27.5.17

Tað gongur øgiliga væl í Føroyum

Tað gongur væl í Føroyum í dag. Búskaparvøkstur á 7-8%”. 

Soleiðis skrivaði fíggjarmálaráðið í septembur 2016, og Búskaparráðið skrivaði um vøxturin í BTÚ, men vavdi orðið búskaparvøxtur so ofta uppí, at nú skriva bæði danskir og norskir miðlar um ”forbrugsfest”, ”tæt på kogepunktet”, ”nordens superøkonomi". 

Norsk tíðindastova skrivar eisini at ”I 2015 var BNP per innbygger høyere på Færøyene enn i Danmark, blant annet på grunn av rammetilskudd fra Danmark”.


Fyrst um búskaparvøxturin.
At tað gongur væl kunnu vit bara fegnast um, men at búskaparvøxturin var 7-8%, tað kann mann vissuliga siga ikki er satt. Og uppáhaldið at BTÚ roknað upp á íbúgvan var størri í Føroyum enn í Danmark er vissuliga heldur ikki satt.

Føroyar hava enn bara hagtøl um BTÚ í ársins prísum, og ikki í føstum prísum, sum búskapsrvøxtur verður roknaður við.

Uttan at mølma um hvat ið fastir prísir eru, so er nóg mikið at sláa fast, at hendan royndin hjá fíggjarmálaráðnum at spenna bringuna fram úr sær, og hesin mangan ósketni mátin hjá Búskaparráðnum at umrøða vøxtur í BTÚ og búskaparvøxtur, hvørt um annað, villeiðir Føroya fólk. At útlendingar skriva um málið vísir bara hvussu langt av kós sannleikin er farin.

Búskaparvøxturin í Føroyum er í í nánd av at vera 7-8 prosent um árið, og reala framleiðslan í Føroyum er helst væl lægri enn hon er í Danmark.

Síðani um ovurhitingina.


Mær vitandi hevur ongin enn lagt fram hagtøl til at undirbyggja uppáhaldið um at lønarinflasjón og innlendsk prísinflasjón er um at køva framtíðar væntaðu vælferð landsins. Tað kann sjálvandi vera at so er, men ongi hagtøl eru, sum benda á nakra slíka gongd.

At nógv er at gera, nýtist ikki vera búskaparfrøðingur fyri at finna útav. Men at rokna seg fram til um slík uppsveiggj fáa darvandi árin komandi tíðir, er ikki heilt so einfalt.

Føroyar eru ikki bara lítið land, Føroyar eru pinkuland. At byggja sjúkrahús, skúlar, flogvallir og undirsjóvartunnlar, gerst illa uttan hjáárin. Stutt og greitt. At politikarar sum spenna bringuna fram úr sær hava lyndið til at byggja stórt í bestu tíðum, er tíverri mannabrek um allan heimin. Ikki bara í Føroyum. Og vit mugu tí púra greitt vænta at vit fáa munandi meira órógv og sveiggj í báðar ættir enn øll onnur lond.

At føroyski búskapurin av og á hitnar í meira mun enn gott er – tað skal vera barnalærdómur. Avgerandi er at samfelagið skinklar seg upp á pláss aftur.


Vit skulu bara vera glað um ljós er í hinum endanum av tunlinum.

2 comments: