisk átøk áttu at verið framd, og tað er sum tað eigur at vera: framtíðar búskapurin er tey korini, vit øll skulu liva undir, tá tann dagur kemur. Tí eru tað okkara rættur (og meira ella minni eisini skylda) at hava meiningar um hvussu búskapurin skal handfarast í dag.
Tá avvarandi stovnar siga sína meining um búskapin og búskaparpolitikkin, tá lurta vit sjálvandi meira gjølla. Tá Búskaparráðið skrivar at vit helst eru í uppsveiggi, og at vit sostatt nærkast markinum fyri hvussu nógvum virksemi pláss er fyri aftrat, er tað kortini við tí fyrivarni, at tey hagtøl sum ráðið grundar hesar metingar í, á tvinnanda hátt hóska illa sum botnur undir haldgóðum metingum: partvíst eru tey hagtølini vit hava um heildarbúskapin sein ávegis, men meira avgerandi at tey heilt avgerandi hagtølini hava vit slett ikki.
Hendan eyðmjúka hugburð heldur Danmarks Nationalbank eftir øllum at døma ikki vera neyðugan, tá stovnurin í seinasta ritinum ”Kvartalsoversigt, 3.kvartal, 2016” skrivar at ”der er risiko for overophedning”. Men beint tvørturímóti tekur Danmark Nationalbank uppaftur fastari um hesi ófullfíggjaðu hagtølini, og tvíheldur um at ”Produktionen er samlet steget med 21 pct., siden opsvinget begyndte i 2013.” Danmarks Nationalbank vísir ferð eftir ferð til Búskaparráðið og til Fíggjarmálaráðið, og endurgevur m.a. Búskaparráðið fyri at meta at ”produktionen skønnes at stige 8,5 pct.”, væl vitandi at hetta er skeivur boðskapur at bera fram, og ikki haldbærur boðskapur undir metingum um hvussu álvarsamt uppsveiggið er.
Í fyrsta lagi skundar Danmarks Nationalbank undir misskiljingarnar, tá stovnurin endurtekur metingar um BTÚ í ársins prísum at vera ”stigning i produktionen”. Tí tað er nettupp tað, sum hetta talið ikki sigur nakað um. Í fyrsta lagi er BTÚ uppgerðin av virðisøking og ikki framleiðsluvirði, men lat tað fara. Verri er at Danmarks Nationalbank letst at hava hagtøl um framleiðsluna í Føroyum, tá talan nettupp er um broytingina frá 2013 til 2016 í ársins prísum, og sum tí nettupp kann vera meira prísvøxtur enn framleiðsluvøxtur. Hetta vita tey væl, men velja kortini at blása hendan skeiva boðskap út um geilar. Í triðja lagi eru hesi hagtøl ikki uppgerðir, bygdar á regluligar og detaljeraðar upplýsingar, men eru gitingar um BTÚ í 2016, sum bygt er á gitingar um BTÚ í 2015, sum aftur er bygt á gitingar um BTÚ í 2014, sum er giting bygd á seinastu sonnu uppgerðina av BTÚ í 2013.
At prátið ímillum manna um búskaparstøðuna byggir á so ófullfíggjað og so soltið og so tunnligt grundarlag, er sín søk. Men at tann búskaparfrøðiligi stovnurin í ríkinum, sum átti at brýggja seg mest um umdømið, fer so lættliga og so óvandaliga um búskaparfrøðiligar lýsingar, berist illa í bøtuflaka fyri.
Danmarks Nationalbank telir eisini metingina hjá Fíggjarmálaráðnum um ”bygnaðarliga hallið” sum eina av skorðunum undir metingum bankans, tá tey skriva: ”Landstyret vurderer, at det strukturelle underskud på den offentlige saldo i 2016 bliver 1,1 pct. af BNP.” Tað er bankans skylda at tryggja sær at skil er í teimum upplýsingum, ið metingarnar verða bygdar á, og tað hóskar seg sera illa hjá Danmarks Nationalbank at endurgeva Føroya Landsstýri um so torgreidd hagtalsmát sum framleiðsluglopp, ið er grundarlagið undir metingum um bygnaðarligu støðuna í almennu fíggingini. Føroya Landsstýri er ein politisk samgonga, sum hevur serlig politisk áhugamál, og sum tí ikki er eftirfarandi sum partsleysur kunningarstovnur.
(Hjá teimum, sum kenna til mát av hesum bygnaðarliga halli, er tað mestsum skemtiligt at bankin endurgevur meting hjá Føroya Landsstýri við einum desimali!)
Metingin av bygnaðarligu støðuni í almennu fíggingini er eitt fløkt roknistykki, sum byggir á hugmyndina um at búskapurin sveiggjar kring ein ás, sum er metingin av sanna framleiðslumagninum (reala kapasitetinum) í búskapinum. Tá vit í uppsveigginum fara upp um hetta mark, kemur trýst á lønir og prísir, sum ofta stendur við ella versnar, og kann darva komandi framgongd í búskapinum. Hetta kalla tey úrtøkuglopp ella ”output gap”. Í javnvágini, tá vit hvørki eru omanfyri ella niðanfyri markið, skal almenna fíggingin javnviga. Er til dømis bert lítið avlop á almennu fíggingini í trivaligum uppsveiggi, verður tað mett sum bygnaðarligt hall, heldur enn avlop, tí avlopið er minni enn tað ”eigur at vera” sambært metingini av úrtøkugloppinum.
Men øll hendan glæsiliga borgin skal byggjast á haldgóð hagtøl um hina sonnu gongdina í búskapinum, og tað er óðamannaverk at seta nakað sum helst álit á metingina um úrtøkuglopp og bygnaðarliga fíggingarstøðu, tá grundarlagið er meira ella minni svikaligt. Tað er enntá so galið, at væl mannaðir búskaparfrøðiligir styovnar í londunum kring okkum, sum hava atgongd til dygdargóð títt útgivin hagtøl um sonnu støðuna í búskapinum, koma fram til ymisk mát av hesum úrtøkugloppi og eisini av bygnaðarligu fíggingarstøðuni. (Tey hava eitt nú atgongd til altavgerandi kvartárligar uppgerðir av BTÚ í føstum prísum, sum eru at rokna sum styrkin í ásinum, búskapurin sveiggjar um.)
Í teimum førum Danmarks Nationalbank letst at endurgeva føroyskar stovnar og myndugleikar, eigur bankin at vita betur, og eigur greitt at siga frá tí óvissu, sum allar hesar metingar eru bygdar á. Og eisini hevði tað hóska seg at bankin gjørdi vart við álvarsomu støðuna, at so lítið er at halda um í búskaparligu hagtølunum.
Men tá stovnurin sjálvur, uttan at vísa til onnur, skrivar at ”Bilsalget er sædvanligvis en god indikator for udviklingen i det private forbrug”, so má sigast at hetta í minsta lagi er villeiðandi upplýsing til meiniga lesaran. Tí bilasølan (eins og húsaprísirnir) eru ikki ein beinur vísari fyri gongdina í restini av húsarhaldsnýtsluni. Undir kreppum er vanligt at bilakeyp vera skotin fram í tíðina, tí minkandi inntøkur og óvissa um framtíðar inntøkur taka dirvið frá okkum at keypa bil. Fólk halda longur um gamla bilin, men tá kreppan loysnar og gongd kemur á búskapin aftur, er í hesum føri drúgt goymdur tørvur a bilakeypi, sum reisist munandi brættari í uppsveigginum, enn restin av húsarhaldsnýtsluni.
Í Danmark minkaði skrásetingin av nýggjum bilum nógvar ferðir meira enn restin av húsarhaldsnýtsluni undir harðastu kreppuni í 2009, men fór síðani langt upp um húsarhaldsnýtluna árini eftir, og er enn í risafetum vaxandi, meðan húsarhadsnýtslan annars stendur í stað, mátað í nøgd.
Tað er tí ikki rætt sum Danmarks Nationalbank skrivar, at brádliga vaxandi bilasølan er ”god indikator” fyri gongdina í restini av húsarhaldsnýtsluni. Hvørki í Føroyum ella í Danmark.
Danmarks Nationalbank má vita at orð bankans altíð lenda sum tungt lodd í vágskálini hjá pørtunum í orðaskiftinum um hvør ið rætti búskaparpolitikkurin er undir galdandi viðurskiftum. Tað ber snøgt sagt ikki til at stovnurin letur leka hvørja sum helst meining um búskapargongdina í ríkinum ella pørtum av ríkinum. Vit mugu kunna rokna við at orð bankans eru vigað á gyltari vekt.
Men tað eru tey so ikki í hesum førinum.
At bankin í hesum førinum hevur verið meira enn eitt sindur óhyggin við orðunum, kemur so týðuliga til sjóndar í brotinum, sum sigur at ”Det er vigtigt at processen . . . sikrer flerårige licensperioder, der understøtter invetseringerne i erhvervet”, tá bankin ger seg til dómara yvir hvussu fiskivinnan skal skipast í Føroyum.
Hetta má sigast at vera eitt mál, sum liggur rættuliga langt frá spísskompetansuni hjá einum seðlabanka, og tí kunnu orðini sanniliga ikki sigast at bera nakra vekt at skriva heim um. Men so er hetta kortini Danmarks Nationalbank, sum aftur her spælir kortini við einum ávísum autoriteti, hóast hann eftir mínum tykki meira at kalla ger sær fyri skommum.
Men søgan endar ikki her, tí spurningurin um hvussu gongdin er í búskapinum, er bara byrjanin til eitt annað mál, sum er í fleiri pørtum. Tað er spurningurin um tiltøk skulu setast í verk ella ikki.
Nóg mikið er ikki at lesa hagtølini, tí her má eisini haldast skil á um onnur meira varandi og bygnaðarlig viðurskifti enn búskaparsveiggj hava árin á hagtølini. Og hesi bygnaðarligu viðurskiftini skulu eisini tá vigast upp ímóti meira stuttvarandi viðurskiftunum, sum sveiggini av natúr eru. Til dømir er ivi um hvørt missurin av arbeiðsfólki til Noregs var at rokna sum partur av búskaparligu sveiggjunum, ella talan var um meira bygnaðarlig viðurskifti sum varandi toga føroyingar til Noregs at arbeiða.
Alt eftir hvussu støðan verður mett at vera, tá skal støða takast til um nakað skal gerast við málið, ella ikki. Og tá tað er avgjørt skal støða takast til hvat ið er tað rætta at gera, hvussu nógv talan er um at gera, og ikki minst nær tað skal gerast. At enda skal eisini støða takast til um átøkini, sum gjørd vera fyri at bøta um búskaparligu sveiggini, kunnu enda til ógagns fyri meira bygnaðarligu málunum í samfelagnum. Tínæst skulu politiskar semjur fáast um málið og samtykkjast í Løgtinginum – og tá at enda vera rættstundis og skynsom tiltøk, sum virka eftir ætlan.
Hvat ið Danmarks Nationalbank veit um føroyskan búskaparpolitikk, er ilt at siga, men at rokna við at slík tilgongd hevði enda væl, loyvi eg mær at ivast stórliga í.
Danmark er lítið land, og hevur meira enn trupult við at fáa fíggjað stóru íløgurnar í undirstøðukervið, so sum brýr, tunnlar og tokferðslu. Føroyar eru pinkuland, og hevur fleirfalt so stórar trupulleikar at lyfta heilt grundleggjandi íløgur, sum sjáldan kunnu gerast hálvar ella í pørtum. Hálvir tunlar og hálv sjúkrahús eru til lítla nyttu. Tunnilsverkætlanir fyri eina heila miljard áttu at verið nærum ómøguligar at fremja, men kortini so man tað fara at vera prísurin á Sandoyartunlinum, tá alt kemur til stykkis.

Quo vadis?

Stóru og átroðkandi íløguætlanirnar í undirstøðukervið, skúlaverkið og heilsuverkið, eru bygnaðarlig mál, sum skulu loysast, uttan mun til hvussu sveiggini so hátta sær. Ella, sagt á annan hátt, hesar stóru íløgurnar koma tvørt fyri, hvussu búskaparstøðan enn er.
Tað er opportunistiskt og fruktaleyst at mæla til at Løgtingið skal gera stóru íløgurnar, tá arbeiðsloysi er stórt. Tí tá tað hendir í Føroyum, verða allar lúkur skalkaðar til og øll segl repað. Lá nakrantíð væl fyri at gera stórar íløgur eftir hasari uppskriftini, so var tað frá 2008 og til 2013, ella har á leið. Tá var arbeiðsloysi og gott pláss fyri almennum íløgum. Fáar vóru gjørdar, tí at tey sum vildu hava makt í politikki, mæltu heldur til varsemi og sparsemi enn til kostnaðarmikil átøk og dýrar íløgur.
Um hetta eru røttu íløgurnar at fremja (tunlar fyri kanska tvær miljardir) er ein heilt onnur søga. Møguliga og møguliga ikki. Í hesum føri skal bara vísast á at náttúrugivnu fortreytirnar eru hesar, at so lítið fólkatal hevur tungar byrðar at bera í grundkostnaði til bæði íløgur og rakstur av samfelagnum. Og tann spurningurin skal loysast, so ella so.
Tá fleiri búskaparfrøðingar, og nú eisini Danmarks Nationalbank, mæla til hyggjuráðini: at drýggja almennu íløgurnar, tá má eg spyrja sum Sjúrður Skaale í eini Facebook viðmerking: ”Er hetta ikki bara banalt Keynes?
Okkum nýtist ikki Danmarks Nationalbank, at staðfesta tað eyðsýnda:
  • at arbeiðsloysið er nær null
  • at pinkubúskapurin sveiggjar meira ógvusliga enn størri búskapurin
  • at tvær tunnilsíløgur fyri nærum 2 miljardir er ov nógv upp á ein gang
Tað, okkum tørvar, er at taka støðu til teir meira torføru spurningarnar, sum nettupp standast av banalitetinum í upplagda resonnemanginum.
Lat meg nevna eina av teimum meira álvarsomu tvístøðunum, sum vit sum samfelag standa í. Stóra fíggjaravbjóðingin komandi er minkandi talið av skattgjaldarum, sum stendst av tí óundansleppandi broytingini í fólkatalssamansetingini. Og í hesum málinum brýtur í bæði borð, so at siga – tey í ungu aldursflokkunum eru ov fá, og í eldru aldursflokkunum er talið vaxandi.
Eyðsýndu átøkini eru tí tey nevndu: at leingja tíðina á arbeiðsmarknaðinum, sum bæði gevur gagnið av størri tali av skattgjaldarum og minni tali av pensjónistum. Hatta var so tað eyðsýnda. Soleiðis minka útreiðslurnar til fólkapensjón, og hvør einstakur arbeiðir longur og betalir skatt í fleiri ár enn væntað. Tessvegna minkar sonevnda ”bygnaðarliga hallið” á fíggjarlógini.
Hóast ætlanin er so eyðsýnd, hevur hevur hon kortini minni eyðsýndar veikleikar. Landið kann illa loyva sær at bróta lyftið um tú fær pensjón tá tú fyllir 67 uttan stórvegis ávaring. Verða tey gomlu verandi á arbeiðsmarknaðinum longur, tá er minni pláss fyri teimum ungu, sum vit vilja hava aftrat okkum til at halda upp ímóti demografisku broytingini. Skulu vit so í navni sparsemis eisini lata vera at gera stórar íløgur í undirstøðukervið, í skúlaskap og heilsuverk?
Stutt sagt – skulu eyðsýndu átøkini til at betra um sonevnda bygnaðarliga hallið og átøkini um at tátta í móti búskaparsveiggjunum, vinna á strategiini um at skunda undir íløgur og átøk til at byrgja upp fyri demografisku broytingini og búskaparligu avleiðingunum av henni?
Tað er til hesar álvarsomu tvístøður, at okkum tørvar leiðbeining, og ikki at fáa slongt ”banalt Keynes” úr innara jakkalumma.
Fyri landsstýrið undanfarna legði Vinnumálaráðið eina ætlan um átøk, sum fóru tættari at nettupp hesi tvístøðu, sum vit enn standa í, og fer at vera hjá okkum langt fram í tíðir. Ritið nevndist Heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøxtur, og tað mælti til kostnaðarmikil átøk, sum taldu upp um 200 miljónir um árið. Og av tí at hetta var í trongum árum beint eftir kreppuna, skuldi tú vænta at arbeiðsskapandi átøk, sum t.d. at byggja nýtt Fróðskaparsetur og lestrarbústaðir í størri stíl, vóru sett í verk.
Tað, okkum tørvar, er eina haldbæra og erliga strategi fyri framtíðina.
Síðani hetta ritið hjá Vinnumálaráðnum kom út, er fólkasamansetingin versna heili tvey prosentstig. Seinastu hagtølini, tey tá kendu vóru frá januar 2011, og seinastu tølini vit í dag hava eru frá 1.januar 2016. Munurin er tann, at nú fimm ár seinni er parturin av teimum, sum yngri eru enn sexti ár minkaður tvey prosentstig. Sambært seinastu framrokningini hjá Hagstovuni skulu vit vænta at komandi fimm árini fer støðan at versna við stívliga tveimum prosentum aftrat.
Púra vist er ikki altíð ósamsvar millum bygnaðarlig átøk og hini átøkini til at mótganga sveiggjunum í búskapinum. Men mangan er ósamsvar.
At ongi av teimum kostnaðarmiklu átøkunum í Heildarætlanini hjá Vinnumálaráðnum frá 2012 eru sett í verk, stendst vælsaktans ikki av lítlum hugi, men nettupp av hinum fyrigyklaðu mátti at stýra búskapinum: í fyrra lagi tí at tíðirnar vóru ringar og at ”man ikki kann seta seg í æviga skuld”, og nú tí at búskapurin sigst vera ovurhitaður og at ”táttast má í”.
Tyngjandi tvístøðan komandi árini stendst av at gjaldsbyrðan økist og gjaldførið viknar, tí at parturin av fólki í arbeiðsførum aldri minkar, meðan tørvurin á vælferðatænastum økist. Hesa tvístøðu koma nógv grannalond í somuleiðis, men hjá okkum kann hon gerast meira vanlukkulig. At tvístøðan kann gerast vanlukkulig stendst av tí flytiføri, sum vit hava so mangan sæð virka í Føroyum, sum er munandi kykari enn í grannalondunum.
Tað er ikki tí at eg eri ein forskrektur gamalkommunistur, sum er endaður sum ultraliberalur búskaparfrøðingur, at eg heiti á politisku leiðsluna um ikki at royna at stýra uttan um búskaparsveiggj í ov stóran mun. Tað er fyri av álvara at koma við betri ráðum enn at rippa Keynes úr innaralumma. Tað er einki vinstravent at vera ov bráður at vilja neyvstýra búskapinum. Tað er bara óskettið.
Tann búskaparstýring, sum kemur til sjóndar her heima, er ber undanstøkking, og ikki politikkur. Tá sveiggið er niðureftir er hallið á felagskassanum brátt stórur partur av BTÚ, og tá hevur ongin politikari dirvið at standa við kostnaðarmikla bygnaðarliga framsókn í íløgunum. Tá sveiggið so er uppeftir, liggja atkvøður í at mæla til varsemi, fyri ikki at kynda undir sjóðandi heitan pott.
Men, trúgv mær, sum Rubekk segði tá hann ikki pellaði minst – tit stýra ongum búskapi. Sæð burtur frá frammanfyri nevndu banalitetum, so er skeivt at fyrigykla sær at vit eru før fyri at stýra búskapinum. Jú, vit kunnu ávirka hann, men tað er ikki at stýra. At stýra er at brúka røtt amboð til at stýra gongdini ávísan veg í ávísan mun. Og tað er hetta, sum eg sigi er ógjørligt.
Hetta átti at verið so lagaligt hjá teimum við politiskum ambisjónum at vita – at neyvstýring av búskapinum ber slett ikki til, og hvaðna minst í pinkubúskapi, sum okkara.
Sjálvandi skal hitt almenna taka fast um stýrisvølin tær fáu ferðir, rættuliga á stendur. Sum til dømis undir kreppuni fyrstu nítiárini í farnu øld. Men tá var lítil stirðil í takinum. Soleiðis átti eisini at verið í heimskreppuni frá 2008 og fram – men síggj, tá var hildið dúgliga í teymarnar heldur enn at geva út og lora. Men tá tað møguliga skvampar í annað borðið, sum nú er, tá eiga politikarar ikki at sleppa undan strategisku ábyrgdini við at vísa til smávegis búskaparsveiggj, sum tað kortini ikki ber til at stýra uttan um.
Niðurstøðan av hesi heldur drúgvu grein er tí fleirtáttað.
Í fyrsta lagi hava avvarandi stovnar tíverri ikki hagtalsgrundarlag til at gera trúverdugar metingar av búskaparligu gongdini.
Í øðrum lagi at staðfesting av tí eyðsýnda hóskar illa fyri avvarandi stovnar, sum áttu at havt dirvið at grivið seg djúpri niður í tær sonnu tvístøður, sum samfelag okkara er komið útí.
Í triðja lagi at tað ikki ber til at neyvstýra búskapinum undan búskaparsveiggjum, og at royndir at neyvstýra kunnu saktans gera meiri skaða enn gagn. (Hetta merkir kortini ikki at tá ódn leikar á, skulu vit sita hendur í favn.)
At enda mugu royndir upp á neyvstýring uttan um smávegis búskaparsveiggj ikki sleppa politikarunum undan at taka tungu avgerðirnar viðvíkjandi varandi stavnhaldinum í politiskum stórmálum.

No comments:

Post a Comment